Lýsing

Karlamagnusarbreyt

Hurlivasin við Karlamagnusarbreyt skal loysast her og nú. Fløkjustampurin, ið Tórshavnar kommuna hevur tveitt í økið, skal rekjast Fremsta uppgávan hjá komandi býráði verður at greiða fløkjuna við Karlamagnusarbreyt. At seta økið við Karlamagnusarbreyt í bás og navngeva økið og borgarar tess við alskyns negativiteti sømir seg als ikki.

Runublakaríið hjá núverandi og fyrrverandi borgarstjóra er einki annað enn glantrileikur. Tað snýr seg meiri um, at tey sjálvi sleppa í fokus og at finna syndabukkar – minnir ikki sørt um valstríðið í USA. Tað er beinleiðis vanvirðing, at brúka høvi til politiskan fyrimun. Virðingin fyri Karlamagnusarbreyt og borgarum tess er als ikki til staðar.

Her býr gott fólk, sum hava brúkt alla uppsparingina at seta føtur undir egið borð. Tey hava gjørt størstu íløguna í lívinum fyri at skapa sær eitt heim har foreldur og børn sleppa at búleikast – eins og øll onnur. Tey hava glett seg í longri tíð – tey hava, so sanniliga, uppiborið eina virðiliga loysn við virðiligum samskifti, sum sømir seg vaksnum fólki.

Við virðiligum samskifti og í samráði við borgararnar við Karlamagnusarbreyt fara vit at finna loysnir. Alt, sum Tórshavnar komuna hevur ábyrgdina av, skal gerast liðugt í 2021. Eykajáttan ella ei.

 

Jóannes Guttesen, valevni fyri Tjóðveldi til býráðsvalið í Havn.

Jóannes Guttesen

Deil hesa grein umvegis
468 ad