Politisk nevnd til eigarafeløg, bygdirnar og útoyggjarnar
Um oyggjarnar, bygdirnar og eigarafeløgini í útjaðaranum veruliga skulu verða hoyrd, so skal ein politisk nevnd setast til júst hesi øki. Í dag eru økisnevndir til bygdirnar og útoyggjarnar – tær kunnu halda fram, sum er. Um nøkur ítøkilig stig skulu setast í verk, so mugu vit hava ein pall aftrat til eigarafeløgini í útjaðaranum, bygdirnar og oyggjarnar. Ein nevnd, ið er nærri fíggjarnevndini og sjálvum býráðnum.
Eg haldi, at eigarafeløgini, bygdirnar og oyggjarnar, í alt ov lítlan mun, luttaka í politiska arbeiðinum. Tey eiga at verða tikin við í mongum av teimum avgerðum, ið verða tiknar. Onkuntíð eru fleiri eigarafeløg við í leikinum, onkuntíð bygdirnar og onkuntíð oyggjarnar í kommununi – aðrar tíðir einstakar bygdir, einstakar oyggjar og einstøk eigarafeløg.
Vit síggja í dag, at politiski myndugleikin vil gera íløgur í mentunar- og frítiðartilboð sentralt í kommununi. Tað er sjálvandi neyðugt. Men oftani er tað ikki har barnafamiljurnar búleikast. Og tey eldru eru allastaðni. Frítiðartilboð til børn, sum t.d. spælilond skulu gerast kring alla kommununa. Eigarafeløgini, bygdirnar og oyggjarnar kunnu skipa fyri – kommunan kann skapa karmarnar. Vit kunnu hugsa bíligar loysnir frá degi eitt – tí so verður tað bíligt. Og tað kann saktans enda við góðum loysnum samstundis, tí fólkið á staðnum er við. Og so fáa vit loysnir har fólkið býr.
Mentanartilboð, tilboð til eldri, verkætlanir til skiljing av burturkasti – nógv av hesum kann setast í verk í nærumhvørvinum. Og minnini á staðnum, tá sosial tiltøk verða sett í verk og útint og vit síggja tey positivu úrslitini – tey økja um trivnaðin á staðnum – vit minnast tøkini vit hava tikið í felag. Her eru virkisfýsnir borgarar, ið fegin vilja gera eitt munagott sjálvboðið arbeiðið. Sjálvsagt skal kommunan skapa karmarnar.
Hetta verður gjørt best við at mál og umbønir verða viðgjørdar í fyrisitingini, viðgjørd í politiskari nevnd, sum í hesum førum er nevndin hjá oyggjunum, bygdunum og eigarafeløgunum i útjaðaranum, lagt víðari í fíggjarnevndina, sum so beinir málið fyri býráðið.
Tað hevur víst seg, at nógvar av umrøddu mentanar- og frítíðartilboðum einans verða gjørd sentralt í kommununi. Vit mugu burtur frá tí hugsunarháttinum. Tað er bíligari, heldur onkur. Hinvegin verður tað nógv dýrari um dýrar rágevingarfyritøkur hvørja ferð skulu flyta fyrsta leik. Leyp tað dýra um – vit skulu venja okkum við, at hugsa um kostnaðin beinanvegin og her kunnu eigarafeløgini spara kommununi nógvan pening.
Tá ein langhylur í Havn kostar 160 milliónur krónur og ein í Vági kostar 20 milliónur, so er kanska okkurt, ið kann fyrireikast betur her í Havn.
Ein politisk nevnd, umboðandi útjaðaran, skal tí stovnsetast komandi valskeið. Ein politisk nevnd, ið kann visa á at samanhaldið, orkan, virkisfýsnið, sjálbodna arbeiðið kann útinna nógv fyri hvørja krónu.
Ein politisk nevnd, umboðandi útjaðaran, hevur eisini nógv størri megi tá vísast skal á vantandi viðlíkahald, vánaligt ferðasamband, tá okkurt skal mótmælast og so framvegis.
Latið okkum finna loysnir í nærumhvørvinum eisini.
Vel nýggja orku í býráðið, eg fari at gera mun!
Jóannes Guttesen, valevni fyri Tjóðveldi til býráðsvalið í Havn.