Matstovur, handilslív, hotel, mentan og ítróttur
“Men Havnin, men Havnin tann deiliga Havn, so fegin eg gevi meg inn í tín favn”, verður sungið í sanginum “Til Havnar vit fara”.
Havnin er deilig og fólk streyma til Havnar til handils, at vitja matstovur og skeinkistøð, at gista á hotelli og at taka av tilboðunum býurin býður. Ikki minst mentanarligu tilboðunum, harundir ítróttartiltøkum. Í mong ár hevur Havnin verið handilsstaðurin í Føroyum – og so er enn.
Handilsvinnan, matstovuvinnan, hotellini, flutningsvinnan og Tórshavnar Havn skapa, saman við øðrum vinnum, arbeiðspláss. Ikki bara vanlig arbeiðspláss, men eisini vard størv og størv til okkara skúlaungdóm eftir vanliga arbeiðstíð. Og ikki minst skapar hetta eina rúgvu av avleiddum virksemi til handverkarar og tænastur av alskyns slagi.
Tí skal Havnin bjóða gestum okkara vælkomin! Kom til Havnar og njót okkara bý saman við okkum! Vit eiga at verða gestablíð og fjálga um okkara gestir. Við skili, so at tað ikki gongur út yvir okkara egnu borgarar – men soleiðis, at hetta er ein burðardyggur vinnuvegur fyri Havnina.
Vit hava øll brúk fyri hvørjum øðrum og alt hongur saman.
Tá vit hava eitt sterkt vinnulív, so fær sjálvbodna arbeiðið, millum annað innan ítrótt, hollan stuðul frá vinnulívinum á staðnum. Sjálvbodna arbeiðið verður stuðlað og hetta førir so aftur við sær, at frítiðartilboðini til børn og ung á staðnum gerst fjølbroytt. Eisini tilboðini til børn og ung við serligum tørvi. Úr hesum støkka úrmælingar innan ítrótt, leiklist, málningalist, tónleik og mangt annað umframt góðir vanligir havnarborgarar. Og úr tí støkka stór ítróttar- og mentanartiltøk, sum draga útlendingar úr øllum heimshornum og føroyingar til Havnar. Og so fylla vit hotel, matstovur, skeinkistøð og handlar “runt um tann heila bý”. Hetta skapar trivnað og nógv arbeiðspláss.
Vit hava brúk fyri øllum og í veruleikanum hongur alt saman.
Tað er fjálgt og hugnaligt í Havn – latið okkum, saman, varðveita góðu gongdina.
Ein ítøkiligur trupulleiki í hesum er parkeringstrupulleikarnir, serliga í miðbýnum. Her mugu vit beinanvegin hugsa loysnir – og tora at taka djarvar avgerðir.
“Tú vermir mítt hjarta, tú ert mær so fjálg”!
Vel nýggja orku í býráðið! Eg fari at gera mun!
Jóannes Guttesen, valevni fyri Tjóðveldi til býráðsvalið í Havn.