Lýsing

TÍMAR TIL BARNIÐ TRYGGJAST VIÐ MINIMUMSNORMERING

Fleiri álitisfólk á dagstovnaøkinum hava skrivað eitt sakligt og sera beinrakið skriv um støðuna á dagstovnaøkinum.

 

Eg eri samd í tí, ið er ført fram, m.a., at tað er ósamsvar ímillum krøvini og møguleikarnar at liva upp til krøvini, og at hetta í longdini elvir til, at starvsfólkini verða útbrend. Hetta síggja vit hvønn dag, og veit at hetta er partur  av veruleikanum á dagstovnaøkinum.

 

Mær dámar eisini sera væl, tá sagt verður, at neyðugt er at tryggja børnum á dagstovnunum eina ávísa nøgd av tímum. Lat okkum bara kalla hetta minimumsnormering, tí tað er tað, tað er.

 

Stigvís uppnormering

Við nýggja eindarbygnaðinum í fjør fylgdi eisini ein uppnormering av dagstovnaøkinum. Við bygnaðarbroytingini kunnu vit nú seta enn meira ferð á at betra um starvsfólkaumstøðurnar og fakligu menningina.

 

Og fyri fyrstu ferð, sum nakar kann minnast, hækkaði normeringin til dagstovnaøkið í ár. Gamaní kennast tær 4,5 mió kr. ikki sum stór uppnormering úti á einstøku stovunum, men tað er ein týdningarmikil byrjan til nakað meir, sum er sett í gongd.

 

Samanbera vit verandi normering á dagstovnaøkinum við minimumsnormeringina, sum samtykt er við lóg í Danmark, og sum verður sett stigvíst í verk fram til 2025, so er greitt, at um 25-30 mió kr. skulu játtast til dagstovnaøkið aftrat.

 

Í stuttum er minimumsnormeringin 1 vaksin til hvørji 3 vøggustovubørn og 1 vaksin til hvørji 6 barnagarðsbørn, sum er á leið tað sama, sum Føroya Pedagogfelag áður hevur mælt til.

 

Eingi ivi er í míni sál um, at tað er hesa leið, ið Tórshavnar kommuna eisini skal ganga, og sum eg og Tjóðveldi vilja virka fyri.

 

  • At vit áseta eina minimumsnormering við støði í teirri, sum Føroya Pedagogfelagið hevur mælt til.
  • At vit játta neyðugu fíggingina til stigvísa uppnormering komandi 3-4 árini.
  • At vit tryggja tímarnar til barnið.
  • At fleiri námsfrøðingar verða útbúnir til dagstovnaøkið.

 

Tímar til barnið og styrkt fakligheit

Sum omanfyri nevnt leggja álitisfólkini dent á at tryggja tímarnar til barnið. Tað vil eg eisini. Spurningur er, um stovnsleiðslurnar framyvir skulu fáa tímajáttanina at skipa virksemið eftir.

 

Vansin við verandi skipan er ofta, at samsvar er ikki millum starvsfólkaútreiðslur og lønarjáttan. Stovnsleiðslurnar eiga sjálvandi at takast við i hesa viðgerð, men við hesum hevði ein av vansunum við verandi fíggingarleisti verið loystur.

 

Í fíggjarætlanaruppskotinum til 2021 hava vit fyribils sett 4 mió kr. avtrat til at raðfesta børn við serligum avbjóðingum. Hetta liggur uttanfyri vanligu tímanormeringina, men neyðugt er at skipa vaksandi tørvin á serstovum, og sum eisini fer at lætta um á vanligu stovunum.

 

Fíggjarætlanin verður endaliga samtykt áðrenn 1. desember, og vit arbeiða av øllum alvi fyri at hækka játtanina til dagstovnaøkið enn meira, men sum við øllum krevst meiriluti fyri hesum.

 

Tí tað er púra greitt, at nógv fleiri tímar skulu játtast til børnini og tí MÁ og SKAL normeringin hækka javnt við 5-8 mió komandi árini.

 

Ein innilig áheitan er eisini á landsmyndugleikarnar um at útbúgva fleiri námsfrøðingar til dagstovnaøkið.

 

Vit mugu saman styrkja fakligu førleikarnar samstundis sum fleiri hendur vera um børnini, bert soleiðis røkka vit málunum.

 

Gunvør Balle, valevni fyri Tjóðveldi

 

Gunvør Balle

Deil hesa grein umvegis
468 ad