Skilja rusk innandura, skilir tú?
Skulu vit skilja rusk uttandura, í vindi, myrkri og regni? Slíkar eru umstøðurnar í dag. Er tað nakað at bjóða arbeiðsfólki? Hvør av okkum hevði tímað at staði úti í hesum veðrinum og skilt plast, sum politikkarar hava bløbbað um í áravís?
Tað hevur verið prát, prát og aftur prát um at skilja okkara burturkast. Upp undir val og tá umhvørvisvika er eina ferð um árið. Nú skal handlast!
Fyrst og fremst skulu vit hava eina móttøkuhøll – eina skiljihøll til burturkast. Og hon skal verða á Hjalla. Og síðani kunnu vit fara í gongd við at innsavna burturkast at skilja.
Burturkast er eitt tilfeingið, sum kann fáa hægri góðsku við at skilja tað við skili.
Hetta krevur hægri íløgujáttan til Endurnýtsluna og hetta krevur hægri rakstrarjáttan til Endurnýtsluna. Eina hægri normering og dagføring av maskinparkini. Økið er niðurpínt og krevur eina dagføring. Eftir dagføringina skal økið verða í fremstu røð við skilagóðum loysnum á burturkastsøkinum. Tað er ein av kjarnuuppgávunum hjá eini kommunu at taka sær av burturkastinum í kommununi – og um vit gera tað rætt, so verður hetta ein fongur fyri kommununa.
Komandi fýra árini skulu pengar setast av til eina stóra og góða skiljihøll, so at vit taka eitt risafet rætta vegin á burturkastsøkinum.
Vel nýggja orku í býráðið, eg fari at gera mun!
Jóannes Guttesen, valevni fyri Tjóðveldi til býráðsvalið í Havn.