Lýsing

KUL AT VERA UNGUR Í HAVN

Ungdómurin skal trívast í Havn, hann skal tíma at vera her og hava góðar umstøður at lesa, læra, arbeiða og til frítíðar- og náttarlív.

TRIVNAÐUR
o Gott býarlív, nógv at fara til, festivalar, konsertir, barrir – Havnin hevur tað heila
o Uml 120 ymisk frítíðar- og ítróttarfeløg, so her kann man ganga til næstan alt . Vit hava m.a gjørt klintrihøll, skate- súkkluhøll á Bacalao, skíbreyt osfr. Fara nú at byggja altjóða góðkendan langhyl sum eisini er vælverudepil við heitum pottum úti og inni.
o Hava marknaðarført Havnina sum ferðavinnubý og hava fleirfaldað ferðafólk.Tað skapar nógv arbeiði til ung – í barrum, caféum, matstovum osfr. Barðið – landingarstøðin á Bacalao er týðandi arbeiðspláss at hava í Havn, eisini til ung.
o Handverkarafyritøkur skulu hava góðar umstøður – vit hava stórliga brúk fyri handverkarum

HÆGRI LESTUR OG LESTRARBÚSTAÐR: Man vil flyta út frá mammu um man skal lesa ella læra her.
o Vit skulu byggja fleiri ódýrar lestraríbúðir og næmingaheim m.a í Marknagili.
o Campus-økið og altjóða universitet byggjast, har Venjingarskúlin er
HEILSA OG SÁLARHEILSA Nógv ung stríðast við ymiskt, sum ikki sæst uttaná
o Tað skulu vit taka í álvara og gera alt fyri at hjálpa, m.a duga betri at tosa um tað. Angist, Adhd, tunglyndi og annað er rættiliga vanligt og við eitt sindur av hjálp so ber væl til at koma væl gjøgnum skúlan.

KLIMA – GRØNA LEIÐIN í Tjóðveldi ganga vit fremst
o MEN VT MUGU HAVA TYKKUM UNGU VIÐ! Uttan tykkum at trýsta og skelda teir gomlu politikarar so hendir tað alt, alt ov seint.

FJØLBROYTNI: Høvuðsstaðuin í landinum skal vera rúmligur og fjølbroyttur
o Minnilutabólkar skulu trívast og føla seg sum ein part av samfelagnum. Eg eri stolt av at hava gift samkynd pør og glað fyri at vit hava funnið eitt høli til LGBT sum tey hava ynskt, so tey kunnu fáa sítt egna stað og vera sjónlig. Eisini tilflytarum skulu vit bjóða nógv fleiri føroysk-skeið og geva teimum eina betri tænastu sum nýggir borgarir

Gunvør Balle
Valevni fyri Tjóðveldi

Gunvør Balle

Deil hesa grein umvegis
468 ad