Lýsing

Bústaðarmøguleikar – øll hava rætt til sítt heim

 

Vit eiga at hjálpa øllum borgarum í Tórshavnar kommunu at útvega sær egið heim.

Nógv hevur verið sagt og skrivað hvørt tað skal loysast við lutaíbúðum, leiguíbúðum, fleiri útstykkingum fleiri eigaraíbúðum og so framvegis. Og um kommunan skal byggja ella standa sum byggiharri – ella um tað privata skal byggja. Eg haldi, at vit skulu hava eitt sindur av hvørjum.

Vit skulu samstarva við landsmyndugleikarnar um at byggja heim til okkara borgarar við tarni – rørslu- og menningartarni.

Okkara ungu eiga at sleppa at búgva í heimbýnum og í heimbygdini. Somuleiðis okkara eldru borgarar.

Hetta má loysast, sum skjótast.

Saman við fyrisitingini fari eg at seta ferð á ítøkiligar skilagóðar verkætlanir, um eg verði valdur. Fyrisitingin situr við vitanini – nú skal hetta setast í verk.

Vel nýggja orku í býráðið – eg fari at gera mun!

Jóannes Guttesen, valevni fyri Tjóðveldi til býráðsvalið í Havn.

Jóannes Guttesen

Deil hesa grein umvegis
468 ad