Lýsing

Eitt lítið trin fyri meg – ein forðing fyri onnur

Atkomuviðurskiftini fyri fólk í koyristóli eiga at verða dagførd alla tíðina.

Tað skal ikki verða soleiðis, at neyðugt er at rulla úti á vegnum tí at gongubreytirnar ikki hava brúkiligar rampur.

Lendisgøturnar, sum geva okkum atgongd til okkara fantastisku náttúruperlur og gera at gongufólk og rullandi fólk eru burtur frá bilferðsluni, eiga allatíðina at verða dagførdar. Eitt lítið trin fyri meg kann verða ein avgerandi forðing fyri fólk í el-koyristóli:

Neyðugt viðlíkahald skal ikki bíða.

Lendisgøturnar eiga somuleiðis at verða dagførdar við ljósi, so at tað er trygt fyri børn og ung at nýta tær. Tað skal verða trygt fyri øll at njóta lendisgøturnar. Óneyðug óhapp kunnu fyribyrgjast við at hava gøtuljós á øllum gøtum.

Vit eiga at hjálpa har tørvurin er størstur.

Vel nýggja orku í býráðið – eg fari at gera mun!

Jóannes Guttesen, valevni fyri Tjóðveldi til býráðsvalið í Havn.

 

Jóannes Guttesen

Deil hesa grein umvegis
468 ad