Lýsing

Broytið nevndirnar Tórshavnar kommunu

So skal man til at rigga av í leiðsluni av Tórshavnar kommunu og fyrireika seg til andstøðu leiklutin. You win some and lose some, soleiðis er lívið.

Eg eri glað fyri og errin um øll tey mongu góðu átøk vit hava gjørt fyri kommununa, og vit ætla at vera ein konstruktiv andstøða, sum sjálvandi eisini er kritisk, har tað er neyðugt.

Eg gleði meg til at halda fram í Náttúru- og umhvørvisnevndini, har Elsa Berg og eg fara at seta nógv grøn mál á skrá. Í trivnaðarnevndini gleði eg meg til at arbeiða meir við integrasjón og við tí sosiala økinum, eitt økið sum er heilt nýtt fyri meg.

Nýggi meirilutin ætlar at deila vinnunevndina í tvey – eina havnanevnd og eina vinnunevnd. Hetta haldi eg ikki gevur nakra meining, havi sjálv sitið í vinnunevndini og tað er ikki nøkur stór arbeiðsbyrða, við bert uml 80-90 málum árliga. Nú er havnaútbyggingin enntá skjótt liðug og so fer tað málið at fylla nógv minni. Heldur er tørvur á seta eina vinnu-fyristing, sum veruliga kann arbeiða við at styrkja og menna umstøðurnar hjá vinnulívinum í høvuðsstaðnum. Sum er, er vinnuøkið einasta málsøki ið onga deild, og onga fyrisiting hevur. Havnarøkið hevur fyrisetingina á havnaskrivstovuni men vinnuøkið hevur ikki nakra beinleiðis fyrisiting og hetta er sera løgið.

Tað sum harafturímóti hevði givið meining er at skilja mentamálanevndina sundur. Eftir fýra ár sum forkvinna kann eg siga, at hon er uttan samanbering størsta og tyngsta nevnd í býráðnum, har eini 330 mál eru til viðgerðar árliga, óteljandi fundir og nógvir (mótstríðandi) áhugabólkar.

Uppskot til nevndir

Mentamálanevndin átti at verið deild upp, soleiðis at

– Mentamálanevndin hevur: mentan og list, ítrótt og frítíð

– Børn og Ung nevndin hevur: Dagstovnaøkið, Ungdóms klubbar osfr, skúli, sosiala øki/barnavernd

– Trivnaðarnevnd: Legg Eldranevnd saman aftur við

Trivnaðar nevndini, við fólkaheilsu, eldraøki (Heilsu og

umsorganartænastan), integrasjón, familju politikk og

barna tannlækna.

Harvið høvdu vit havt sama tal av nevndum – 8 – men fingið nógv meir logiskt málsbýti og meira javnt arbeiðsbýti í øllum nevndum.

Hetta eru míni fyrstu ráð til nýggja býráðsmeirilutan – enn er tíð at gera tað rætt

 

Gunvør Balle

Deil hesa grein umvegis
468 ad