Børn og ung skulu hoyrast og teirra sálarheilsa styrkjast
Fólkaheilsukanningin “hvussu hevur tú tað?” frá 2019 var enn ein rámandi áminning um, at fleiri batar mugu síggjast, tá tað kemur til trivnað og sálarheilsu hjá ungum. Sálarlig heilsa er alt tað, ið ger lívið vert at liva, og tað er tí so grundleggjandi, at vit styrkja um og fremja sálarheilsuna – eisini hjá børnum og ungum. Vit skulu taka úrslitini í kanningini í álvara og viðurkenna, at fleiri samfelagsligar broytingar skulu til fyri at síggja batar og betur trivnað á økinum.
Sálarsjúkur vísa seg ofta í einum ungum aldri. Donsk tøl vísa, at helvtin av øllum sálarsjúkum vísa seg áðrenn 14 ára aldurin, og 75% vísa seg áðrenn 24 ára aldurin. Haraftrat vísa føroysk tøl, at alsamt fleiri børn og ung fáa sálarligar avbjóðingar. Hesum eiga vit at lofta tíðliga og betur við at knýta sálarfrøðingar at fólkaskúlunum. Vit eiga eisini at arbeiða fyribyrgjandi m.a. við at lata lærarar í til at tosa um sálarligar avbjóðingar, ótta og umhvørvisótta, at áhaldandi arbeiða við trivnaðar átøkum, at byggja fleiri bústaðir og at skapa eitt rúmligt samfelag, har tað er pláss fyri fjølbroytni og har tað er OK, at ikki vera OK.
Vit eiga at veruliga taka hond um avbjóðingina. Fyrsta stig er, at vit ásanna, at hesar avbjóðingar ikki bara eru ein natúrligur partur av at vera barn og ungur. Harnæst eiga vit at seta fleiri og ymisk átøk í verk fyri at síggja batar og betri trivnað á økinum.