Lýsing

Bústaðarneyðin kann ikki blíva við at bíða

Tað er ikki langt síðan, at tosað varð um EXIT Føroyar, men tíbetur er gongdin vend seinastu árini til ENTER Føroyar, har fleiri og fleiri velja Føroyar til. Men fremsta fortreyt fyri, at fólk skulu kunna støðast og trívast er, at ein hevur okkurt at búgva í.

Í dag er tað ov trupult, at finna eitt heim at búgva í, fyri ein rímuligan kostnað. Vit hava leingi ótolnast eftir Bústaðarpakkanum hjá samgonguni og sakna ítøkilig átøk, fyri at loysa bústaðarneyðina. 

Tí spurdi Sirið Stenberg landsstýriskvinnuna í almannamálum, nær væntast kann, at Bústaðarpakkin kemur. Enn vita vit ikki nær hann kemur, annað enn at hann kemur fyrsta dagin, men tað er nógv sum bendir á, at Bústaðarpakkin fer at taka størri hædd fyri, at tað liggur ein profittur eftir, til nøkur sum skulu tjena, enn atlitið til tey, sum onki hava at búgva í.

“Alt gott um, at mann hevur privat virksemi, men tað sum landið stendur fyri, má hava sum fremstu raðfesting, at tryggja fólki tak yvir høvdið, fyri ein rímuligan penga – serliga fyri tey, sum av einhvørjari orsøk ikki megna sjálvi.” segði Sirið Stenberg í tinginum í dag.

Tíverri bleiv eisini greitt í tinginum í dag, at einki átak verður í bústaðarpakkanum, sum fer at betra um lánimøguleikarnar hjá fólki, at búsetast kring landið. Heldur ikki fer bústaðarpakkin at forða útlendingum, at keypa upp ogn og jørð í Føroyum. 

Hetta harmar okkum almikið, men vit fara áhaldandi at stríðast fyri og krevja at hetta verður broytt, so vit fáa ein bústaðarpolitikk, har føroyingurin er í miðdeplinum, og sum ger tað lættari fyri fólk, at fáa sær tak yvir høvdið fyri ein rímuligan penga, kring alt landið.

Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad