Lýsing

Føroyskur sjógvur er ikki danskt øki

Nú Brexit er á gáttini, stúra nógv ES lond fyri at missa fiskivinnurættindi í bretskum sjógvi. Summi teirra fara kanska at hyggja hendaveg og royna at sleppa at fáa part av føroysku kvotunum. 

Tí er umráðandi, at vit verja føroysku fiskivinnuna.

Millum teirra, ið kanska fara at missa fiskirættindi í samband við Brexit, eru donsk reiðarí. Hetta er sjálvandi spell, men vit mugu kortini halda fast um at føroyskur sjógvur er ikki danskt øki.

Tí havi eg sett løgmanni fyrispurning um, hvat samskifti er millum landsstýrið og donsku stjórnina, um at loyva donskum skipum í føroyskan sjógv at fiska, og um donsk reiðarí eiga í skipum, sum í seinastuni eru komin inn í føroysku fiskivinnuna.

Vit mugu ongantíð gloyma, at ES og Danmark boytottaðu føroysku fiskivinnuna. Tí mugu vit staðfesta, at bara Føroyar verja føroysk áhugamál.

Beinta Løwe

Beinta Løwe

Deil hesa grein umvegis
468 ad