Lýsing

Nógv góð átøk samtykt í Tórshavnar Kommunu

Vit halda fram at samtykkja nógv góð átøk til tað síðsta Burturúr rúgvuni kann nevnast:
í dag hevur mentamálanevndin samtykt at játtað 5mió kr til at broyta skúlan í Kongagøtu til dagstovn og harvið verður pláss fyri fleiri børnum í Miðstovninum.

Eisini samtyktu vit at játta pengar til skíðfelagið Fjalir til eina nýggja sleipilyft til Skeiðskarð, so tað legst ein enn longri skíðbreyt avtrat verandi.

1,5 mió er játtað til broytingar á Býarsavninum so framsýningarhølini verða betri og føst framsýning kann setast upp.
Tekniska nevnd samtykti í gjár royndarverkætlan við skundbussum ið koyra frá 14-23 desember frá parkeringsøkinum á Hálsi og oman í miðbýin og niðan aftur – frá kl 14 til 20 hvønn dag. Hetta fyri at tálma ferðsluni í miðbýnum og royndarkoyra eina ætlan, ið arbeitt verður við í framtíðini, at fáa fólk at parkera longri uppi í býnum og so taka skundbussar oman í býin. Sera spennandi verkætlan.

Byggi- og býarskipanarnevndin hevur samtykt friðing og umsitingarætlan fyri økið framvið Hoydalsá fyri at tryggja frílendisvirðini í økinum og halda fram við kolonihavavirkseminum. Økið skal skipast við gróðri av ymsum slag og tey almannagnligu virðini skulu tryggjast.
Hetta er eitt heilt fantastiskt mál, har vit hava framtíðartryggjað at hetta økið verður verandi friðað og landslags- og frílendsivirðini verða varðveitt.

Gunvør Balle, býráðslimur

Gunvør Balle

Deil hesa grein umvegis
468 ad