Lýsing

Fleiri námsfrøðingar, takk!

Ein góð, lærurík og mennandi tíð á dagstovni hevur ómetaliga stóran týdning fyri børnini. Hetta eru øll starvfólk, pedagogar & hjálparfólk røsk at syrgja fyri – men eg vil faktiskt siga, at tey eru órímiliga røsk.

 

Dagstovnaøkið er á fleiri økjum niðurpínt, og fleiri námsfrøðingar kenna tað, sum at støðan bara stendur við og versnar.  Tað kann ikki vera meiningin.

T.d. er sera stórur tørvur á námsfrøðingum í Føroyum í dag. Dagstovnalógin sigur, at tað í minsta lagi skulu vera 2/3 av starvsfólkunum á stovnunum, sum hava námsfrøðiliga útbúgving, men í løtuni er talið nærri 1/3. Í tølum svarar hetta til, at uml. 350 námsfrøðingar mangla – og tað er bara fyri fylgja lógini!

Og skuldu øll starvsfólkini verið námsfrøðignar, skuldu fleiri enn 700 námsfrøðingar verið aftur at dagstovnaøkinum.

 

Tí kundi ein bati verið, at námsfrøðingaútbúgvingin skrúvaði blussið upp í nøkur ár. Tí hava vit lagt uppskot fram, um at útbúgva fleiri námsfrøðingar. Í løtuni tekur Námsvísindadeildin á Setrinum 35 lesandi inn um árið, og av hesum koma á leið 25 út á arbeiðsmarknaðin um árið. Men hetta talið er alt ov lágt, um vit bara skulu byrja at nøkta tørvin.

Pedagogfelagið vísti eisini á herfyri, at hetta er eitt ov lágt tal, tí fráfallið av námsfrøðingum er eins stórt ella hægri. Hetta er ræðandi, tí tað týðir á, at vit ganga øvugtan veg!

 

Fyri einum ári síðan løgdu vit líknandi uppskot fram, men tað uppskotið bleiv felt við tí grundgeving, at samgongan arbeiðir við málinum. Men tað tykist ikki, sum at hetta hevur nakra serliga høga raðfesting millum málini, samgongan arbeiðir við. Tí pressa vit á enn einaferð nú.

 

Eg vil leggja afturat, at vit mugu ikki gloyma tey fólkini, sum longu eru úti á stovnunum. Vit mugu syrgja fyri, at tey, sum arbeiða á dagstovnaøkinum, ikki smokka saman undir arbeiðsbyrðuni. Vit mugu hækka normeringarnar og ikki minst lønarlagið. Men ein liður í loysnini er eisini at útbúgva fleiri námsfrøðingar.

 

Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad