Lýsing

Ikki eiti á jólagáva !

Tað er púra óskiljandi, at øll spariuppskotini hjá samgonguni raka tey veikastu í samfelagnum. Tær høgu inntøkurnar eru púra friðaðar. Størstu virðini verða latin teimum fáu, meðan sparingarnar raka tey veiku. Hetta sigur ikki so lítið um virðispolitikkin hjá sitandi samgongu. Ella mangulin uppá sama, freistast man at siga. 

Nú skerjir mann í  einum høggi upp til 2100 krónur um mánaðin av inntøkuni hjá fólki við skerdum førleika. Umframt at øll tey, sum koma í skipanina fáa fleiri túsund krónur minni inntøku enn í dag.

Tað hevur verið soleiðis, at fólk í tillagaðum starvi fáa løn eftir sáttmála fyri tann partin, sum arbeiðsgevarin lønar, alt eftir, hvussu arbeiðsførleikin er mettur. Restina hava tey fingið frá landinum alt eftir lønarbrøki og slag av arbeiði. 

Og páhaldið, um at ongin kemur at forvinna minni enn eina arbeiðaraløn, er afturvíst. Fleiri koma at liggja undir arbeiðaralønini.

Lívskorini hjá fólki við skerdum førleika verða við hesum munandi verri. Frameftir verður lønarískoytið frá landinum at rokna sum ein veiting. Hetta merkir í veruleikanum, at inntøkan hjá fólki í tillagaðum starvi kann broytast við løgtingslóg á hvørjum ári. Tað er als ikki nøktandi.

Vit í Tjóðveldi eru sannførd um, at hetta lógaruppskot ikki er í samsvar við ST-sáttmálan um rættindi hjá fólki, sum bera brek, sum Føroya Løgting samtykti í 2009. Breksáttmálin byggir á eina menniskjafatan, har virðingin fyri tí einstaka menniskjanum og møguleikarnir hjá hvørjum einstøkum skulu geva treytaleyst somu javnbjóðis rættindi til øll. At forða fyri mismuni vegna brek av øllum slag, og at samfelagið tryggjar øllum borgarum, sum bera brek, javnbjóðis rættindi at liva og virka í samfelagnum á jøvnum føti við øll onnur.

Eg eri stúrin um avleiðingarnar av uppskotinum. Eitt er tað fíggjarliga, sum als ikki er nøktandi. Annað er hugburðurin til fólk við skerdum førleika á arbeiðsmarknaðinum. Tað menniskjaliga virðið í at kenna seg til nyttu í samfelagnum, at hava nakað at fara upp til og skapa sær ein meiningsfullan gerandisdag, er fyri flest fólk besta bót til eitt eydnusamt og meiningsfult lív.

Tað er ongin ivi um, at lógarbroytingin økir um vandan fyri, at fleiri fólk fara at blíva fyritíðarpensjónistar heldur enn at fara í tillagað starv.

Vit hava hoyrt so nógv um, at tað skal loysa seg at arbeiða. Tað er bara ikki galdandi fyri fólk við skerdum førleika. Tey skulu hava minni. 

Ikki eiti á jólagáva…

Sirið Stenberg, Tjóðveldi

Sirið Stenberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad