Sirið spyr um koronukoppseting til sjúklingar í uttanlandsviðgerð
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um koronukoppseting til sjúklingar í uttanlandsviðgerð, settur landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
- Hvussu er ætlanin tryggja, at tey, sum eru stødd uttanlands í sjúkuviðgerð og teirra fylgjarar, verða koppsett? og nær kann roknast við, at hetta verður gjørt ?
- Verða starvsfólkini á sjúklingahotellinum í Keypmannahavn eisini boðin koppsetingina samstundis ?
Viðmerkingar:
Tað verða støðugt sendir sjúklingar til sjúkuviðgerð uttanlands. Størsti parturin á Ríkissjúkrahúsinum. Fleiri av sjúklingunum eru ein part av tíðini á sjúklingahotellinum, og fleiri teirra hava avvarðandi við. Tað eru eisini fleiri, sum ferðast tíðum millum londini í sambandi við langa viðgerðir.
Smittutrýstið er høgt í Danmark, og økta ferðingin saman við ymisku sjúkrasøgunum ger hetta til ein sera viðbreknan bólk. Tí hesir spurningar til landsstýrismannin, so greiða fæst á málinum.