Lýsing

Trýstið riggar: Útlendingar fara ikki at sleppa at uppkeypa fastogn

Tjóðveldi hevur roynt tvær ferð at seta reglur fyri útlendingar, ið ætla sær at keypa jørð, hús og ognir í Føroyum – skjótt verður hetta veruleiki.

Fyri einum ári síðan legði Tjóðveldi uppskot fram á tingi, sum skuldi forða útlendingum at keypa upp hús, jørð og ognir í Føroyum. Tað uppskotið bleiv felt av samgonguni, tí samgongan segði seg vera grundleggjandi ímóti hesum.

Sagt var m.a. tá, at: “Meirilutin (samgongan) heldur tað vera í andsøgn við eitt opið og liberalt samfelag ikki at geva øðrum enn fastbúgvandi loyvi at keypa ognir í Føroyum… Tað vil vera at diskriminera okkara grannar og útlendingar sum heild, um vit ikki loyva hesum at keypa sær ognir her.”

Nú er tónin ein annar. Nú kemur samgongan við sínum egna uppskoti, sum skal seta greiðar reglur og forðingar fyri uppkeyp av fastogn í Føroyum. Hetta uppskotið kemur væntandi á Ólavsøku. Hóast vit ikki kenna endaliga uppskotið, eru hetta gleðilig tíðindi.

Føroysk hús, jørð og lendi liggja í dag víðopin fyri útlendingum at keypa. Hetta kann gera tað so, at møguleikarnir hjá fólki her at útvega sær bústað fyri rímiligan kostnað verður tikin burtur.

Tað er gleðiligt, at samgongan nú tekur undir við Tjóðveldi, tí vit hava áhaldandi víst á, at neyðugt er at gera okkurt við hendan trupuleikan áðrenn ov seint er.

Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad