Uppskot til samtyktar um vakstraravtalu fyri Suðuroynna
floksskrivsstovan, September 4, 2007
15 Uppskot til samtyktar um vakstraravtalu fyri Suðuroynna
Ár 2007, 4. september, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi
Uppskot
til
samtyktar
Løgtingið tekur undir við, at vakstraravtalan fyri Suðuroynna verður sett í verk beinanvegin og fíggjað yvir fíggjarlógirnar 2008-2012.
Viðmerkingar
Undir fíggjarlógarviðgerðini 2006 setti Tjóðveldisflokkurin fram uppskot um játtan til eina vakstraravtalu fyri Suðuroynna, men varð uppskotið tíverri ikki gingið á møti tá.
Í uppskoti til eykajáttanarlóg 1-11/2006 frá 2. mars 2006 skeyt Tjóðveldisflokkurin aftur upp at játta 250.000 kr. til at fara undir vakstraravtaluna.
Tá tók landsstýrið av og setti fram sama uppskot ein mánað seinni í eykajáttanarlóg 1-13/2006 tann 4. apríl 2006, og samtykti Løgtingið tá at játta 250.000 kr. til at fara undir hesa ætlan.
Hóast eitt greitt tekin um Løgtingsins vilja í hesum máli, hendi kortini einki víðari við málinum.
Skrivligur fyrispurningur 100-31/2006 varð tí settur landsstýrismanninum í innlendismálum tann 9. mars 2007, har hann varð spurdur um gongdina í málinum.
Landsstýrismaðurin kunnaði Løgtingið um, at ein fundur hevði verið við kommunurnar í Suðuroynni tann 16. oktober 2006, har allir borgarstjórarnir í oynni undirskrivaðu eitt viljunarskriv, har teir váttaðu kommununnar vilja til at fíggja 10 mió.kr. í grunn til Suðuroyaravtaluna, treytað av at landið var sinnað at rinda aðrar 40 mió.kr.
Hóast allar kommunurnar góvu eina skrivliga váttan, og hóast allar kommunurnar framvegis stóðu við orð síni, helt landsstýrismaðurin í svari sínum til Løgtingið tann 10. apríl 2007 ikki málið vera búgvið til støðutakan.
Henda ætlan um at menna Suðuroynna við støði í oynni sjálvari hevur síðan á vári 2005 ligið til viðgerðar úti í kommununum og í landsstýrinum, men tá landsstýrið ikki sæst sinnað at taka eina støðu í málinum, eigur Løgtingið at gera tað.
Hóast ferðin á búskapinum eisini merkist í Suðuroynni, so bøtir hetta tó ikki um tann veruleikan, at oyggin hevur álvarsligar vinnuligar og demografiskar trupulleikar at dragast við.
Gongdin í fólkatalinum og samansetingin í mun til aldur og kyn hevur gingið skeiva vegin í langa tíð, og tað er í tøkum tíma, at ítøkilig stig verða tikin til at bøta um henda trupulleika, skal ikki hendan meginoyggin við 10% av íbúgvunum gerast ein skuggi av sær sjálvari.
Seinastu áttati árini hevur Suðuroyggin havt ein lægri vøkstur í fólkatalinum enn landið sum heild. Talan er um eina minking sæð í lutfalli til samlaða fólkatalið í landinum, og seinastu fimti árini hevur fólkatalið í Suðuroynni harafturat verið fyri eini árligari minking.
Seinastu tjúgu árini eru 1.020 fólk flutt av oynni. Talan er um eitt meðaltal upp á fýra fólk, ella eina heila familju, sum er farin av oynni hvønn mánað í fleiri enn tjúgu ár.
Seinastu tjúgu árini er fólkatalið í Suðuroynni minkað við 16% við lutfalsligari størri minking í yngru aldursbólkunum, meðan eldru aldursbólkarnir eru blivnir lutfalsliga størri.
Aldursbólkurin av teimum, sum eru yngri enn 20 ár, er minkaður við 31,5%, og aldursbólkurin frá 20-39 ár er minkaður við 25%.
Ein týðilig yvirvág er av kvinnum í burðarførum aldri í teimum yngru aldursbólkunum, sum fara av oynni, og verða tí lutfalsliga fá børn fødd. Um fimm til tíggju ár verður tí roknað við einum negativum burðaravlopi.
Grundarlagið fyri at stovna nýggjar fyritøkur í Suðuroynni er veikt við avmarkaðari atgongd til váðafúsan kapital, og fá parta- og smápartafeløg eru samanborið verður við miðal fyri alt landið.
Oyggin er í eini óndari ringrás, og stórur tørvur er á fjøltáttaðum tilboðum til allar hendur.
Frástøðan er ein partur av trupulleikunum, marknaðurin er avmarkaður, og strong fíggjarlig krøv verða sett til vinnulig framtøk.
Sambandið um Suðuroyarfjørð er dagført við nýggjum ferðamannaskipi. Hetta er eitt framstig í sjálvum sær, men almenni viljin til at gagnnýta hetta tekniska framstigið kennist tíverri heldur stirvin. Suðuroyingar hava tí ikki líka góðar møguleikar, sum føroyingar flestir at fáa lut í vøkstrinum í miðstaðarøkinum.
Eitt ávíst granskingararbeiði er gjørt á Granskingardeplinum fyri Økismenning, har Dennis Holm, samfelagsfrøðingur, og Bogi Mortensen, siviløkonomur, hava granskað í framtíðarútlitunum fyri búskaparvøkstri í Suðuroynni, og úrslitini eru døpur.
Skilligt er, at Suðuroyggin er eftirbátur í samfelagsmenningini, og at livikorini á staðnum fána burtur, sum tíðin gongur.
Vísast kann til:
Samfelags- og búskaparfrøðingarnir, Jógvan Mørkøre og Magni Laksáfoss eru upphavsmenn til frammanfyri nevndu vakstraravtaluna fyri Suðuroynna við fyrimynd íEyafjarðaravtaluni fyri part av Norðurlandinum í Íslandi.
Har er tað Vinnumálaráðið, Akureyrar Kommuna, Eyafjarða Ídnaðarmenningarfelag, Bygdastofnun, Hægri háskúlin í Akureyri, Ídnaðarmenningarstovnurin, Eyafjarðar Samstarvsfelag, Norðurlands Búskaparvirksemisstovan, fakfeløg í økinum og Útflutningsráð Íslands, sum eru gingin saman um avtalu fyri 4 ár.
Stevnast skal eftir, at Suðuroyarøkið aftur skal gerast:
• ein áhugaverdur búsetingarvalkostur til høvuðsstaðarøkið,
• íbúgvatalið skal fáast at vaksa aftur,
• kappingarførið skal betrast,
• vøkstur skal fáast aftur í búskapin,
• arbeiðsmegin skal mennast,
• virki og størv í kappingargreinum skulu økjast,
• dentur skal leggjast á altjóða verkætlanir,
• útlendskar íløgur og vitan skulu fáast til økið.
Fíggingarmynstrið í Íslandi er í høvuðsheitum, at landið rindar góða helvt, meðan kommunusamtak, vinnusamtak og onnur frá Eyafjarðarleiðini lata rest.
Annað dømi er vakstraravtalan í Oulu í Finnlandi, sum er ein sólskinssøga av sínum slagi.
Gongdin í fráflyting og einstáttaðum vinnulívi var meinlík henni Suðuroynni. Her var timburídnaðurin ein einstáttað høvuðsvinna, sum tey ungu ikki tímdu at fáast við. Tey fluttu burtur at fáa sær úbúgving, og høvdu so einki at koma heimaftur til.
Í Oulu var avgerð tikin um eina vakstraravtalu, har elektronikkur var eitt vinnuligt tyssi, ið semja var um at leggja seg eftir. Talan var um eina fjøltáttaða vinnu, ið gav arbeiði til nógvar hendur, tilflyting og nýggjar vakstrarmøguleikar.
Vakstraravtalan kom so væl við, at Oulu gjørdist ein kraftmiðdepil í Finnlandi, og fleiri líknandi avtalur eru gjørdar seinni. Nokia kom burtur úr hesi ætlan, og er hon ein heimsumfatandi risi av sínum slagi.
Dømið úr Oulu er eitt kollveltandi eindømi av sínum slagi. Onnur minni, men kortini týðandi dømi kunna eisini gera ein mun, sum merkist, meðan ein miseyðnað vakstraravtala fer at verða ein vanlukka.
Stigtakararnir til vakstraravtaluna fyri Suðroynna siga í skrivi til landsstýrismannin í innlendismálum tann 22. februar 2007, at teir samdust um ikki at seta á tær játtaðu 250.000 kr., fyrrenn landsstýrið gav tilsøgn til at halda avtaluna við kommunurnar frá 16. oktober 2006 um at fíggja 40 mió. kr. árini 2008-2012.
Einki frættist aftur frá landsstýrinum, og í løgmansrøðunum verður málið als ikki umrøtt.
Ætlanin er at lýsa, hvørjar vakstrarmøguleikar Suðuroyggin hevur, og ein týðandi partur av verkætlanini er, at ein avtala verður gjørd millum kommunurnar, landið og vinnulívið um, hvussu ein vakstrarætlan fær bein at standa á.
Kommunurnar standa við ta avtalu, tær gjørdu við landsstýrið um at skjóta inn 10 mió. kr. í hesa vakstraravtalu, har landsstýrið skuldi játtað 40 mió. kr.
Hóast akuttur tørvur er á at fáa hetta arbeiðið í gongd ongantíð ov skjótt, liggur henda ætlan tíverri framvegis á láni.
Vísandi til skrivliga fyrispurningin frá løgtingsmanninum Hergeir Nielsen til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í innlendismálum, har m.a. spurt varð til støðutakan landsstýrisins til uppskotið um at gera vakstraravtalu, og hvørt landsstýrið var sinnað at rinda 40 milliónir krónur tíðarskeiðið 2008-2012, vístu Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur, og Jógvan Mørkøre, stjórnmálafrøðingur, og geografur í grein í bløðunum á, atorðaskiftið vísti, at neyðugt er at taka afturíaftur, hvat ið ein tílík avtala er, og hvat ið hon inniber.
Teir vistu m.a. á, at:
”Tað týdningarmesta í øllum hesum var kortini, at skipast skuldi fyri eini tilgongd, ið leiðir fram til eina avtalu. Tilgongd – heldur enn ein frágreiðing – er eitt lyklarorð.
Avtala – heldur enn kanning – er annað lyklarorð.
Í viljunarskrivinum, ið borgarstjórarnir undirskrivaðu, váttaðu teir ”sín vilja at fíggja 10 mió. kr. í grunn til Suðuroyaravtalu fyri árini 2008-2012” [okkara herðing – ml & jm]. Ein týðandi partur hjá landsstýrismanninum at fara víðari við – so skjótt tilsvarandi váttan var fingin til vega frá landsstýrinum – var at skipa fyri einum grunni at umsita tær samanløgdu fimti milliónirnar.
Á fundi umborð á Smyrli 16. oktober í fjør, har landsstýrismaðurin í innlendismálum og borgarstjórarnir í oynni hittust við uppskotsstillararnar at røða nærri um tær 50 milliónirnar, var ongantíð nakar ivi um, at talan var um serligan grunn.
At gera vakstraravtalu er nýtt í Føroyum, men í londunum uttan um okkum hevur tað verið brúkt seinastu 20 árini og væl tað. Stundum við heilt góðum úrslitum.
Ein vakstraravtala er ein avtala millum nakrar aktørar um, hvussu teir ætla at skapa búskaparvøkstur í einum øki í einum ávísum tíðarskeiði. Í avtaluni verður rættiliga nágreiniliga ásett hvønn leiklut, hvør einstakur aktørur hevur. Tað ber til at hugsa um hetta sum eitt slag av arbeiðsbýti, har partarnir fyrst avtala, hvat skal gerast, og hvør skal gera hvat. Talan er sostatt um eina greiða avtalu, har hvør partur veit, hvat hann skal gera, og hvat hinir partarnir gera. Við at arbeiða út frá eini vakstraravtalu kann soleiðis tryggjast, at arbeitt verður fram ímóti einum vældefineraðum felags máli, har allir partarnir eru samdir um málið, og um hvussu málið skal røkkast.
Tá ein vakstraravtala verður gjørd fyri at skapa búskaparvøkstur í einum øki, er privata initiativið avgerandi. Ein vakstraravtala tekur tí støði í, at privata vinnan skal hava ein sentralan aktivan leiklut í avtaluni. Longu frá byrjan av skal privata vinnan tí við upp í leikin og vera við til at forma avtaluna, soleiðis at hon finnur sín leiklut í avtaluni. Á sama hátt skulu møguligar útlendskar fyritøkur eisini vera við í avtaluni og mugu tí eisini vera við frá byrjan av.
Tað eru sostatt nógvir aktørar í eini vakstraravtalu, men teir mest sentralu aktørarnir eru kommunurnar og landið. Skal ein vakstraravtala kunna gera nakran veruligan mun, krevst ein sterkur vilji og engagement frá hesum báðum aktørunum – teir mugu tí frá byrjan av kunna vísa vilja og áræði.
Um nakað trúvirði skal vera í fyrireikingunum í eini avtalu, er neyðugt fyrst at vita, hvat er til at gera gott við. Um hugskotið einans var at gera eina ætlan, var lætt at gera ein langan lista við háfloygdum ynskjum um, hvat skal gerast.
Men tá ein avtala skal gerast, er neyðugt at vera munandi meira konkretur og gera realistiskar avtalur, sum hava ein veruligan møguleika fyri at verða gjøgnumførdar. Tí er neyðugt at hava eina hóming av, hvat fyri fíggjarkarm ein hevur, soleiðis at avtalurnar verða gjørdar innan fyri fíggjarkarmin. Tað er høpisleyst at gera fastar avtalur við nógvar ymiskar aktørar – privatar og almennar – uttan at hava eina hóming av, hvat endaligi fíggjarkarmurin er. Tí má ein yvirordnað fíggjarramma leggjast tíðliga í tilgongdini, har størstu aktørarnir – í hesum føri land og kommunur – greitt melda út, hvat teirra fíggjarkarmur er.
Tilgongdin við, at land og kommunur skulu játta pening til eina avtalu, áðrenn nakað meiri nágreiniligt tilfar liggur á borðinum, kann tykjast løgin fyri onkran. Tað var í øllum førum niðurlagið hjá flestu tingmonnum, ið góvu sína hugsan til kennar, tá ið uppskotið um vakstraravtalu var fyri í tinginum í hinari vikuni. Her er vert at endurtaka enn einaferð, at talan er ikki um nakra kanning, men um eina konkreta avtalu, og at tað tí er neyðugt at leggja eina fasta rammu, sum avtalan skal halda seg innanfyri.
Hetta er vanlig tilgongd í øðrum londum, har tílíkar avtalur verða gjørdar. Eisini kenna vit væl hetta frá t.d. rammuavtalunum í E.S., har ein fíggjarkarmur verður settur upp fyri tey serligu málsøkini 1, 2 og 3 fyri ávíst áramál. (Objectives 1-3). Málsøkini 1 og 2 eru fyri serlig geografisk øki við trupulleikum. Ikki fyrr enn karmurin er settur upp, ber til at gera meiri nágreiniligar avtalur við ymisku partarnar um, hvussu peningurin skal brúkast.
Nógv álit og og nógvar ætlanir eru skrivað um støðuna í Suðuroy – økismenningarálitið, ið kom fyri nøkrum árum síðani, er eitt gott dømi um hetta, og júst útkomna ritið frá Granskingardepilinum fyri Økismenning, Vinnulívið í Suðuroynni í 2006, er eitt annað gott dømi, ið lýsir bygnaðartrupulleikarnar í Suðuroy sera væl.
Men fyri tað, at vit í dag hava arbeiði til allar hendur, sum í dag eru í Suðuroy, so eru bygnaðartrupulleikarnir ikki loystir. Tað er framvegis talan um eina strukturkreppu, sum eingin veruliga hevur gjørt nakað við.
Suðuroyggin er ikki í løtuni í eini kreppustøðu, men bygnaðarligu trupulleikarnir liggja óloystir
At gera eina vakstraravtalu fyri Suðuroynna vil vera at taka av avbjóðingini. Eftir okkara tykki tann einasti mátin hjá politikarum, ið ráða fyri landi og kommunum í Suðuroy, vilja teir liva upp til sína ábyrgd mótvegis hesi avbjóðing.”
1. viðgerð 25. september 2007. Málið beint í rættarnevndina