Sirið spyr um bíðitíðirnar í barnapsykiatriini
Spyrjari: Sirið Stenberg
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen
Evni: Langar bíðitíðir í barnapsykiatriini
Spurningar:
- Hvussu langar eru bíðitíðirnar í barnaspykiatriini ?
- Eru bíðitíðirnar ymiskar fyri ymisku bólkarnar av børnum ?
- Hvussu ætlar landsstýrismaðurin ítøkiliga at fáa bíðitíðina niður ?
- Og hvussu nógv væntar landsstýrismaðurin, at bíðitíðin kann minka í ár ?
- Er tað í kørmunum fyri 2020 lagt upp fyri raðfesting av barnapsykiatriini ?
Viðmerkingar:
Langar bíðitíðir
Í seinastu samgongu bleiv barnapsykiatriin raðfest munandi. Tað eydnaðist í stóran mun at fáa bíðilistarnar langt niður, og í ávísan mun so gott sum burtur.
Nú frættist, at bíðitíðin aftur er longd til langt yvir eitt ár, og at talið av ávísingum veksur alsamt.
Skjót hjálp er góð hjálp
Tað er sera álvarsamt við bíðilistum í barnapsykiatriini. Barnalívið er stutt, og ein bíðitíð, sum kann koma upp móti tveimum árum, kann gera, at støður, sum møguliga kundu verið hjálptar, um hjálpin kom í góðari tíð, kunnu elva til álvarsama sjúku, sum kann blíva varandi. Tí má alt setast til fyri at fáa bíðitíðina niður. Barnalívið má ikki brúkast til at vera á bíðlista. Tað skapar líðing har tíðin skuldi fari til trivnað og menning.