Framsøgurøða hjá Hervør Pálsdóttir til aðalorðaskifti um uttanríkispolitikk
Harra formaður,
Í dag hava vit aðalorðaskifti um útvald uttanríkismál.
Føroyar og føroyingar eru ein stórhavstjóð. Vit liggja sum miðdepilin í Norðuratlantshavi og sum bæði partur av og portrið til arktiska økið.
Nú herða heimsins stórveldi, tjóðir og altjóða fyritøkur aftur stríðið um vald og ávirkan um okkara leiðir. Bæði orsakað av at tí ríka tilfeingi, vit eiga. Og við tí beinleiðis fyri eyga at stýra og gera av siglingarleiðir, virksemi, infrakervi og búskaparligar møguleikar í Norðuratlantshavi og Arktis.
Vit vita, at ígjøgnum seinastu øldina hava Føroyar verið nýttar sum ein finna í hernaðarpolitiskum talvi. Har onnur hava tikið sær rættin til at taka avgerðir í okkara landi, okkara sjógvi og okkara loftrúmi – og hava fingið stórar fíggjarligar og uttanríkispolitiskar fyrimunir av hesum.
Føroyar eru land og føroyingar eru tjóð, sum hava allan rætt at taka avgerðir sjálv og at samráðast um okkara egnu støðu og áhugamál. Og tað er neyðugt at vit seta út í kortið hvat vit vilja við okkara uttanríkispolitikki. Hvørjar Føroyar vilja vit vera í heimssamfelagnum?
Vit duga kanska ikki nóg væl at hugsa, sum ein statur, tí vit hava ikki uppført okkum, sum ein statur. Vit hava bara latið ábyrgdina yvir til onnur. Onkursvegna virkar tað óbúgvið. Um eg taki radaramálið, sum eg havi sloppið at viðgjørt eitt sindur í uttanlandsnevndini hesa síðstu tíðina, sum dømi, so virkar tilgongdin undarlig. Hetta er eitt stórt mál, ið kann hava stórar avleiðingar. Tað tók alt ov langa tíð áðrenn landsstýrismaðurin kom í uttanlandsnevndina við málinum, og onkursvegna tykist tað sum vit góðtaka framferðarháttin hjá dønum. Vit mugu traðka í karakter. Vit kunnu ikki leggja okkum fløt fyri donskum útleggingum og góðtaka teirra framferðarhátt. Skulu vit samráðast, ja so skulu vit takast við beinanvegin og so skal premissan ikki verða løgd áðrenn. So skjótt vit góðtaka premissuna hjá dønum, so er samráðingarstøðan vikna nógv. Men at taka hetta málið sum eina sjálvfylgju og nakað vit bara skulu nikka til, tað tykist heilt margháttligt. At vit bara síggja uppá málið sum at premissan frá dønum er tann einasta, og at vit ikki sjálvi kunnu seta radaran upp og reka hann úr Føroyum.
Afturat tí, so eiga vit at leggja eina ætlan fyri støðu og áhugamál Føroya í hernaðar- og trygdarpolitiskum málum. Um hvørji áhugamál Føroyar hava sum ein friðartjóð í Norðuratlantshavi, og so mugu vit fáa staðfest, at einans Føroya fólk og Føroya Løgting kunnu gera av, hvat fer fram og hvat kann gerast í hernaðarmálum og trygdarmálum í okkara egna landi, sjógvi og loftrúmi.
…
Harra formaður,
Tað er nógv í hesi frágreiðing at taka fatur í. Men lat meg taka fatur á fílininum í frágreiðingini. Gjøgnum alla frágreiðingina vísir tað seg greitt – aftur og aftur, at forðingarnar hjá Føroyum í altjóða viðurskiftum eru forðingar, sum koma av ríkisrættarligustøðu okkara; heimastýrislógin og uttanríkispolitiska heimildarlógin, sum liggja sum grund undir okkara luttøku í altjóða samfelagnum. DFG-skipanin lýsir væl, hvussu absurd støðan er. Í felagsskapum ella altjóðarættarligum sáttmálum, sum viðvíkja Føroyum og Grønlandi, har Danmark sum so ikki er sáttmálapartur, skulu Føroyar og Grønland deilast um atkvøðuna og semjast um, hvussu farast skal fram. Í teimum førum, har vit hava ymisk áhugamál, verður ikki atkvøtt. Harvið verða vit sett uttanfyri ávirkan, um vit ikki eru samd við Grønlandi. Ríkisrættarliga støðan er eitt haft um beinið – ein spennitroyggja.
Vit eru ikki sjálvstøðugur limur í Norðurlandaráðnum, vit fáa møguliga atlimaskap í WHO í ár, og vit eru heldur ikki í IOC, fyri at nevna onkur dømi.
Og í frágreiðingini verður víst á, “at sambært fatanini hjá donsku stjórnini, er danska ríkið ein eindarstatur”. Víðari stendur, at “eindarríkisfatanin forðar sambært donsku stjórnini fyri, at Føroyar kunnu gera sáttmálar í egnum navni, og vera sjálvstøðugur partur av sáttmála, sum Danmark eisini eru partur av”.
Vit hava í nærum øllum høpi tendens til, at øll onnur skulu broyta reglurnar, fyri at vit kunnu vera við á jøvnum føti. At danir skulu hava eina meira pragmatiska tulking av síni grundlóg, so vit fáa fríari teymar. Vit brúka óneyðuga nógva orku uppá at fáa atlimaskapir, at kjakast um hvussu vit skulu fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum o.s.v. Men loysnin er rímiliga greið. Tað eru bara ikki øll, sum vilja viðurkenna hana. Er tað eindarstatsfatinin, sum er forðingin? Ella er tað faktist heimastýrisfatanin, ið er trupulleikin? Altso vantandi viljin til at taka ábyrgd. Skulu vit vera við, á jøvnum føti, jamen so mugu vit taka stigini, sum skulu til.
Samstundis tykist tað sum at summi lata seg lumpa av donskum forsætismálaráðharrum, um at tey sjálvandi vilja ganga ynskinum á møti, tá vit skjótast gjørligt skipa føroyska fullveldi. Leygardagin var áhugavert tiltak í Klaksvík um fullveldissamráðingarnar, har tað so dyggiliga varð staðfest, at mótviljin hjá donsku stjórnini var harður og tey høvdu ikki í sinni at ganga hesum ynski á møti. Tí hvør danskur forsætismálaráðharri vil vera tann, ið minkar um sín egna stat og um sítt pláss í heimssamfelagnum?
…
Men harra formaður,
Hví vilja vit ikki eiga hetta landið og hava fullu ábyrgdina? Eg skilji væl, at danir vilja eiga tað, men hví vilja vit ikki?
Ja, tað kostar at taka fulla ábyrgd, men tað kostar sanniliga eisini at lata verða. Sum vit kunnu staðfesta við hesi frágreiðingini um uttanríkismál, so er nógv hjá okkum at vinna – um vit taka ábyrgdina.
…
Man kann rulla við eygunum. Suffa eitt sindur og seta sær spurningin hví Tjóðveldi altíð skal siga at fullveldi er lykilin til alt.
MEN!
Fullveldi hjá føroysku tjóðini er fortreytin fyri at vinna Føroyum beinleiðis samband við allan heim og altjóða felagsskapir. Tað eru einans vit, ið røkja okkara egnu áhugamál. Loysnirnar eru ikki at finna í teimum karmunum, sum binda okkum niður. Tí er loysnin á forðingunum, at Føroyar meldar seg inn á banan, at vit taka burtur tær foringar, ið eru og skipa føroyska fullveldi. Samstarv millum Føroyar og danska statin er ikki tongt at, at Føroyar eru undirlagdar Danmark. Tað liggur eitt framkomnari samstarv í tí, at samstarva á jøvnum føti sum líkastillaðir partar.
…
Harra formaður,
Um vit hyggja frameftir harfrá. Hvørjar Føroyar skulu vit vera í heimssamfelagnum? Hvør skal myndin verða av Føroyum? Hvør er kósin? Hendan frágreiðingin leggur seg heldur eftir at reisa spurningar og lýsa avbjóðingarnar, heldur enn at seta kósina.
At vinna Føroyum altjóða samstørv er eitt mál, ið vit skulu standa saman um. Samstørv skapa eisini menning og lata dyrnar upp fyri møguleikum fyri okkum sum land. Um vit hyggja at norðurlandasamstarvinum, sum liggur okkum so natúrligt, sum skapar góð sambond við okkara grannar. Har hava vit eisini nógv at vinna, at læra og at læra frá okkum. Kjakið seinastu dagarnir hevur verið heldur øðrvísi um norðurlandaráðið, enn vanligt, í mun til málið um fosturtøkulógina. Lat tað verða sligið fast, at mín sannføring er, at norðurlandaráðið als ikki skal blanda seg í slíka lóggávu í Føroyum.
…
Men tað hevur týdning fyri okkum út at til, at vit standa sterkt saman og at vit hava eina greiða ætlan við uttanríkispolitikkinum. At ímyndin av Føroyum er eitt skipað land, ið onnur vilja samstarva við. At vit kunnu vera við og gera okkara ávirkan galdandi. Einki kemur av sær sjálvum, og tað eru bara vit, ið røkja okkara áhugamál og føra okkum fram í heimssamfelagnum og skapa okkum rásarúm á heimspallinum.
Vit skulu læra okkum at hugsa sum ein statur. Vit skulu verða ein framkomin og ábyrgdarfull tjóð. Vit skulu bjóða okkum fram í altjóða samfelagnum, men avgerðirnar, ið hava við Føroyar at gera, skulu takast í Føroyum av føroyingum. Føroyar eiga at taka fult ræði á sínum uttanríkispolitikki og umboða seg sjálvar mótvegis øllum altjóða samstarvi og felagsskapum.
…
Harra formaður,
Tjóðveldi byggir á altjóða hugsjón og á altjóða samstarv. Vit vilja virka fyri friði, fyri hernaðarligari avdubbing. Vit vilja samstarva um átøk móti veðurlagsbroytingum, vit vilja arbeiða fyri javnstøðu, fyri samhaldsfesti, fyri mannarættindum. Vit vilja arbeiða fyri fólkaræði, frælsi og rættvísi.
Við framkomnum altjóða samstarvið vilja vit virka fyri, at Føroyar eru ein viðleikari, at vit síggja okkum sum ein part av heimssamfelagnum við teimum ábyrgdum og skyldum, tað hevur við sær, og at vit føra ein uttanríkispolitikk, ið sjálvandi eisini tekur støði í føroyska samfelagnum og føroyskum fortreytum.