Tobbi spyr um ríkisveitingina
Spurningur:
Hvussu rúgvismikil var danska ríkisveitingin í krónum áðrenn skorið var í hana pr. 01. januar 2002, og hvussu stórur partur, lutfalsliga, var danska ríkisveitingin tá av løgtingsfíggjarlógini og av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni?
Danska ríkisveitingin varð skorin við 366 milliónum krónum, hvussu stórur partur, lutfalsliga, var danska ríkisveitingin av løgtingsfíggjarlógini og av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni í 2003 t.d.?
Hvussu stórur partur var danska ríkisveitingin, lutfalsliga, av løgtingsfíggjarlógini og føroysku bruttotjóðarúrtøkuni tað seinasta árið vit hava eina endaliga uppgerð fyri hesa seinru?
Hvussu rúgvismikil hevði danska ríkisveitingin nú verið í krónum, um ongin broyting var gjørd henni viðvíkjandi yvirhøvur síðan ár 2000, og hvussu stórur partur hevði hon tá verið, lutfalsliga, av løgtingsfíggjarlógini og bruttotjóðarúrtøkuni?
Hvørjar høvdu tær fíggjar- og búskaparligu avleiðingarnar verið, um tað, sum nú er eftir av donsku ríkisveitingini, hevði verið laðað niður við einum fjórðingi hvør árið í 2022, 2023, 2024 og 2025, soleiðis, at danska ríkisveitingin ikki longur var ein partur av føroyska búskapinum?
Viðmerkingar:
Ivaleyst eru tað fleiri politiskar orsøkir og stjórnmálslig áhugamál, ið liggja undir hesum fyribrigdi, at føroyski landskassin úr danska ríkiskassanum fær fluttar fleiri hundrað tals milliónir krónur um árið til føroyska landshúsarhaldið. Hesir spurningar eru ikki settir fyri at fáa politisk ella partapolitisk svar.
Spurningarnir eru settir av búskaparfrøðiligum áhuga. Refusiónsskipanir og seinri ríkisveiting vuksu ár undan ári fram til tann dagin ein samgonga og landsstýri hennara, fyrst í hesari øldini, valdi at minka munandi um árligu upphæddina í einvegis ferðsluni millum kassarnar báðar.
Borgarar okkara eiga at fáa politiskt og partapolitiskt ólitað svar á spurningin, um hvør støðan var áðrenn niðurskurin, eftir niðurskurin, seinast bruttotjóðarúrtøkan var uppgjørd, hvør støðan í dag hevði verið, um ríkisveitingin ongantíð varð skorin og danski prísvøksturin ongantíð var steðgaður. Tað er eisini umráðandi, at seinasta svarið er eitt búskaparfrøðiligt svar, har mett verður um fíggjar- og búskaparligu avleiðingarnar av at skerja donsku ríkisveitingina burtur eftir 4 árum frá 2022 til og við 2025.
Á Føroya løgtingi, 27. apríl 2021
Tórbjørn Jacobsen