Lýsing

Tað snýr seg um eitt alternativ til bankarnar

Nógv umrøða hevur verið um uppskotið hjá mær og Beintu Løwe, um at fólk skulu hava møguleikan at velja eina almenna lønarkonto.

Endamálið við uppskotinum er at veita fólki eitt alternativ til bankarnar, nú gjøldini bara hækka og blíva alsamt fleiri, samstundis sum tænastustøðið versnar. Fleiri deildir og kassar kring landið eru niðurlagdir, upplatingartíðirnar gerast órímuligari. Samstundis er negativ renta áløgd fleiri – gott nokk er markið fyri nær tú rindar negativa rentu í dag nokkso høgt, men hetta fer allarhelst bara at lækka, sum tíðin frálíður. Tað síggja vit longu. Og tað er ongin ivi um, at negativa rentan eisini hevur stórar avleiðingar fyri bústaðarmarknaðin. 

Eg haldi, vit eru komin at mørkum.

Eg skilji væl, at tað kann ljóða fremmant við eini almennari bankaloysn, men hetta er ikki nakað nýtt. Tað er ikki langt síðan, at vit høvdu giro-stovuna hjá Postverki Føroya, og fleiri lond í Evropa hava almennar bankaloysnir. Í Týsklandi er hetta heilt vanligt.

Í øðrum londum eru eisini ymsir samvinnubankar, har endamálið ikki er avlop, men at veita tryggar, dyggar og ódýrar tænastur. Coop handlarnir eru farnir undir slíkt virksemi fyri tíð síðan, og fakfelagsbankar eru eisini í okkara grannalondum.

Men her í Føroyum hava vit onki alternativ til bankarnar. Bankarnir hava so at siga monopol uppá okkum føroyingar, tí tað er ásett, at øll skulu hava eina lønarkonto í einum góðkendum skattaavrokningarstaði, og higartil eru tað bert bankarnir, ið hava verið góðkendir. Orsøkin til, at eg og Beinta løgdu uppskotið fram er tí, at vit meta at bankarnir taka seg væl betaltar, fyri at goyma lønirnar fyri okkum. Gjøldini til løntakaran eru alt ov høg!

Tað sær tó ikki út til, at nakar politiskur vilji er, at gera nakað við hetta. Vit hava sum land álagt fólki at hava lønarkonto, men ongin ynskir at seta seg upp ímóti ella seta krøv til bankarnar afturfyri.

Og løntakarin betalir!

Sirið Stenberg

Sirið Stenberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad