Lýsing

Hvar er virðingin fyri starvsfólkum og brúkarum á eldraøkinum?

Maskinur skulu bjarga eldraøkinum, sigur samgongan, nú tað er komið fram í miðlunum, at stórur tørvur er á starsvfólkum.

Hetta er vantandi virðing fyri starvsfólkum og brúkarum.

Fyri tað fyrsta kostar ein maskina ivaleyst meira ein eina ársløn hjá einum heilsuhjálpara. Harumframt er ivasamt, um henda loysnin er tøk nú, ið tørvur longu er á starvsfólkum.

Harumframt er eldraøkið ikki eitt samliband, har brúkarar bara skulu avgreiðast. Eldraøkið er m.a. umsorgan, prát og røkt, og tað klárar ein maskina ikki.

Men tað er sjónligt, at samgongan ikki tekur hetta í álvara. Tí samgongan feldi uppskotið hjá Tjóðveldi um at útbúgva fleiri fólk til eldra og heilsuøkið.

Skulu fleiri útbúgva seg til størvini má politiska skipanin ganga á odda og vísa virðing fyri hesum størvum.

Ein partur av loysnini er betri løn. Hevur tú ráð at keypa eina maskinu, hevur tú eisini ráð at geva heilsuhjálparum og heilsurøktarum betri løn.

Ein annar partur av loysnini er at politiska skipanin byrjar at virða hesi størvini.

Beinta Løwe

Beinta Løwe

Deil hesa grein umvegis
468 ad