Lýsing

Uppskot til løgtingslóg um barnaumboðsmann

 

27 Uppskot til  løgtingslóg um barnaumboðsmann
 
Ár 2007, 21. september, løgdu tingmenninir Finnur Helmsdal og Páll á Reynatúgvu, vegna Tjóðveldi fram soljóðandi
Uppskot
 
til
 
løgtingslóg um barnaumboðsmann
 
§ 1. Ein umboðsstovnur, ið tænir børnum, bøtir um barnakor og tekur sær av teimum rættindum og tí tørvi, ið børn hava sambært hesari lóggávu, verður settur á stovn.
Stk. 2. Børn eru í hesum føri einstaklingar yngri enn 18 ár.
 
§ 2.  Landsstýrismaðurin setir barnaumboðsmannin í eitt 5 ára skeið. Barnaumboðsmaðurin kann bara loysast úr starvi eftir reglunum í løgtingslógini um tænastumenn § 25.
Stk. 2. Um serligar umstøður gera seg galdandi, ber tó til at seta umboðsmannin av nýggjum í mesta lagi í 5 ár aftrat, uttan at starvið verður lýst leyst.
Stk. 3. Barnaumboðsmaðurin skal hava lokið prógv við viðkomandi útbúgving. Er  barnaumboðsmaðurin ikki løgfrøðingur, verður løgfrøðingur settur í starv á barnaumboðsmansstovninum.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir løn og onnur setanarviðurskifti barnaumboðsmansins. Barnaumboðsmaðurin kann ikki vera í øðrum løntum starvi og kann ikki átaka sær uppgávur, sum órógva barnaumboðsmansstarvið.
 
§ 3. Barnaumboðsmaðurin skal virka fyri, at landsstýrið, kommunur og stovnar skipaðir undir hesum, einstaklingar, feløg og einstaklingasamtøk virða rættindi, tørv og lógarrætt barna. Umboðsmaðurin skal haraftrat seta fram uppskot og koma við ábendingum um, hvussu børn kunnu fáa betri samfelagsligar sømdir.
Stk. 2. Barnaumboðsmaðurin skal serliga leggja dent á:
a)      at elva til samfelagskjak um barnaumstøður og barnakor,
b)      at koma fram við og vísa á uppskot, ið gera børn løgfrøðiliga og stýrisskipanarliga betur fyri,
c)      at arbeiða fyri, at altjóðareglugerðir um barnarættindi og barnavælferð, sum samtyktar eru at seta í verk í landinum, verða virdar, og minna á, at hesar reglugerðir eru galdandi,
d)      at taka stig til hóskandi tiltøk, um mett verður, at tey, sum nevnd verða í fyrsta broti, hava gjørt seg inn á børn viðvíkjandi rættindum teirra, tørvi og samfelagskorum, annaðhvørt við sínum dagliga atburði ella við líkasælu og misrøkt,
e)      at kunna fólk um lógir og rættarreglur, ið eru galdandi í sambandi við børn og ung, og birta upp undir gransking á hesum øki.
Stk. 3. Um barnaumboðsmaðurin heldur, at seinni liður í stk. 2 d), hevur verið brotin, skal hann koma við hóskandi, próvgrundaðari frágreiðing til tey, sum varða av, og koma við uppskotum, ið kunnu bøta um hesi viðurskifti.
Stk. 4.Í sambandi við byggimál, sum beinleiðis ella óbeinleiðis hýsa børnum og barnavirksemi, skal barnaumboðsmaðurin kunnast um byggingina, áðrenn bygt verður.
 
§ 4. Barnaumboðsmaðurin er ráðgevi hjá barnaverndartænastunumsbr. reglunum íbarnaforsorgarlógini.
 
§ 5. Øll kunnu koma við eini áheitan til barnaumboðsmannin.
Stk. 2. Barnaumboðsmaðurin kann sjálvur taka mál upp til viðgerðar, og hann kann viðgera mál,  tá ið hann fær próvgrundaðar ábendingar av onkrum slagi. Hann ger sjálvur av, um ein ábending er verd at verða viðgjørd.
Stk. 3. Barnaumboðsmaðurin viðger ikki ósemjur millum einstakar persónar, men tey, sum koma til hansara vegna ósemjur, fáa kunning um fyrisitingarlig og  løgfrøðilig rættindi og loysnir.
 
§ 6. Tagnarskylda er galdandi, men kortini skal fyrisitingin veita barnaumboðsmanninum allar upplýsingar, ið hann heldur vera neyðugar. Á sama hátt skulu einstaklingar, feløg og einstaklingasamtøk geva barnaumboðsmanninum allar upplýsingar, ið hann metir at vera neyðugar, arbeiði hansara til frama, sbr. § 3 d) .
Stk. 2. Barnaumboðsmaðurin skal haraftrat hava óskerda atgongd til allar stovnar, har børn búgva ella á ein hvønn hátt hava við børn at gera, um hann metir hetta vera neyðugt. Hetta er galdandi fyri bæði almennar stovnar og stovnar, sum einstaklingar, feløg ella onnur einstaklingasamtøk reka.
 
§ 7. Barnaumboðsmaðurin og starvsfólk á stovninum hava tagnarskyldu eftir reglunum í revsilógini.
 
§ 8. Barnaumboðsmaðurin setir starvsfólkini á stovninum sbr. játtanum á løgtingsfíggjarlógini og sambært reglum og sáttmálum, sum galdandi eru fyri almennar stovnar
 
§ 9. Á hvørjum ári skal barnaumboðsmaðurin senda landsstýrismanninum eina frágreiðing um virksemið i farna ári. Frágreiðingin er almenn og skal vera prentað áðrenn 1. juli á hvørjum ári. Annars starvar barnaumboðsmaðurin sjálvstøðugt og er í virki sínum óheftur av tí almennu fyrisitingini.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger eina neyvari reglugerð um virksemi barnaumboðsmansins eftir uppskoti frá umboðsmanninum.
 
§ 10. Løgtingslógin kemur í gildi 1. januar 2008.
 
Viðmerkingar: 
Gerandisdagurin hjá børnum okkara er í eini broytingartíð. Tað at vera barn í dagsins samfelag er ein leiklutur í kapprenning við tíðina. Væltilrættislagdi gerandisdagurin við føstu klokkutíðunum gevur børnunum lítlan møguleika at vera børn uttan at skula eitthvørt. Samstundis er ávirkanin frá miðlum, telduspølum, alnótini, og videospølum so ógvuslig, at viðbrekna barnasálin lættliga følnar ella skeiglast úr síni upprunaligu og óspiltu barnatilveru. Tíðarskeiðið, tú ert barn í friði og náðum, er um at vera farið, ella stendur fyri stórum hóttanum.
 
Samstundis eru málini um siðabrotsverk og skipaðan kynsligan ágang móti børnum vorðin gerandiskostur við dómstólarnar.
 
Eingin ivi er um, at foreldrini hava fulla ábyrgd av at uppala og verja síni børn móti hóttanum í gerandisdegnum, tað veri seg stakhendingum ella framhaldandi ávirkan, men bæði børn, foreldur og politikarar fáa gagn av einum barnaumboðsmanni, sum skal tryggja, at samfelagið alt virðir rættindi, tørv og lógarrætt barna, og virkar hareftir.
 
Grein 3 lýsir nágreiniliga innihaldið í arbeiðinum hjá barnaumboðsmanninum.
 
Øll kunnu koma við eini áheitan til barnaumboðsmannin, sum eisini sjálvur kann taka mál upp til viðgerðar, men barnaumboðsmaðurin viðger tó ikki ósemjur millum einstakar persónar. 
 
Barnaumboðsmaðurin hevur barnatelefon, har børn kunnu ringja og leita sær hjálp og upplýsing.
 
Barnaumboðsmaðurin virkar sum ráðgevi hjá barnaverndartænastunum, arbeiðir óheftur og er ikki á nakran hátt knýttur at aðrari almennari fyrisiting, eitt nú Almannastovuni.  
 
Lógaruppskotið hevur fyrimynd sína í galdandi lógum um barnaumboðsmann í grannalondum okkara.
 
Skipanin verður mett at kosta landskassanum 2 mió. krónur árliga.
Deil hesa grein umvegis
468 ad