Lýsing

Heilsu og umsorganarfrádráttur til starvsfólk

Stórur tørvur er á starvsfólkum á heilsu og umsorganarøkjunum. Heilsu og eldra økið fær ikki heilsurøktarar, heilsuhjálparar og sjúkrrøktarfrøðingar. Dagstovnaøkið og serøkið fáa heldur ikki námsfrøðingar. Hesin trupulleikin má loysast.

Ein loysn er at útbúgva fleiri innan hesi økini.

Men ein onnur loysn er at gera tað attraktivt at arbeiða innan hesi økini, har lønin ofta er lág ella í øllum førum ikki nógv góð.

Eg haldi, at ein loysn kundi verið ein heilsu og umsorganarfrádráttur til starvsfólkini, so fólkini fáa meira burturúr fíggjarliga at arbeiða innan hesi økini.

Vit kenna t.d. til sjómannafrádráttin, og ein líknandi skipan eigur at verða gjørd fyri fólk, ið arbeiða innan heilsu og eldraøkið, og dagstovna og umsorgaranaøkið.

Harvið hevði tað loyst seg betur fíggjarliga at arbeitt innan hesi økini, og tað kundi verið við til at fingið fleiri fólk í starv, umframt at fingið fleiri fólk at tikið útbúgvin sum pedagogur, heilsurøktari, heilsuhjálpari og sjúkrarøktarfrøðingur.

Beinta Løwe,

løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Beinta Løwe

Deil hesa grein umvegis
468 ad