Lýsing

Uppskot til um ætlanir Tjóðveldisins í álitinum til fíggjarløgtingslógina fyri 2009

Løgtingið heitir á landsstýrið, um skjótast gjørligt at smíða og leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslógir soleiðis, at ætlanir Tjóðveldisins í álitinum til fíggjarløgtingslógina 2009 fult og heilt kunnu gerast veruleiki.

 

Viðmerkingar:
Umframt tann veruleika, at Fíggjarnevnd Løgtingsins gjørdi semju um stórar partar av rakstri samfelagsins í 2009, og hvussu íløgurnar skuldu raðfestast í hesum sama ári, settu umboð Tjóðveldisins í Fíggjarnevndini fram síni greiðu alternativu sjónarmið í álitinum, sum varð lagt fram til aðru viðgerð. Tá ið ein niðurskurður av útlendsku hjálandahjálpini á 77 mió. kr. er ítaldur, hevði hetta uppskotið bøtt um javnan á fíggjarløgtingslógini við 106 mió. kr.

Í álitinum verða sett fram uppskot um bygnaðarbroytingar, sum politiska skipanin verður tvungin at taka støðu til, skal samfelagið framtíðartryggjast. Hartil eru stórir útbúgvingarligir, mentanarligir og sosialir batar, og hóast hetta gerst raksturin av samfelagnum bíligari. Uppskotið verður lagt fram, fyri at politiskt máls- og kynsleysa landsstýrið kann brúka eina løgtingssamtykt, til at skipa ein skilagóðan politikk á øllum økjum. Ein andstøðuflokkur eigur ikki ta fyrisitingar-  og umsitingarligu orku, sum skal til, at sniðgeva uppskot samsvarandi hesum annars ítøkiliga idékatalogi, tí verður heitt á 9, at kalla visións-, hugsjónar- og arbeiðsleys stjórnarráð, og alla embætismannamegi teirra, um at taka táttin upp, at flyta politikkin í hesum uppskotinum yvir í løgtingslógaruppskot.

 

Álitið var soljóðandi:

Vit sum manna tingbólk Tjóðveldisins eru sannførd um, at fíggjar- og búskaparstøðan í landinum, heimsumfatandi kreppan og útlitini í verandi støðu, gera, at politiska skipanin í mest møguligan mun eigur at samstarva eftir besta førimuni, fyri at samfelagið kann verða flutt á skilabesta hátt ígjøgnum eitt væl lægri marknaðarsveip enn tað, sum verið hevur síðani kreppuna fyrst í nítiárunum. Hetta eigur at vera ein partur av tí tilbúgving, ið skal til, um vit skulu gera okkum vónir um at handfara eina møguliga kreppu so skynsamt sum yvirhøvur gjørligt.

 

Hesar seinastu mánaðirnar er heimssamfelagið farið ígjøgnum eitt rættiligt illveður. Tað, ið byrjaði sum ein kreppa í fíggjargeiranum, er nú í holt við at taka seg upp sum ein umfatandi heimskreppa, har stígur kemur í allar skipanir, m.a. evnini hjá okkara keyparalondum at keypa framleiðsluna í høvuðsvinnuni fyri ein nøktandi prís. Handilin við virðisleysum pappírum, grádigheitin eftir dekningleysum virðum, turkatrúgvin á ein endaleysan búskaparvøkstur í kapitalistiska búskapinum hevur fyribils fingið ein enda, og er um at koma at teimum mørkum, har alt er fullkomin ruðuleiki og bábylonsk ørkemlan.

 

Veiku statsskipanirnar hoyknaðu undir trýstinum frá fíggjargeiranum og dereguleraðu karmarnar samsvarandi aktuella áhuganum, girndini og lobbyini hjá kapitaláhugamálunum, sohvørt sum tumlarnir vóru settir alt longur niður í benið á útinnandi og lóggevandi valdinum. Útlit eru til, at fíggjarkreppan nú gerst ein búskaparkreppa, sum endurskipaðar statsskipanir og skattaborgararnir mega skipa og fíggja. Onki er nýtt undir sólini – søgan endurtekur seg.

Í Føroyum er í fleiri ár rikin ein ábyrgdarleysur fíggjar- og búskaparpolitikkur. Hetta byrjaði í 2004 og helt fram til 2008. Monetaristiski skattapolitikkurin, eftirglóðin frá Reagan og Thatcher, undirmineraði búskapin í landsbúskapinum, sum nú í nógv størri mun varð ávirkaður av nýtsluni hjá fólki. Grundarlagið undir skattaðu inntøkunum fánaði, og í alt størri mun varð dúvað á MVG og avgjøld. 

 

Nú, táið stígur kemur í búskapin, rapa inntøkurnar, sum væntað. Hetta stendur í mun til alneyðugu vælferðartænasturnar, ið skulu fíggjast á útreiðslusíðuni. Sjálvsagda úrslitið, sum vit hava ávarað um frá byrjan, sum vit hava blást í lúður ímóti, til tess at fáa bara onkran í ABC-samgonguni at skilja álvaran, avleiðingarnar og ræðuleikan av gerðunum, er nú veruleiki og politiskur gerandisdagur.

 

Høgrahalli skattapolitikkurin, rikin undir javnaðarleiðslu, í tiltiknu ABC-samgonguni fyrru, hakaði ongantíð í, sjálvt ikki táið privati fíggjargeirin fór undir at reka ein heilt óvanliga ekspansivan útlánspolitikk. Táið teir pumpaðu so nógv fíggjarfæ út í frívirðini í sethúsamassanum, at mønurnar vóru um at ríva av trýsti, og handilsjavnin eftirfylgjandi fór í negativt baklás, orsakað av skilaleysari ovurnýtslu í bæði almenna og privata geiranum.

Umframt eina tiltakandi fíggjarkreppu, ið sum sjálvsagda avleiðing, fer at verða elt av eini búskaparkreppu, eru vit eisini hótt av eini umfatandi tilfeingiskreppu, sum fyrst og fremst er íkomin av ongum fiskivinnupolitikki í áravís. Ótálmaðu frumskógarlógirnar hava rátt og ráða við vælsignilsi frá politisku skipanini, og úrslitið er, at høvuðsfiskastovnarnir á heimaleiðum eru í metringum standi. Táið útflutningurin úr høvuðsvinnuni er at kalla einasta mótvekt mótvegis neyðuga innflutninginum av brúksvørum, er hetta ein av nógvum javnum, sum er skeiklaður álvarsliga í hesum døgum. Ein annar partur av landsins búskapi eru kommunukassarnir, og har er støðan líka dán, við tað, at høvuðsstaðarkommunan fram ímóti er einasta kommmunan, sum er før fyri at gera nakrar íløgur av týdningi næstu árini.
Niðurstøðan er tí, at støðan er ógvuliga álvarslig. Partvíst av skilaleysari politiskari stýring seinru árini og partvíst av tí heimsumfatandi kreppu, sum í alt størri mun fer at raka Føroyar, tí ongin er vardur í heiminum, táið óløgini koma, soleiðis, sum verðin er samanskrúvað ídag.

Støðan kann gerast nakað verri, hinvegin er tó ongin orsøk til at falla í fátt, hóast allir staklutirnir í búskapinum svíkja, tí táið komið er á botn, er sjálvsagt bara ein vegur, at rógva aftur á aftur. Hann má sjálvandi hava framgongd við sær. Eitt lágt marknaðarsveip fer at merkjast mangastaðni, tí er tað umráðandi, at politiski myndugleikin nú stjórnar landinum soleiðis, at bæði land og fólk koma so heilskapað burturúr búskaparligu niðurgongdini og møguligu kreppuni sum gjørligt.

 

Støðan hjá teimum almennu Føroyum er ein heilt onnur enn í kreppuárunum í nítiárunum, táið landskassin var niðurbundin, áðrenn kreppan byrjaði. Hinvegin eigur læran at vera, at hesaferð skulu tað ikki bara vera lág- og meðalinntøkurnar sum gjalda gildið, tí eiga tær breiðastu herðarnar, sum í ólukkumát eru lívgaðar við skattavanstýringini hesi seinastu árini, at átaka sær sín lutfalsliga part av tí gongd, sum samfelagið eyðvitað skal ígjøgnum.

Hartil eigur strategiski vinnupolitikkurin greitt at miða eftir einum grønum profili, har viðvarandi orka, rationel nýtsla av orkumongd pr. kg. fisk o.s.fr. verður sett í hásætið. Sitandi landsstýrið, ússaliga endurreisnin av sambandsku og høgravendu ABC-samgonguni, frá 2004-2008, tykist fult og heilt virkislamd. Tykist als ikki at hava skilt álvaran í støðuni og ætlar at stjórna landinum, sum um onki var hent, hagartil fæið í landskassanum er brúkt. Hetta er vandamikil kós, táið allir fíggjarmarknaðir eru læstir.

 

Oddvitar heimastýrisstjórnarinnar, løgmaður og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, hava á fundum í Fíggjarnevndini avdúkað, at teir onki sum helst boð hava upp á, hvussu landið skal stjórnast í mun til støðuna í landinum, og ikki minni, í mun til støðuna í alheiminum. Teirra bedrift í fíggjarlógargerðini hevur eittans verið at handa Fíggjarnevndini eina støðugt daprari inntøkumeting um næsta (nú inniverandi) fíggjarár. Sum til endans hevði sníkt seg upp á slakar 600 milliónir krónur í halli, og hartil skal sigast, at teir í alt ov stóran mun høvdu undirmett íløgurnar, fyri at halda eini bráðvakrari fasadu uppi í ljósinum hjá borgarum landsins.

 

Ýtini hjá Tjóðveldinum eru greið, bæði í bráðfeingis átøkum og í teimum neyðugu bygnaðarbroytingum, ið mega fremjast, til tað at koma sterkari, skjótari og dyggari burturúr teirri fíggjar- og búskaparkreppu og teimum samfelagsbroytingum, sum eru fyri framman.

Sosialpolitiskt skulu politisku avgerðirnar í krepputilbúgving verja og gagna teimum lægstløntu og meðalløntu og harumframt veikastu bólkunum í samfelagnum. Økisliga skulu teir partar av landinum, ið standa fyri størstu bráðfeingis trupulleikunum, og sum mega leggja um, orsakað av komandi bygnaðarbroytingum, merkja mestu íløgur í framtíðina.

Vinnupolitiskt skulu neyðugu umleggingarnar til burðardygga tilfeingisnýtslu og orkunýtslu kjølfestast. Mentanarpolitiskt skulu hækkingar gerast á fíggjarlógini viðvíkjandi skapandi list, bókmentum, tónleiki, sjónleiki, ítrótt, týðing og orðabókagerð. Umleggingar til øðrvísi orkuframleiðslu og nýtslu skulu fremjast og dygg umhvørviskrøv setast. Altjóða samstarvið skal framvegis styrkjast. Og íløgur í hægri útbúgving og gransking skulu halda fram, hóast búskaparligu flóðalduna, sum nú rakar heimin, tí eyðvitað eru hesar íløgur tær skilabestu, sum gerast kunnu yvirhøvur, skal støðið í vælferðarsamfelagnum haldast og mennast frameftir.

Harafturat mælir Tjóðveldi til, at samráðingar beinanvegin verða tiknar upp millum allar flokkar, um eina tilbúgving, í sambandi við útflutningskreditt hjá útflutningsvinnunum og í samband við eina støðuga tilbúgving mótvegis fíggjarmarknaðunum.

 

Samanumtikið tykist tað sum um, at ein samd Fíggjarnevnd ikki á sama hátt sum landsstýrið er sinnað til, at lata fíggjarstýringina í landinum upp í hendurnar á fullkomnu tilvildini. Ymiskar ástøður eru um, hvussu eitt samfelag verður stjórnað úr eini kreppulíknandi støðu, og í Bretlandi síggja vit m.a., at Gordon Brown er vendur aftur til ta klassisku keynesianismuna, harið almenni geirin rúmkar sítt virksemi í einum tíðarskeiði, táið privati geirin tíðaravmarkað hoykir undan. Skal hesin politikkur veruliga muna, er tað rættiliga avgerandi, at almenni geirin er meira girðin og hartil meira skilagóður enn tað, sum vit hava sæð í Føroyum hesi seinastu árini, har almenni og privati geirin hava kappast í ekspansiva politikkinum. Harvið verður fallið samsvarandi stórt, táið tann tíðin kemur. Resonansur kemur í fleiri máttir samstundis, sum styrkja hvønnannan, bæði á veg uppeftir og niðureftir. Vit hava havt varðhugan av, at Fíggjarnevndin hóast alt er sinnað til at royna hesa leiðina. Tí varð konsensus um eina strategi í trimum fasum. Í felag at repa mest møguligt í vanliga almenna rakstrinum, í felag at lynna undir so nógv virksemi sum gjørligt kring landið, ígjøgnum eina so stóra íløgukvotu sum møguligt, og í triðja lagi, at ymisku partarnir í nevndini løgdu fram eina politiska raðfesting samsvarandi hugsjónum flokkanna.

 

Langtíðarpolitikkurin í fíggjar- og búskaparmálum skal vera, at javnvág er yvir tíð á Løgtingsins fíggjarlóg, eisini í mun til eina niðurlaðaða ríkisveiting. Tí ræður um at trimma rakstrarútreiðslurnar mest møguligt. Bygnaðarbroytingar mega gerast, og høvið tykist oftani verða, táið stígur er í, annars er tað eftir øllum at døma ikki politiskt opportunt at broyta skeivar samfelagsstrukturar, sum broyttir kunnu styrkja um inntøkusíðuna aftur. Hugsa t.d. um ein nýggjan fiskivinnupolitikk, sum kundi ment samfelagsbúskapin munandi næstu árini, tí har er størsta og skjótasta potentialið at fara eftir.

 

Viðvíkjandi teknisku trimmingini á rakstarsíðuni og viðvíkjandi íløgupartinum av  fíggjarløgtingslógini 2009 er semja, harvið er ongin orsøk til, at minnilutin ger greiði fyri tí partinum, annað enn, at vit eru partur av felagsálitinum. Umframt hetta hava vit gjørt nakrar politiskar raðfestingar, sum kunnu bøta munandi um raksturin av føroyska samfelagnum.

Hetta krevur bygnaðarbroytingar og broyttan politiskan hugburð, men Løgtingið sleppur ikki undan í framtíðini at taka støðu til hesi mál, tí fara vit at heita á landsstýrið, um skjótast gjørligt at fara undir arbeiðið at broyta lóggávuverkið samsvarandi niðanfyrinevndu uppskotum til fíggjarløgtingslógina 2009:

 

Inntøkur:

 

40,00 mió. kr.                     Tilfeingisgjald, sum lagt verður á ogn Føroya fólks. Hetta gjaldið skal vera galdandi fram til tann dagin, ætlaða Tilfeingisbúðin fer til verka, har alt tilfeingi Føroya støðugt skal vera í almennum útboði. Sjálvandi skal tilfeingisgjaldið setast eftir virðunum av ymsu fiskasløgunum, men ein meðaltakstur á 10-15 oyru pr. kg, svarar til nevndu upphæddina.

 

25,00 mió kr.                      Grønur skattur ella CO2-gjald. Svarar til, at hálv króna verður løgd á hvønn litur, sum seldur verður á bensinstøðunum. Samstundis, sum hetta verður gjørt, eigur landsstýrið at skipa fyri tiltøkum, sum minka um útlátið av vakstrarhúsgassum, og harvið gera okkum minni heft at oljuni. Hetta eigur at gerast við tiltøkum, sum hava til endamáls at finna fram til og menna varandi orkukeldur. Tað er nógv, sum bendir á, at vit hava hópin av ótroyttum orkukeldum í náttúru okkara, sum umhvørvisliga og fíggjarliga er óforsvarligt ikki at gagnnýta. Her verður t.d. hugsað um vind-, sjógv-, aldu- og sólorku.

 

5,00 mió. kr.                       Skattainntøka orsakað av tí, at ALS-útgjaldið verður hækkað úr 70% upp í 80%.

 

11,00 mió. kr.                     Rentustuðulsskipanin verður broytt soleiðis, at hon í fyrsta lagi verður fasthildin fyri gjørdar handlar, tó við einum innsettum avdráttarprofili á 15 ár. Øll nýggj húsalán koma undir eina niðurlaðing á 4% p.a., soleiðis at skipanin er burtur um 10-15 ár. Skipanin hevur verið atvoldin til ein avlagaðan húsaprís og í størstan mun er hetta vorðið ein spurningur um at flyta landskassagjaldføri beinleiðis yvir í gjaldføri hjá fíggjarstovnunum, sum fíggja sethúsamarknaðin.

 

5,00 mió. kr.                       Arvaavgjaldið er væl lægri í Føroyum enn í londunum kring okkum, tí kann ein regulering í takstinum geva landskassanum hesa inntøkuna.

 

40,00 mió. kr.                     Hækking í inntøkuskattinum hjá hægru inntøkunum.

 

Skattapolitikkurin hesi seinastu árini hevur bara verið til fyrimunar fyri tey vælbjargaðu við høga lønarlagnum. Inntøkur landskassans eru tódnaðar við áleið 400 mió. kr. um árið av hesi orsøk. Nú tað hakar í búskaparliga, eiga hesar somu breiðu herðar at taka á seg sín part av byrðuni. Fíggjarmálaráðið eigur at broyta skattalógini samsvarandi hesi áseting.

 

60,00 mió. kr.                     Sjómansfrátturin verður tikin av í skattaskipanini. Ein skattaskipan eigur at vera generel fyri allar borgarar í einum landi.

 

28,00 mió. kr.                     Inntøkutrygdin hjá fiskimonnum verður flutt arbeiðsmarknaðinum, har hon heilt natúrliga hoyrir heima. Arbeiðsmarknaðurin eigur stóra trygdargrunnin ALS, sum sjálvsagt eigur at broyta sínar viðtøkur soleiðis, at inntøkutrygdin fær innivist í hesum geiranum. Sjó- og fiskimenn eru tvingsilsinnlagdir at gjalda í grunnin, men trupult er hjá hesum fakbólkum at fáa nakað úr grunninum aftur. Tískil verður hetta uppskotið sett fram.

 

0,50 mió. kr.                       Filmseftirlitið verður tikið av.

 

2,50 mió. kr.                       Brúkaragjøldini á Trygdarmiðstøðini verða ásett soleiðis, at støðin gerst útreiðsluneutral á fíggjarlógini.

 

0,00 mió kr.                        Sitandi samgonga tykist onga ætlan hava um at fara undir Sandoyartunnilin yvirhøvur. At seta 2 mió. kr. á fíggjarlógina hevur eittans sum endamál at kyrra ein samgongutinglim. Úr oynni. Hesar 2 mió. kr. høvdu verið betri farnar í verkætlanina, at gera eina ítróttarhøll í Sandoy. Kommunurnar í oynni seta seg neyvan førar fyri at fara undir hesa ætlan í bræði, tí eigur landsstýrið at gera eina serliga lóg fyri hesa bygging. Komast kann aftur til tunnilin, táið tað veruliga er ætlanin at fara undir at gera hann.

 

15,00 mió. kr.                     Tøka av yvirskotsfæi í Búnaðargrunninum, sum er landsins ogn og sum er yvirkapitaliseraður í óneyðuga stóran mun.

 

0,10 mió. kr.                       Pro Vita verður strikað av útreiðslusíðu fíggjarlógarinnar.

 

1,50 mió. kr.                       Minking av rakstrinum hjá løgmansfyrisitingini.

 

1,40 mió. kr.                       Minking av rakstrinum hjá úttanríkisráðnum, har m.a. ein óneyðug kanning av ES eigur at verða tikin burtur.

 

7,00 mió. kr.                       Endurgjaldsgrunnur alivinnunar verður inntøkuførdur og nýttur sum stovnsfæ í einum nýggjum granskingargrunni, sum bert hevur til endamáls at granska í fiskaaling, eitt nú í toskaaling.
______________
242,00 mió. kr.
============

Útreiðslur:

 

77,00 mió. kr.                     Niðurlaðing av ríkisveitingini í 2009, samsvarandi eini ætlan um, at hon er heilt burtur í 2015. Væl vitandi, at semja er gjørd við donsku ríkisstjórnina um veitingina í 2009, er hetta sett inn sum eitt politiskt tal, sum fyrst og fremst skal gera greiði fyri, hvussu fíggjarlógin hevði verið skipað, um Tjóðveldi saman við øðrum sat við valdi landsins.

 

3,00 mió. kr.                       Menningarætlan fyri Fróðskaparsetur Føroya, við serligum atliti at eini nýggjari journalistútbúgving.

1,00 mió. kr.                       Búskaparráðið eigur at fáa eina játtan soleiðis, at tað fær virkað til fulnar sum ráðgevi hjá politiska myndugleikanum – í fíggjar- og búskaparmálum.

 

1,00 mió. kr.                       Fiskivinnuroyndir.

 

1,00 mió. kr.                       TACIT (veðurlagsgransking)

 

1,00 mió. kr.                       Aliroyndir.

 

5,00 mió. kr.                       Granskingargrunnurin. Endamálið við hesi øktu játtan til gransking er at gera okkum betur før fyri at standa okkum væl mótvegis teimum avbjóðingum og støðugu broytingum, sum heimur okkara hevur flutt seg og flytir seg í. Gransking er neyðug fyri at fáa til vega ta vitan, sum vinnulív og samfelagstænastur hava tørv á fyri at menna seg, og er somuleiðis neyðug fyri at vit kunnu vera við í kappingini við aðrar vinnur úti í heimi og fyri at vera við í kappingini við tænastur í øðrum samfeløgum.

 

3,00 mió. kr.                       Mentanargrunnurin.

 

1,00 mió. kr.                       Tjóðpallur Føroya

 

2,00 mió. kr.                       Musikkskúlaskipanin

 

1,00 mió. kr.                       ÍSF – markað til landsliðsítrótt harímillum hondbólt o.s.fr.

 

4,00 mió. kr.                       Umsorganararbeiði – dagtilhaldini.

 

2,00 mió. kr.                       Tiltøk til fólk við menningartarni.

 

1,00 mió. kr.                       Psykiatri og ungdómstelefon.

 

1,40 mió. kr.                       Koppseting móti lívmóðirhálskrabba.

 

0,60 mió. kr.                       Stuðul til heilivág til pensjónistar. Júst samtykta lógarbroytingin má harvið broytast aftur.

 

6,00 mió. kr.                       Javningin í pensjónunum verður broytt aftur úr 3% upp í 4%

 

2,00 mió. kr.                       Hægri stuðul til lesandi uppihaldarar.

 

1,00 mió. kr.                       Skuldaráðgeving til fólk í trongstøðu – ráðgevar keypast at veita ókeypis ráð.

 

1,00 mió. kr.                       Sendistova í Moskva.

 

2,00 mió. kr.                       Skeið og eftirútbúgving av ófaklærdum fólki. Sjálvsagt, at teknisku skúlarnir í landinum og kanska miðnáms- og handilsskúlarnir somuleiðis fara undir at skipa fyri hesum.

 

2,00 mió. kr.                       Prosjektering av lista- og ítróttaháskúla í Sandoy.

 

2,00 mió. kr.                       Prosjektering av einum 50 metra longum kappingarhyli í Vági.

 

1,00 mió. kr.                       SSP. Hetta er fyribyrgjandi arbeiði, sum hevur til endamáls at fyribyrgja, at børn og ung ikki gerast lógbrótarar, og at tey, sum eru komin í kriminalitet, kunnu hjálpast burturúr hesi støðu aftur skjótast gjørligt.

 

2,00 mió. kr.                       Dagpeningaskipanin. Ætlanin við hesi upphædd er, at foreldur skulu lønarkompenserast fyri at vera heima fyrsta sjúkradag barnsins.

2,00 mió. kr.                       Hagstova Føroya til verkætlanina viðvíkjandi fólkateljing.

 

10,00 mió. kr.                     Byrjandi íløga í nýtt havrannsóknarskip, sum er um at vera liðugt prosjekterað.
_____________
136,00 mió. kr.
===========
Á Løgtingi, 3. mars 2009

 

Hergeir Nielsen                    Annita á Fríðriksmørk          Høgni Hoydal

Heini O. Heinesen                Sjúrður Skaale                     Bjørt Samuelsen

Tórbjørn Jacobsen               Bergtóra Høgnadóttir Joensen
 

Deil hesa grein umvegis
468 ad