Lýsing

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslópg um stýrisskipan Føroya

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya, verða gjørdar hesar broytingar:

1) § 2 verður orðað soleiðis:

 ”§ 2. Løgtingið er ting við í mesta lagi 25 tingmonnum.”

 

2) § 6, stk. 2 og 3 verða orðað soleiðis: “Stk. 2. Løgtingið kann, nær ið vera skal, skriva út nýval, sum hevur við sær, at tey løgtingsumboð, ið verið hava, falla burtur, tá ið nývalda Løgtingið er sett.

Stk 3. Løgmaður kann í tíðarskeiðinum frá, hann er tilnevndur, og fram til val hevur verið, skriva út nýval, sum hevur við sær, at tey løgtingsumboð, ið verið hava, falla burtur, tá ið nývalda Løgtingið er sett.” Stk. 3 og 4 verða hereftir stk. 4 og 5.

3) § 27, stk. 1 verður orðað soleiðis:

 

“Í landsstýrinum sita løgmaður og í minsta lagi tvey og í mesta lagi seks landsstýrisfólk.”

 

4) § 28, stk. 2 verður orðað soleiðis:

“Stk. 2. Innan 10 yrkadagar eftir, at nýggjur løgtingsformaður er valdur eftir nýval, løgmaður er loystur úr embæti ella doyr, leggur løgtingsformaðurin uppskot um løgmansevni fyri Løgtingið. Løgtingsformaðurin heitir í fyrsta lagi á formannin í størsta flokkinum á tingi um at gera eina roynd at skipa landsstýri. Miseydnast tann royndin, gongur royndin skiftandi eftir stødd á flokkum.”

 

§ 2

Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. § 1, nr. 1 kemur tó ikki í virknað fyrr enn til næstkomandi val eftir, at lógin er staðfest og kunngjørd.
 
Viðmerkingar:

Broytingin í § 2 verður gjørd, tí talið av tingmonnum er blivið í hægra lagi. Mælt verður til, at í mesta lagi 25 tingmenn skulu vera í Løgtinginum. Av tí at broytingar í tingskipanini, eftir at tær eru samtyktar eina ferð, skulu samtykkjast aftur óbroyttar í fyrstu setu nývalda tingsins, áðrenn tær kunnu staðfestast og kunngerast, ber ikki til at geva broytingini í § 2 virknað fyrr enn til næstkomandi val eftir, at lógin er staðfest.

 

Broytingin í § 6 verður sett inn við tí endamáli at forða fyri misnýtslu av heimild løgmans til at skriva út val beint eftir nýval, og áðrenn nýtt landsstýrið er skipað.

Tað er ein andsøgn í heimildini at skriva út nýval beint eftir val, uttan at tað frammanundan er greitt, hvørt møguleiki er fyri at skipa eina nýggja samgongu, ella tí at løgmaður av sínum  eintingum metir, at grundarlag ikki er fyri nøkrum politiskum samstarvi til skipan av nýggjum landsstýri.

 

Tá orðingin í valskeiðinum verður nýtt, og fram til val hevur verið, so er hetta meint við tað valskeið, har løgmaður er valdur, og ikki fyri eftirkomandi valskeið, har val hevur verið ímillum.

 

Broytingin í § 27 verður sett inn, tí at royndirnar hesi árini, síðani Stýrisskipan Føroya var sett í gildið, hava víst, at tað í alt størri mun eru partapolitiskar kabalir, sum vaksa um talið av landsstýrisfólkum og ráðum, tá ið heimastýrisstjórnir verða skipaðar. Ongin skipan forðar hesum, tí er vandi fyri, at hetta gerst ein vaksandi trupulleiki við árunum. Kabalirnar skulu,sum vera man, altíð ganga upp uppeftir.

 

Við avmarkaða útinnandi valdinum, sum ein heimastýrisstjórn hevur, og hartil við avmarkaða lóggevandi valdinum, sum hennara parlamentariska grundarlag hevur, tykist tað rangvørt, at Føroyar hava eins nógvar ráðharrar, sum munandi størri fullveldisríki hava í starvi. Kostnaðurin av ov nógvum landsstýrisfólkum og teirra embætisverkum stendur als ikki mát við samfelagságóðan, sum landsins borgarar fáa burtur úr hesi partapolitisku ónolluni, at lægsti felagsnevnarin er vinnarin á hvørjum sinni, ein samgonga verður skipað.

 

Verður útinnandi valdið skipað soleiðis, at politikararnir í útinnandi heimastýrisvaldinum skipa og seta út í kortið nýggjan politikk, meðan embætisverkið í direktoratum umsitur galdandi lógir, er uppskotnað hámarkið á 7 landsstýrisfólk (løgmaður ítaldur) nógmikið til at stjórna einum avmarkaðum donskum heimastýri og somuleiðis fullveldisríkinum Føroyar, tá ið tann tíðin kemur.

 

Broytingin í § 28 verður sett fram til tess at forða fyri, at tað er fráfarandi løgmaður, sum framhaldandi hevur avgerandi ávirkan á, hvussu nýtt landsstýrið verður skipað.

Tað er nevniliga ein sannroynd, at við verandi skipan, har fráfarandi løgmaður framvegis situr í sínum starvi, eftir at nýval hevur verið, fær hann eina heilt órímiliga og óhóskandi stóra ávirkan á, hvussu ein nýggj stjórn verður samansett, ella hvussu viðurskiftini hátta sær í døgunum eftir eitt val. Hugsað dømi kunnu vera, at ein sitandi løgmaður als ikki verður valdur, ella valdur aftur, á einum løgtingsvali, og hóast hetta situr hann við øllum tí politiska trumfinum og hevur heimild til at skipa stjórn, at forhála støðuna og at útskriva val av nýggjum.

 

Hetta er ikki sambæriligt við fólkaræðisliga grundsjónarmiðið um, at ávirkanin skal standa í mun til politisku umboðanina og undirtøkuna í fólkinum.

Uppskotið flytur okkum aftur til gomlu skipanina, har tað varð hildið at vera fólkaræðisliga sjálvsagt, at størsti flokkur og síðani næststørsti og so frameftir áttu initiativið í royndini at skipa stjórnarvaldið eftir løgtingsval.

 

Tað er tískil onki meira enn rætt og rímiligt, at tað er løgtingsformaðurin, sum eigur framtakið, initiativið, tá ið veljast skal løgmaður og skipast skal nýggj samgonga eftir nýval, soleiðis at § 10, stk 2 í stýrisskipanarlógini fær virknað, sambært sínum upprunaliga endamáli.

 

Við at broyta orðingina til, at tað verður løgtingsformaðurin, sum tekur neyðugu stigini til skipan av samgongu, eisini eftir val, og ikki bert eftir, at løgmaður hevur biðið um at verða loystur úr starvi ella doyr, so verður tryggjað, at tað ikki longur er sitandi løgmaður, sum hevur rættindi fram um nakran annan í nýggja politiska veruleikanum, at skipa samgongu.

Ístaðin verður tað løgtingsformaðurin, sum umboðandi demokratiskt valda tingið, tekur neyðugu stigini hesum viðvíkjandi.

 

Broytingarnar koma í gildi dagin eftir, at tær eru kunngjørdar, men sambært § 57, stk. 1 í stýrisskipanarlógini, kann løgmaður ikki staðfesta og kunngera hesar fyrr enn uppskotið eftir næsta val er samtykt óbroytt í fyrstu setu nývalda tingsins.

 

Á Løgtingi, 5. mars 2009

Sjúrður Skaale         Høgni Hoydal          Annita á Fríðriksmørk

Heini O. Heinesen          Bjørt Samuelsen             Hergeir Nielsen

Tórjørn Jacobsen     Bergtóra Høgnadóttir Joensen

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad