Ein (b)rotin vinna
Var eg fakfelagsformaður ella forkvinna, sum varaði av matstovu- og gistingarhúsvinnuni, hevði eg staðið á Glasir frá morgunstundini í morgun við bannarum, innlimingarskjali, uppskoti til eitt ordiligt setanarskriv og eg hevði staðið har til ØLL ung í vinnuni høvdu meldað seg til og sæð fyrimunin. Dagin eftir hevði eg farið á vitjan á øllum hotellum og matstovum fyri at rekruttera og upplýsa um rættindi.
Óunniligu dømini, sum m.a. Unga Tjóðveldið hava víst á, eiga ikki at skelka nakran. Hatta er bara toppurin av ísfjallinum. Hetta er ein vinna, sum í áravís hevur virkað júst soleiðis, og sum systematiskt ger sær dælt av manglandi vitan hjá ungum og manglandi virksemi hjá fakfeløgunum. Harumframt valdar ein sterk síggj onki-sig onki mentan, har tað er tabu at tosa um løn, rættindi og meira.
IKKI EIN av hesum fyritøkum skuldu fingið heiður ella virðisløn fyri nakað sum helst við burðardygd, leiðslu ella nøkrum øðrum, fyrr enn lønar- og setanarviðurskiftini eru fingin í rættlag. Tí tær dumpa upp á sosiala burðardygd.
Onkrar av hesum fyritøkunum eru enntá meira og minni alment áttar. So tað er sjálvt landið, ið sum eigari stendur modell til at arbeiðsmarknaðurin og fakfeløgini verða undirgravaði.
Einasti mátin at fáa hetta í rættlag er við at organisera arbeiðsmegina (fakfeløgini) og við at boykotta sosialu dumpararnar (vit kundar). Okkum manglar nú bara at fáa sett navn á, hvør fyritøka, matstova og hotell ger hvat móti sínum starvsfólkum. Tað gleði eg meg til at frætta alment! (Tit fríu og frælsu miðlar!)
Hetta er ein (b)rotin vinna, og sterkur lútur má til fyri at broyta rotinskapin.
Rógvi Nybo
Aðalstjórnarformaður í Tjóðveldi