Lýsing

Uppskot um at fremja grundleggjandi broytingar í pensjónsviðurskiftunum

Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika lógaruppskot at leggja fyri Løgtingið, ið er grundað á semju millum allar politiskar flokkar umframt partarnar á arbeiðsmarknaðinum um grundleggjandi broytingar í pensjónsviðurskiftum og pensjónsrættindum, og sum byggja á hesar megingreglur:

 

– almennu pensjónirnar og lóggáva skulu tryggja øllum eina sømiliga minstupensjón

 

– lógarkravt verður, at øll á arbeiðsmarknaðinum (umframt tey, ið fáa arbeiðsloysisstuðul ella hava varandi veitingar frá tí almenna) hava eina eftirlønarskipan, sum verður goldin út mánaðarliga øll pensjónsárini (ratupensjón), sum eftir áramáli skal verða í minsta lagi ávíst prosenttal av lønarinntøkuni,

 

– ásettar verða skiftisskipanir, ið kunnu eggja fólki til at umleggja avtalaðar arbeiðsmarknaðareftirlønir, ið ikki lúka treytirnar um mánaðarligt útgjald

 

– almennu pensjónirnar – fólkapensjón og gjøld úr Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum – verða útgoldnar við vaksandi mótrokning í arbeiðsmarknaðareftirløn, soleiðis at tað almenna í mestan mun fíggjar tey, ið ikki hava aðra pensjón

 

– pensjónsaldur og skattafrádráttir av pensjónsuppsparing verða endurskoðað

 

– møguleiki at verða longri á arbeiðsmarknaðinum og at forvinna penging afturat pensjónini verða betraðir

 

Viðmerkingar
Endamálið við hesum uppskoti er at fáa eina viðgerð á tingi av neyðugu pensjónsbroytingum.

Øllum stendur greitt, at neyðugt er sum skjótast at finna semju um broytingar á pensjónsøkinum.

 

Sum ein arbeiðsbólkur hjá Fíggjarmálaráðnum hevur víst á, eru týdningarmiklar fíggjarligar og sosialar orsøkir til tess: 

 

– Nógv hava eina persónliga  eftirlønaruppsparing, td. sum part av eini starvssetan

– Feløgini á arbeiðsmarknaðinum liggja millum 6 % og 18 %

– Onkrir bólkar tó enn lægri

– Ein partur av fólkinum hevur onga eftirlønaruppsparing

– Tær flestu skipanirnar eru bert nøkur fá ár

 

Føroyingar eru tí rættiliga afturúrsigldir í eftirlønaruppsparing í mun til okkara grannalond.

Stættarmunurin millum pensjónistar økist tí alsamt, og at tað almenna rindar somu grundarupphædd í fólkapensjón og sama útgjald úr Arebiðsmarknaðareftirlønargrunninum til allar pensjónistar, bøtir onki um sosiala ójavnan.

 

Tískil verða miðini fyri einum pensjónsreformi at tryggja teimum, ið onga aðra eftirløn hava, eina sømiliga minstupensjón, meðan tey, ið hava eina góða arbeiðsmarknaðareftirløn, fáa væl minni frá almennu pensjónunum.

 

Trýstið á vælferðarskipanir og almennu kassarnar fer bert at økjast komandi árini. Serfrøðingarnir vísa á:

 

– Fleiri eldri verða í mun til arbeiðsfør

– Vaksandi útreiðslur verða til eldrarøkt og pensjónir

– Færri á arbeiðsmarknaðinum merkir minni skattainntøkur

– Eldraútreiðslurnar sum prosentpartur av BTÚ vaksa so nógv, at tað førir til økt skattatrýst og fíggingartrupulleikar

– Landskassin fer ikki longur at kunna røkja sínar skyldur

– Landskassin fer ikki longur at kunna fíggja pensjónir og røktartænastur

Tí er alneyðugt, at allir flokkar og partarnir á arbeiðsmarknaðinum fáa avgreitt hetta mál sum skjótast og finna semjur um grundleggjandi broytingar í pensjónsviðurskiftum og pensjónsrættindum.

 

Skjøl:
Framløga frá serfrøðingabólki við talvum og útrokningum

Á Løgtingi, 3. mars 2009

Hergeir Nielsen                    Annita á Fríðriksmørk          Høgni Hoydal

Heini O. Heinesen                Sjúrður Skaale                     Bjørt Samuelsen

Tórbjørn Jacobsen               Bergtóra Høgnadóttir Joensen

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad