Tjóðveldi: Uppskot um stórhøll til ítróttin lagt fyri Løgtingið
Tjóðveldi hevur sent Løgtinginum uppskot, har landsstýrið verður biðið um beinanvegin at kalla inn kommunur og privatar íleggjarar til tess at gera avtalu um at fíggja og byggja eina tjóðarhøll til ítrótt og størri mentanartiltøk.
Í langa tíð hevur politiski myndugleikin haltað aftaná, meðan okkara ítróttarfólk hava skapt so einastandandi úrslit í altjóða ítrótti.
Seinast hava bæði kvinnur og menn í hondbólti prógvað, at tað ber til hjá 53.000 fólkum í Norðuratlantshavi at spæla seg millum fremstu lond í heiminum við at seta sær stór mál og trúgva á egnan mátt, megi og samanhald.
Sum so ofta er hetta framt av undangongufólki í feløgum og sersambondum undir kørgum fíggjarligum og materiellum umstøðum, har landspolitikkur haltar aftaná og vantar visjónir og atgerðarmegi.
Hóast kommunur og land seinastu árini hava gjørt stórar íløgur í nýggjar skúlar og hallir til ítrótt, eiga Føroyar onga høll, ið lýkur øll krøvini til landsdystir og altjóða ítróttakappingar.
Føroyar sjálvsagt eiga at hava eina veruliga stórhøll, ið lýkur øll altjóða krøv.
Kommunur, ítróttafeløg og privatir íleggjarar hava í seinastuni umrøtt og tikið ymisk stig til tess at byggja eina stórhøll og marghøll til innandura ítrótt, ið lýkur øll altjóða krøv og eisini kann hýsa størri mentanartiltøkum, konsertum o.a.
Tað er at fegnast um, men landið má eisini taka ábyrgd av at menna eina veruliga tjóðarhøll, ið lýkur øll altjóða krøv og kann hýsa altjóða kappingum, sum Føroyar kunnu bjóða sær at hýsa.
Tí eigur Løgtingið at biðja landsstýrið um at kalla kommunur og privatar íleggjara saman um at gera eina avtalu um at land, kommunur og privat í felag byggja og fíggja høllina.
Hvar í landinum, hon verður bygd, er ikki avgerandi, men at hon verður bygd sum skjótast.
Uppskotið kann lesast her: Uppskot til samtyktar um stórhøll
Tjóðveldi