Lýsing

Hvat verður av Tórshavnar Býarsavni?

Ein og hvør høvuðsstaður við virðing fyri sær sjálvum og søguni hevur eitt býarsavn. Tí var tað eitt greitt mál hjá undanfarnu samgongu at endurskapa Tòrshavnar Býarsavn. Vit løgdu nógva orku í hetta arbeiði og eftir tógvið stríð eydnaðist tað at fáa semju um at Býarsavnið skuldi flyta inn í gamla Musikkskúlan á Frúutrøð, har umsiting og framsýningarhøli skulu skapast.

Men hesi gomlu skúlahølir mugu byggjast um fyri at liva upp til bruna – og onnur myndugleikakrøv og fyri at gera umstøðurnar hóskandi sum savnshølir. Vit settu 1,5mió kr av til arbeiðið í fjør og ætlaðu at fara undir neyðugu umbyggingarnar fyrst í 2021.

Sitandi samgonga tykist tó als ongan áhuga hava í Býarsavninum. Mentamálanevndin – sum er stýrið hjá Býarsavninum – hevur enn ikki havt framtíðina hjá savninum á skrá og meirilutin hevur onki stig tikið til at fara undir umbyggingarnar. Og tað hevur við sær at savnið livir í óvissu og kann ikki seta føstu framsýningina um Havnar søgu upp, sum tey hava arbeitt við leingi.

Og orsakað av hesari politisku líkasælu var ongin framsýning á Býarsavninum á Ólavsøku og sama syrgiliga skil verður helst eisini á Mentanarnáttini, ið verður í september. Tað er á slíkum hátíðar- og mentanardøgum at eitt býarsavn eigur at hava ein sjálvsagdan og týðandi leiklut við spennandi søguligum og viðkomandi framsýningum, sum fólk kunnu koma og vitja.

Stutt sagt – so ber tað ikki til at hava framsýningar fyrr enn neyðugu umbyggingarnar eru framdar. Og til tess krevst ein politisk samtykt um at fara í gongd við at brúka teir pengarnar, ið longu er settir av, og møguliga seta nakað til aftrat fyri at gera hølini so góð sum gjørligt til framsýningar.

Tað var og verður framhaldandi eitt stórt tak at stovna og reka eitt býarsavn. Umframt at skipa fyri regluligum framsýningum er tað ein grundleggjandi ábyrgd hjá einum savni at skapa og tryggja hóskandi umstøður fyri teir lutir og tær samlingar, sum savnið hevur ábyrgd av.

Seinastu fýra árini hava vit:

  • Sett savnsleiðara og starvsfólk
  • Yvirtikið stóra savnið hjá Birgari Johannesen og skrásett hvønn einasta lut
  •  Útvegað nýggja savnsgoymslu og fingið allar savnslutir undir sama tak so teir eru tryggjaðir
  • Útvegað framsýningarhøli í gamla musikkskúlanum á Frúutrøð

Býarsavnið hevur síðan savnsleiðari var settur í 2018 verið sera virkið og hevur:

  • Skrástt allar lutir sum kommunan átti í ymsum goymslum
  • Havt framsýning á mentanarnáttini 2018
  • Havt jólaframsýning í Finsen 2019
  • Havt framsýningina um Havnina undir krignum í 2020
  • Eisini hevur savnið skipað fyri søguligum gongutúrum, rundsýningum, skúlatænastu og savnsfagnaði.

Býarsavnið hevur leingi arbeitt við at skipa eina fasta framsýning um Havnar søgu frá landnámi fram til dagin í dag, sum skal vera á Frúutrøð. Men so leingi gongd ikki verður sett á at gera tær umvælingar og umbyggingar á hølini sum eru neyðugar og lógarkravdar, kann ongin framsýning setast upp og ongin vitjandi kann koma á gátt.

Eg vóni veruliga at meirilutin tekur sær um reiggj og ikki letur Býarsavnið fara fyri bakka aftur. Tað snýr seg um at handla, soleiðis at virksemið kann koma í gongd. Alt tað grundleggjandi arbeiðið er gjørt, nú er at gera arbeiðið liðugt og fáa hølini góð soleiðis at vit borgarar fáa gleði av teimum spennandi framsýningum, sum liggja á tekniborðinum hjá Tórshavnar Býarsavni.

Minnilutin í Tórshavnar Býráð

Gunvør Balle

Annika Olsen

Jákup Dam

Elsa Berg

 

Gunvør Balle

Deil hesa grein umvegis
468 ad