Kundi skúlamatur gjørt mun í Føroyum?
Hvussu hevði tað verið, um vit fóru frá matpakkunum og til at bjóða børnunum mat i skúlunum ? Óivað hevði tað verið ein lætti hjá nógvum, men tað er ikki tí, vit ynskja at seta hetta týdningarmikla mál á dagskránna.
Skúlamatur hevur verið í nøkrum av okkara grannalondum í áratíggju, og tað eru ikki hissini niðurstøður, granskingin er komin til á hesum øki.
Vit hava hugt eftir granskingaúrslitum úr Svøriki har skúlamatur hevur verið føst skipan síðan í 1950-60’unum. Tríggir svenskir granskarar hava ígjøgnum keldutilfar og í søguligum data funnið fram til nakrar niðurstøður um, hvørja ávirkan skúlamaturin hevði á næmingarnar, og úrslitini eru á veg í kenda tíðarritið Review of Economic Studies.
Tá ið man í síni tíð fór undir skipanina við skúlamati í Svøríki, var tað millum annað fyri at betra um heilsustøðuna hjá børnunum. Søguliga var tað eisini um tað mundið, at nógvar kvinnur fóru út á arbeiðsmarknaðin.
Hugtakið skúlamatur fevnir um, at skúlabørnini hvønn skúladag fáa heitan mat í skúlanum.
Hvat sigur granskingin
Tá ið hugt varð eftir, hvør munur var á teimum børnum, sum høvdu fingið skúlamat, og teimum, sum ikki høvdu fingið, kom granskingin millum annað fram til hesar niðurstøður: Tey, sum fingu skúlamat, høvdu eina lívsinntøku, sum var trý prosent hægri enn tann hjá teimum, sum ikki fingu skúlamat. Tess yngri skúlabørnini vóru, tá ið tey komu í skipanina, tess størri virknað. Og fyrimunurin var størstur fyri tey børnini, sum komu úr heimum við truplum fíggjarkorum. Somuleiðis blivu børnini, sum fingu skúlamat, hægri á vøkstri, men tey fóru ikki at viga ov nógv.
Sosialt átak
Í nógvar mátar er skúlamatur eitt sera gott og týdningarmikið sosialt átak. Serliga tað, at tað gevur børnum, sum liva í truplum fíggjarkorum størstan fyrimun, er áhugavert. Hetta merkir, at átakið kann betra um lívskorini hjá tí einstaka barninum langt inn í framtíðina og í veruleikanum geva betri útlit fyri hægri inntøku seinni. Tí kann ein loyva sær at siga, at greiðar ábendingar eru um, at skúlamatur kann bróta negativan sosialan arv, bøta um sosialan ójavnað umframt hjálpa bæði børnunum og familjuni, meðan børnini eru í skúla, tí skúlamaturin er fíggjaður umvegis skattin. Vit hava familjur í Føroyum, sum liva í fátækraváða, og fyri hesar familjur hevði skúlamatur verið kærkomin. Eisini fyri familjur við fleiri børnum hevði skúlamatur verið ein fyrimunur.
At vera barn í eini familju, sum er illa fyri fíggjarliga, kann eisini vera stigmatiserandi. Tað kann eisini koma til sjóndar, tá ið matpakkarnar koma fram, og ymiskleikin millum børnini tá kann verða sjónligur. Eisini her kann skúlamatur, har øll eru líka, vera ein fyrimunur.
Fólkaheilsa
Um vit hyggja eftir hesum við fólkaheilsubrillum, er ongin ivi um, at skúlamatur er eitt átak til frama fyri fólkaheilsuna. Vit taka sum givið, at skuldi ein líknandi skipan verði sett í verk í Føroyum, so var maturin gjørdur sambært teimum kosttilráðingum, sum eru galdandi. Harafturat er eisini viðkomandi at hugsa um at brúka lokalar vørur, sum tískil eisini vil styrkja um lokalu framleiðsluna í Føroyum.
Vit eru eisini vitandi um, at sosialstøða og heilsutrupulleikar eru neyvt tengd hvørt at øðrum. Tí hevði eitt átak, har øll skúlabørn fingu heilsugóðan mat í skúlunum, verið til frama fyri barnaheilsuna. Niðurstøðurnar í granskingini vísa eisini, at børnini ikki fóru at viga ov nógv, við at skúlamatur var innførdur. Og júst yvirvekt er ein vaksandi trupulleiki ímillum børn. Sjálvsagt kann allur tann problematikkurin ikki loysast við skúlamati, men tað hevði avgjørt munað.
Tað er eisini umráðandi í fólkaheilsuhøpi at hava generellar heilsufremjandi skipanir, tað er skipanir, sum røkka øllum børnum og ikki bert pilka nøkur út sum verandi ein”trupulleiki” Eisini hesum máli røkkur ein skipan við skúlamati til øll børn. Og týdningurin av at sita saman og vera í sosialum samanhangi og eta eigur ikki at undirmetast – tað at kenna seg tryggan og á jøvnum føti við øll onnur børn. Tað kann bøta um trivnaðin. Tað hevur eisini týdning fyri evnini at hugsavna seg og læringina, at børnini eru mett.
Lívsinntøka og útbúgving
Tað er serstakliga áhugavert, at granskingin vísir, at børn, sum hava fingið skúlamat, hava eina trý prosent hægri lívsinntøku enn tey, sum ikki hava fingið skúlamat. Tað ljóðar kanska ikki av so nógvum, men sæð yvir eitt langt arbeiðslív er tað nógv. Samanlagt verður hetta mett at geva størri virði, enn um eitt ár av útbúgving varð lagt omaná skúlagongdina hjá barninum.
Børnini, sum fingu skúlamat, høvdu eisini størri sannlíkindi fyri longri útbúgving seinni í lívinum og fóru oftari á universitet.
Sjúka og heilsa eru millum annað tengd at sosialstøðu. Tað vísir ein røð av kanningum, eisini í Føroyum. Tí eru tað so ómetaliga nógvir fyrimunir við at bøta um sosial kor hjá fólki, tí við tí kann fólkaheilsan betrast. At kunna eyðmerkja faktorar, sum eru avgerandi fyri, hvat kann bøta um tína sosialstøðu, er tí virðismikil vitan. Og her er skúlamaturin ein faktorur, júst tí hann økir um lívsinntøkuna.
Hvussu gera vit so í Føroyum
Tá ið vit nú hava fingið hesa vitan, so eiga vit at lata hana koma okkum til góðar.
Vit meta tað vera sera tydningarmikið, at øll, sum varða av skúlaøkinum, taka hetta í álvara. Kommunur, land, foreldur, næmingaráð, skúlastýri og onnur eiga at viðgera málið og umrøða, hvussu hetta kann skipast í Føroyum.
Vit eru greiðar yvir, at vit skjótt kunnu vera møttar við grundgevingini um, at tað er ongin trupulleiki at smyrja matpakkar, og at foreldrini hava ábyrgdina. Men hetta mál er meira enn tað. Tað snýr seg um at gera átøk í fólkaheilsuna og framtíðarmøguleikarnar hjá børnunum. Tí vóna vit eisini, at foreldur, lærarar, næmingar, myndugleikar og onnur taka undir við, at vit í Føroyum fara undir at bjóða skúlamat í skúlunum. Tað tekur tíð, og tað skal bera til praktiskt, tað vita vit. Men tað er nú, vit kunnu fara undir tilgongdina og seta okkum málið. So kunnu við arbeiða miðvíst fram móti tí. Tølini tala fyri seg. Og tey eiga at koma okkara børnum til góðar og harvið øllum tí føroyska samfelagnum.
Við vón um gott og sakligt kjak.
Sirið Stenberg og Hervør Pálsdóttir
løgtingskvinnur & limir í trivnaðarnevndini
—
Leinki til meira vitan: