Lýsing

Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini

Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (Forboð móti at gera mun á fólki vegna "kynsliga orientering")


Ár 2006, 17. oktober, løgdu tingmenninir Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk, vegna seg sjálvi fram soljóðandi

Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (Forboð móti at gera mun á fólki vegna "kynsliga orientering")

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar soljóðandi kongliga fyriskipan:

"Anordning om delvis ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af borgerlig straffelov og lov om forskelsbehandling på grund af race m.v. (Forbud mod diskrimination på grund af seksuel orientering)

I medfør af § 4, stk. 1 i lov nr. 357 af 3. juni 1987 om ændring af borgerlig straffelov og lov om forbud mod forskelsbehandling på grund af race m.v.[1] sættes § 1 i kraft for Færøerne i følgende affattelse:

§ 1

I straffeloven, jf. lovbekendtgørelse nr. 215 af 24. juni 1939, som senest ændret ved anordning nr. 134 af 2. marts 2004, foretages følgende ændring:

I § 266 b ændres ordene "eller tro" til: ",tro eller seksuelle orientering".

§ 2

Anordningen træder i kraft dagen efter dens kundgørelse i Kunngerðablaðið."

Viðmerkingar:

Í 1987 varð samtykt á Fólkatingi, at mannamunsgreinin (antidiskriminasjónsgreinin) 266 b skuldi víðkast soleiðis, at hon eisini fevndi um "kynsliga orientering". Tað var ikki fjalt fyri nøkrum, at høvuðsorsøkin til broytingaruppskotið var støðan hjá samkyndum í Danmark tá. Hóast nógvir fólkatingslimir um tað mundi søgdu seg ivast nógv í rættleikanum av at lóggeva á slíkan hátt, var ein meiriluti fyri. Bert táverandi Fremskridtspartiet og Kristiligt Folkeparti atkvøddu ímóti.

Undir viðgerðini mest sum dystaðust fólkatingslimir um at finna upp á umberingar fyri ikki at atkvøða fyri uppskotinum. Onkur var ræddur fyri, at slúsan bleiv latin upp soleiðis, og at nú fóru so teir fyrstu 10-15 bólkarnir at koma aftaná fyri at sleppa upp í somu lógargreinina. Onkur nevndi tey brekaðu, onkur tey AIDS-raktu, onkur annar aðrar sjúkrabólkar o.s.fr. Tó tosaðu tey ivasomu mest um tað, at slík lógaráseting kundi fáa avmarkandi týdning í mun til tali- og skrivifrælsi. Og varð her hugsað mest um, at fjølmiðlarnir fóru at hava trupulleikar av at skriva og tosa um hesi viðurskifti, og kanska eina mest, tá tað snúði seg um at bera ymiskar útsagnir viðvíkjandi samkyndum víðari. Flestu, sum valdu at lata vera við at atkvøða í málinum, søgdu møguleikarnar fyri skerdum tali- og skrivifrælsi vera høvuðsorsøkina. Tó vóru so at siga øll fólkatingsumboðini hinvegin samd um, at tað skal ikki bera til at gera mannamun og happa nakran, heldur ikki tey samkyndu. Og tað var í veruleikanum tann hugsanin, sum vann í hesum máli. Tey, sum ikki atkvøddu fyri, tey atkvøddu heldur ikki ímóti, júst tí tey vóru grundleggjandi samd við uppskotsstillarunum. Bert fáu fólkatingslimirnir í Fremskridtspartiet og Kristeligt Folkeparti atkvøddu sum sagt ímóti. Heldur ikki tey vóru ósamd í grundhugsanini, men valdu at siga nei av øðrum orsøkum.

Uppskotsstillararnir hava sjálvandi størstu virðing fyri skrivi– og talifrælsinum, hinvegin hevur tíðin síðan 1987 víst, at lógarbroytingin hevur ikki darvað donskum fjølmiðlum í at viðgera hesi viðurskifti á fullgóðan hátt.

Uppskotsstillararnir eru fult greiðir yvir, at ein hvørki kann lóggeva ella revsa mannamun og happing úr føroyska samfelagnum. Hinvegin eru uppskotsstillararnir ivaleysir í, at almennu Føroyar eiga at koma við greiðum og ivaleysum boðum um, at mannamunur og happing als ikki verður góðtikið. Heldur ikki, tá tað snýr seg um samkynd.

Uppskotsstillararnir halda í einum og øllum við tí fólkatingsliminum, sum í 1987 segði soleiðis:

"Vit kunnu ikki lóggeva okkum burtur úr mannamuni og happing. Vit kunnu ikki revsa okkum burtur úr mannamuni og happing. Eg haldi, at eykavinningurin av tí, vit samtykkja í dag, er nógv størri, nevniliga at orðaskiftið á tingi um mannamuns- og happingargreinina, orðaskiftið, sum fer at koma út millum manna , kann gera sítt til, at vitanin um samkynd økist, at tolsemið økist, og at fólk fara at hugsa øðrvísi og meira viðkomandi um samkynd."

Uppskotsstillararnir meta, at málið snýr seg ikki um nakað kynsligt sum so, ella um hvør kynshugur er rættur ella skeivur, málið snýr seg um at tryggja einum bólki nøkur mannarættindi. Málið snýr seg um, at vit í Løgtinginum eiga at verja ávís fólk móti mannamuni og happing. Nú eru tey nógv, sum siga, at tey samkyndu í Føroyum eru ikki fyri ágangi, tey verða ikki happað, og at mannamunur verður ikki framdur mótvegis teimum. Hesum eru uppskotsstillararnir ikki samdir í. Og kann millum annað vísast á ymist, sum hendi í samband við, at samkynd skipaðu fyri ráðstevnu í Havn í august í fjør.

Tey eru eisini nógv, sum siga, at í Føroyum nýtist okkum ikki at hugsa um at verja samkynd við lóggávu og øðrum. Hetta tí, her eru so fá samkynd í landinum. Til hetta er at siga, at tað uttan iva eru lutvíst líka nógv samkynd í Føroyum sum í øðrum londum. Samkynd í Føroyum eru heldur einki øðrvísi enn hini. Hava vit ilt við at fáa eyguni á okkara samkyndu, so er tað tí, tey velja at fjala sín kynshug, ella tí tey heilt einfalt hava valt at liva hann aðrastaðni, helst orsakað av vantandi virðing og tolsemi. Tey eru heldur ikki fá, sum siga, at "kynslig orientering" kann snúgva seg um so nógv annað enn samkynd. Onkur hevur nevnt pedofili. Til hetta er stutt at siga, at uppskotið bert snýr seg um "kynsliga orientering", sum ikki er revsiverd. Tað er ikki revsivert at vera samkyndur, meðan tað er rættiliga revsivert at vera pedofilur. Annars meta uppskotsstillararnir tað vera primitivt og niðurgerandi at samantvinna samkyndleika og pedofili. Tvey fyribrigdi, sum als einki hava við hvørt annað at gera.

Av tí at dómsvald okkara er danskt, døma vit eftir donskum lógum. Tó eru revsilógirnar í Danmark og í Føroyum ikki púra eins. M.a. er umrødda grein øðrvísi í Føroyum, enn hon er í Danmark. Hetta tí greinin sum sagt varð víðkað í Danmark 1987, meðan ein roynd at fremja somu víðkan í Løgtinginum í 1988 fyrst elvdi til samgonguslit og síðan miseydnaðist, tí bert ein atkvøða var fyri, tá til stykkis kom.

Tað tók eisini sína tíð at búna danskar politikarar soleiðis, at meiriluti kundi fáast fyri at víðka grein 266 b í revsilógini. Tá mannamunsgreinin varð samtykt á Fólkatingi í 1971, vórðu fleiri royndir gjørdar fyri at fáa tey samkyndu uppí, men vann hetta ikki frama, og komu tey tí ikki við tá. 16 ár seinni fingu tey samkyndu so rúmd í greinini. Fyrsta royndin á Løgtinginum var í 1988, næstu ferð varð roynt í fjør og so aftur hesa ferð.

Uppskotið er at kalla meinlíkt uppskotinum, sum Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk løgdu á tingborð 2. november 2005. Eftir tríggjar viðgerðir fall uppskotið, tá ið 20 tingmenn hin 20. desember í fjør atkvøddu ímóti uppskotinum. 12 tingmenn atkvøddu fyri.

Málið kølnaði ikki av hesi meirilutaavgerðini. Tvørturímóti. Áhaldandi hevur verið kjakað um rættindini og verjuna hjá hesum minniluta, og nú mega vit tíanverri ásanna, at hesin parturin av okkara medmenniskjum er komin undir trýst í sínum gerandisdegi.

Uppskotið snýr seg í sínum einfaldni eittans um – við lóg – at verja ein part av okkara medmenniskjum, og tað áttu øll vanliga at sær komin tingfólk at kunna stuðlað í einum parlamenti, ið heldur seg vera part av framkomna heiminum. Uppskotið verður tískil lagt fram aftur til tingsins støðutakan.

Neyvari almennar viðmerkingar og viðmerkingar til greinina, tá ið uppskotið varð lagt fram, orðaskiftini undir viðgerðini í Fólkatinginum og nevndarálit eru at finna í Fólkatingstíðindum 1986-1987 á hesum blaðsíðum:

Fremsat skr 12/2-87 FF 7062

Lovf som fremsat Till. A 4169

1.beh 27/3-87 FF 9683

Betænkning 30/4-87 Till. B 1543

2.beh 5/5-87 FF 11185

3.beh 8/5-87 FF 11474

Lovf som vedt Till. C 587

Hjáløgd skjøl:

Skjal 1: Lov om ændring af borgerlig straffelov og lov om forbud mod forskelsbehandling på grund af race m.v. (Forbud mod diskrimination på grund af seksuel orientering)

Skjal 2: Forslag til lov om ændring af borgerlig straffelov, kriminallov for Grønland og lov om forbud mod forskelsbehandling på grund af race m.v. (Forbud mod diskrimination på grund af seksuel orientering)

——————————————————————————–

[1] § 4, stk. 1 i lov nr. 357 af 3. juni 1987 om ændring af borgerlig straffelov og lov om forbud mod forskelsbehandling på grund af race m.v. er sålydende: "Loven gælder ikke for Færøerne, men kan ved kongelig anordning helt eller delvis sættes i kraft for denne landsdel med de afvigelser, som de særlige færøske forhold tilsiger."

1. viðgerð 7. november 2006. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 8. desember 2006 legði fram soljóðandi

Álit

Tingmenninir Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk hava lagt málið fram tann 17. oktober 2006, og eftir 1. viðgerð tann 7. november 2006 er tað beint rættarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 14., 20., 24., 27. og 30. november, 4. og 7. desember 2006.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við fútan, Boga Davidsen, Sonju Jógvansdóttir, Karsten Høgnesen, Birtu Biskopstø og Karin Dahl, Sølvar Michelsen, Jógvan Zachariassen og Amnesty International, Føroya Deild. Frá Mortani Rasmussen hevur nevndin fingið eina grein um "Udstilling om homoseksuelle dyr er et hit i Oslo", frá Aldu í Ólavsstovu v.fl hevur nevndin fingið 4026 undirskriftir, sum heita á nevndina um at samtykkja uppskotið, frá Boga Davidsen hevur nevndin fingið skrivligt innlegg til fundin, frá Sonju Jógvansdóttir hevur nevndin fingið avrit av røðu, sum hon helt í sambandi við ANSO ráðstevnu í 2005, frá Jógvani Zachariassen hevur nevndin fingið skrivligt innlegg til fundin, og frá Amnesty hevur nevndin fingið skrivligt innlegg til fundin, frágreiðing um "Crimes of hate, conspiracy and silence" og frágreiðing um "Heimsyvirlýsing sameindu tjóða um mannarættindi fimti ár".

Undir nevndarviðgerðini hevur nevndin býtt seg í 3 minnilutar.

Ein minniluti (Poul Michelsen, Kristian Magnussen og Finnur Helmsdal) er av tí áskoðan, at grein 266 b í revsilógini ikki er nóg umfatandi. Minnilutin er av teirri áskoðan, at diskriminering av bólkum og einstaklingum als ikki kann góðtakast. Tí verður heitt á løgmann um at taka stig til at lýsa, um tað eru aðrir bólkar í samfelagnum, sum hava samsvarandi verju fyri neyðini í revsilógini ella aðrari lóggávu. Her hugsar nevndin um eitt nú bólkar av børnum og eldri.

Um so er, eigur landsstýrið at taka stig til at víðka revsilógina til eisini at fevna um slíkar bólkar, ella í serligari lóggávu at forðað verður fyri slíkum. Í hesum sambandi skal viðmerkjast, at danska arbeiðsmarknaðarlógin, umframt tað, sum stendur í grein 266 b í revsilógini, m.a. eisini nevnir politiska áskoðan og sosialan uppruna.

Við hesum viðmerkingum mælir minnilutin Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Ein annar minniluti (Alfred Olsen, Marjus Dam og Bill Justinussen) í nevndini tekur ikki undir við uppskotinum og mælir tinginum til at fella uppskotið, men mælir samstundis til, at landsstýrismaðurin í lógamálum kannar, í hvønn mun ásetingarnar í art. 14 í Mannarættindasáttmálanum kunnu setast inn í § 266 b í revsilógini soleiðis, at henda lógargrein verður víðkað til eisini at fevna um aðrar bólkar enn teir, sum eru nevndir í § 266 b í revsilógini.

Minnilutin metir, at føroysk mentan og lívsáskoðan ikki loyvir at happa ella at gera mannamun á fólkabólkum, og hesir eru mangir, uttan mun til hvørjir ella hvussu teir eru, og tí metir minnilutin tað ikki vera rætt at lóggeva á slíkan hátt fyri ein ávísan bólk. Men hendir tað kortini, at fólk ella bólkar verða happað og útsett fyri harðskapi, so eru tey vard av politiviðtøkunum og §§ 244, 245 og 246 í revsilógini.

Minnilutin metir ikki, at tað at lóggeva er tann rætti mátin at fyribyrgja happing uppá, og vísir tí á, at ein økt tilvitan millum fólk um virðing fyri tí einstaka menniskjanum og lívsvirði teirra er tann rætta leiðin at ganga, og tað er eisini henda áskoðanin, sum er grundarlagið fyri tí fyribyrgjandi arbeiði, sum fleiri kommunur, feløg og áhugabólkar gera móti happing millum børn og vaksin í Føroyum í dag.

Minnilutin heldur, at øll happing, uttan mun til hvønn persón ella bólk talan er um, er órættvís, og tekur tí ikki undir við hesum uppskotinum, har tað millum annað framgongur í viðmerkingunum til lógaruppskotið, "at tryggja einum bólki nøkur mannarættindi", ella at vit í Løgtinginum "eiga at verja ávís fólk móti mannamuni og happing", tí minnilutin metir tað vera beinleiðis skeivt at taka ein ávísan bólk av menniskjum burturúr.

Undir viðgerðini hevur rættarnevndin m.a. fingið skrivliga at vita, "at góðtaka hesa lógina heima í Føroyum, fer at hava somu fylgjur heima í Føroyum sum uttanlands", og hyggja vit so eftir, hvørjar fylgjurnar hava verið t.d. í Íslandi, so vórðu samkynd vard í revsilógini í 1996, og sama ár var skrásett paralag sett í gildi. Í 2000 fingu samkynd í skrásettum paralagi loyvi til at ættleiða børn hjá hvørjum øðrum. Og í 2006 er tað hent, at samkynd hava fingið loyvi til at ættleiða børn á jøvnum føti við onnur og loyvi til eftirgjørdan gitna, og eini slíkari gongd er minnilutin ímóti skal henda í Føroyum, og mælir tí til at fella uppskotið.

Rættarnevndin spurdi Innlendismálaráðið í november 2005, "um altjóða sáttmálar eru, sum kunnu binda Løgtingið og landsstýrið í hesum máli", og fekk tá at vita frá Innlendismálaráðnum, ið hevði spurt seg fyri á Uttanríkisdeildini á Løgmansskrivstovuni, at eingir altjóða sáttmálar eru, sum kunnu binda Løgtingið og landsstýrið í hesum máli. Eisini fekk nevndin at vita, at Evropeiski Mannarættindasáttmálin regulerar ikki umrøddu viðurskifti beinleiðis.

Við hesum viðmerkingum tekur minnilutin ikki undir við fyriliggjandi uppskoti og mælir Løgtinginum til at fella uppskotið.

Ein triðji minniluti í nevndini (Sverre Midjord) tekur støðu til málið í tingsalinum.

2. viðgerð 13. desember 2006. Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 17-1-13. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Á tingfundi 15. desember 2006 løgdu tingmenninir Anfinn Kallsberg, Karsten Hansen, Kári P. Højgaard, Jenis av Rana, Gerhard Lognberg, Alfred Olsen, Bill Justinussen, Óli Breckmann, Jørgen Niclasen og Marjus Dam fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t  til  3. viðgerð

Í § 1 verður orðingin "I § 266 b ændres ordene "eller tro" til: ",tro eller seksuelle orientering"" broytt til:

"I § 266 b ændres ordene "sin race, hudfarve, nationale eller etniske oprindelse eller tro" til: "køn, race, farve, sprog, religion, politisk eller anden overbevisning, national eller social oprindelse, tilhørsforhold til et nationalt mindretal, formueforhold eller fødsel,""

Viðmerkingar:

Uppskotssetararnir vísa á, at ført hevur verið fram undir viðgerðini av málinum, at ein møguleiki er at seta orðingina í Europeiska mannarættindasáttmálandum art. 14 inn í § 266 b. Tað hevur verið víst á, at av tí, at talan er um eina revsilóg, ber ikki til at taka endan av orðingini í mannarrættindasáttmálanum art. 14 við, tí at ásetingin so verður ov ógreið. Tí mæla uppskotssetararnir til at broyta orðingina í § 266 b soleiðis, at teir bólkar, ið eru nevndir í art. 14, verða settir inn í revsilógina § 266 b, tó ikki orðingin "eller ethvert andet forhold". Henda broyting fer at hava við sær, at nógv fleiri bólkar fara at verða fevndir av § 266 b, sum ikki eru tað við verandi lóg.

3. viðgerð 15. desember 2006. Uppskot frá Marjus Dam um at beina málið aftur í nevnd fall 12-0-20. Broytingaruppskot frá Anfinn Kallsberg, Karsten Hansen, Kára P. Højgaard, Jenis av Rana, Gerhard Lognberg, Alfred Olsen, Bill Justinussen, Óla Breckmann, Jørgen Niclasen og Marjus Dam fall 14-2-16. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 17-0-15. Málið avgreitt.
 

Deil hesa grein umvegis
468 ad