Tjóðveldi: Óheftan filmsgrunn
Bjørt Samuelsen og Beinta Løwe, tingkvinnur fyri Tjóðveldi, hava latið Løgtinginum uppskot um óheftan filmsgrunn.
Føroysk filmsvinna hevur ment seg nógv seinastu árini, men neyðugt er, at framleiðslan fær greiðar fakligar umstøður at virka undir. Við hesum uppskotinum verður ein óheftur filmsgrunnur stovnaður, har tað er fakligheit og dygdin í tilfarinum, ið kemur at avgera, hvørt stuðul verður latin ella ikki.
“Eins og øll onnur list, má filmslistin hava frælsi at úttrykkja seg uttan politiskan ella annan sensur ella avmarkingar. Ein filmsgrunnur gevur munandi betur armslongd frá politisku skipanini, enn um stuðul skal søkjast beinleiðis frá konto undir landsstýrisfólkinum, sum støðan er í dag,” siga Bjørt og Beinta.
Filmsgerð er ein sera kostnaðarmikil listagrein, og fær ein verkætlan ikki stuðul frá heimliga filmsgrunninum, ber aloftast ikki til hjá filmsfólki at søkja úr útlendskum grunnum. Sostatt kann játtan úr filmsgrunninum síggjast sum eitt góðskustemplul, sum avger um filmsverkætlanin livir ella doyr.
Nógvar góðar orsøkir at menna føroyska filmsvinnu
Vit liva í eini tíð, har samskifti, innlæring og undirhald í stóran mun er visuelt – ikki minst hjá børnum og ungum. At menna føroyskt filmsmál kann tí sammetast við, at menna móðurmál okkara.
Alt føroyskt filmstilfar uttan mun til, um talan er um spælifilm, undirvísingartilfar, lýsingar, dokumentarar ella annað, sprettir úr føroyska samleikanum og jørðildi okkara. Tað er tí ein týðandi táttur í at varðveita og styrkja okkara samleika, mál, mentan og í at menna listaligu og vinnuligu førleikarnar innan film.