Uppskot til samtyktar um at seta nevnd at endurskoða fólkaskúlalógina
Ár 2007, 23. februar, legði Heidi Petersen, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi
Uppskot til samtyktar
Løgtingið heitir á landsstýrismannin í mentamálum at seta nevnd at endurskoða fólkaskúlalógina.
Aðaltátturin í endurskoðanini skal vera at styrkja um føroyska málið, søgu og mentan í føroyska fólkaskúlanum, at styrkja fakliga førleikan og fremja samstarv og skapanarevni hjá næmingunum.
Eisini eigur lógin at endurskoðast við tí fyri eyga at raðfesta sernámsfrøðiligu ráðgevingina og undirvísingina í økjunum kring landið munandi.
Nevndin handar landsstýrismanninum tilmæli innan 1. januar 2009.
Viðmerkingar:
Føroyski fólkaskúlin er grundarsteinurin undir einum framkomnum nútímansgjørdum samfelagi á altjóða støði. Skulu vit røkka hesum máli til fulnar, er allatíðina neyðugt at skoða og endurskoða innihaldið og skipanina í føroyska fólkaskúlanum.
Við nýggju fólkaskúlalógini frá 1997 fingu vit eitt nýtt amboð at reka fólkaskúla við, bæði í innihaldi og arbeiðshættum. Hvussu lógin hevur eydnast, og um vit hava fingið ein betri fólkaskúla við tí nýggju lógini, er ikki staðfest, tí higartil er henda lóg ikki eftirmett.
Hava vit betri frálæru, duga næmingarnir betur at samstarva, hava teir gott høvi at menna skapanarevni, er nýggj tøkni ein samrunnin partur av undirvísingini, hava føroyskir fólkaskúlanæmingar ment eitt høgt sjálvsvirði og sjálvsálit, duga teir væl at loysa ókendar spurdómar, hava teir ein høgan fakligan førleika, sum lýkur altjóða krøv, hava lærararnir nøktandi útbúgving og eftirútbúgving at starvast í einum nútímans skúla?
Hesar og nógvar spurningar afturat eiga vit allatíðina at seta okkum sum ábyrgdarhavarar av føroyska skúlaverkinum.
Eitt annað, sum eisini er týdningarmikið fyri hetta arbeiðið, er, at tað verður eitt so breitt forum sum gjørligt, ið verður sett at gera hetta arbeiðið, hugsi um, at fólkaskúlin er hjartatátturin í føroyska samfelagnum, og tí krevst, at tann bólkur, sum fær til uppgávu at endurskoða fólkaskúlalógina, eisini endurspeglar hesa breidd í samfelagnum, hugsi um næmingar, foreldur, lærarar, læraraútbúgvingina, miðnámsskúlaskipanina, kommunur, vinnulív, fyri at nevna nøkur, sum eiga at vera umboðað.
Tað er greitt, at so hvørt sum heimurin, við nýggjari tøkni og samskiftismiðlum, ferðasambondum og møguleikum, gerst minni og minni fyri hvønn dag, sum gongur, er umráðandi, at føroyskir fólkaskúlanæmingar fáa so "gott í beinið" sum gjørligt. Hetta gerst best við hollari upplæring og undirvísing í føroyska málinum og mentan, har stórur dentur eigur at leggjast á føroyska søgu og siðir, tí hesi eru sjálvt grundarlagið undir einum sjálvstøðugum og sterkum samleika í fólkinum.
At hava ein sjálvstøðugan og sterkan samleika hevur fingið størri týdning í dag enn fyri 100 árum síðani. Tann áhaldandi ávirkanin, ágangurin, tilboðini, møguleikarnir, ella hvat vit velja at kalla tað, ið kemur uttanífrá, er so ovurhonds stór og ógvuslig, at vandi er fyri at missa okkum sjálvi burtur í øllum meldrinum og harvið missa fótafestið sum fólk. Ikki tí at vit als ikki skulu ávirkast og taka til okkum av nýggjum íblástri og ávirkan aðrastaðni frá, men hinvegin kunnu vit bert við eini sterkari mentan og einum sterkum samleika sum fólk meta um og velja, hvat vit halda er gott, og hvat vit als ikki halda vera góður førningur at taka við á ferðini.
Samstarv og skapanarevni eru lyklaorð til framtíðar vælferð. At menna hesi evni næminganna er fyritreyt fyri, at tey kunnu liva og virka í einum framkomnum samfelagi, og harvið eisini allatíðina at duga at gera tær neyðugu tillagingarnar, sum broyttu umstøðurnar í samfelagnum krevja. Haldi tíðin, vit liva í í dag, greitt vísir manglandi evni til nóg skjótt og í nóg stóran mun at broyta fyritreytir og umstøður í skúla og samfelagi sum heild.
At nútímansgera lærugreinir og arbeiðshættir eigur at vera eitt verkevni, sum allatíðina eigur at arbeiðast við í føroyska fólkaskúlanum. Málið eigur greitt at vera at styrkja um fakliga førleikan, so hann lýkur altjóða krøv og harvið ger okkum betur brynjað til kappingina á altjóða pallinum.
Atlit eiga at takast til nútímans føroyskt undirvísingartilfar til næmingar á øllum aldursstigum. Málið er, at allir næmingar hava hóskandi frálærutilfar á góðum føroyskum máli í øllum lærugreinum innan tvey ár, og at munandi størri fíggjarorka skal setast av til endamálið á fíggjarlógini 2007 og 2008.
Tá um arbeiðshættirnar umræður, eiga lærararnir at fáa munandi betri umstøður at menna og víðarimenna eitt breitt tyssi av ymiskum arbeiðshættum í skúlunum. Bæði við tí fyri eyga at næmingarnir eru so ymiskir og hava ymsar mátar at nema sær vitan og førleika á, men eisini við tí fyri eyga at geva teimum ymisk amboð í menningini av sjálvsvirðing og sjálvsáliti.
Endurskoðanin av lógini skal veruliga seta kikaran á næmingar og familjur teirra kring landið, sum hava tørv á sernámsfrøðiligari ráðgeving og undirvísing. Í hesum sambandi verður víst á, at innan stutta tíð vera millum 80 og 90 % av fólkinum í landinum knýtt saman í vælútbygdum samferðslukervi, og tí kunnu nýta tey undirvísingartilboð, sum eru í miðstaðarøkinum, meðan næmingar og familjur teirra í Suðuroy á ongan hátt hava sama møguleika, og tí áttu vit at havt undirvísingartilboð til næmingar við serligum tørvi í teirra egna umhvørvi.
Ein týðandi liður í føroyska skúlaverkinum eru fólkaskúlalærararnir. Hesum lærarum eigur at verða boðin góð og nútímans útbúgving og eftirútbúgving, og samsvarandi hesum málsetningi eigur fíggjarorka at verða sett av á fíggjarlógini.
Samanumtikið ein styrkjan av teimum týdningarmestu uppgávunum í føroyska fólkaskúlanum nú. Um 10 ár er hetta ov seint at fara í holt við. Mál og mentan, søga og siðir eiga at setast ovast á breddan, samstarv og skapanarevni eiga at mennast og fjøltáttast, og fakligi førleikin í ymsu lærugreinunum og arbeiðshættirnir eiga at nútímansgerast og víðarimennast. Sernámsfrøðiliga økið skal uppraðfestast kring landið, og serstakt tilboð eigur at skipast í Suðuroy.