Lýsing

Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslógini um almannapensjónir

Ár 2006, 6. oktober, løgdu tingmenninir Finnur Helmsdal, Annita á Fríðriksmørk, Heidi Petersen, Páll á Reynatúgvu, Høgni Hoydal, Karsten Hansen, Hergeir Nielsen og Tórbjørn Jacobsen, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi

Uppskot til samtyktar

Heitt verður á landsstýrið um at leggja fram løgtingslógaruppskot um broyting í løgtingslógini um almannapensjónir o.a., sum broytir veitingarnar fyri fyritíðarpensjón.

Viðmerkingar
Ein av teimum nógvu broytingunum, sum táverandi trivnaðarnevnd Løgtingsins ynskti í sambandi við, at nýggj pensjónslóg varð viðgjørd og samtykt í Løgtinginum í 1999, var at taka av lægstu fyritíðar(avlamis)pensjónina. Hetta tí mett varð, at lægsta fyritíðarpensjón var – og er framvegis – alt ov lág og í veruleikanum ein meiningsleys veiting. Upprunaliga var lægsta avlamispensjónin – nú fyritíðarpensjónin – mett sum eitt gott ískoyti. Hetta tí pensjónisturin sum oftast hevði møguleikan at finna onkra smávegis hjávinnu, so sum at hjálpa til hjá onkrum, egna e.a. Tá kostaðu føroysku húsarhaldini ikki nær námind av tí, tey gera í dag. Føroyska familjan hevur nógv fleiri og størri fastar útreiðslur nú enn fyrr.

Í dag er heldur ikki lætt, heldur at kalla ógjørligt, hjá einum, sum hevur mist helvtina av arbeiðsførleikanum, at fáa okkurt slag av lønandi vinnu. Og er støðan hjá teimum flestu, ið fáa lægstu fyritíðarpensjón, at tey hava ikki aðra inntøku. Og kunnu vit tí bæði ásanna og staðfesta, at tað hvørki er nøktandi ella virðiligt hjá familjufólki bara at hava eina inntøku, sum samsvarar við lægstu fyritíðarpensjón.

Tað er grundhugsanin í pensjónslógini, at pensjón er samsýning fyri mist arbeiðsevni. At fólk fáa pensjón, tí tey eru ikki før fyri at fara út á arbeiðsmarknaðin at vinna peningin. Hugsanin í lógini hevur verið, at tey, sum hava mist 50% av arbeiðsførleikanum, hava størri møguleikar at fara út á arbeiðsmarknaðin enn tey, sum hava mist 2/3 ella allan arbeiðsførleikan. Men soleiðis er ikki rættiliga í føroyska samfelagnum. Arbeiðsmarknaðurin er als ikki liðiligur ella rúmligur soleiðis, at fólk við skerdum arbeiðsevnum hava lætt við at sleppa inn. Tað almenna ger eisini alt ov lítið til tess at bøta um støðuna. Tað eru snøgt sagt alt ov fáir arbeiðsmøguleikar til teir føroyingar, sum so ella so hava fingið síni arbeiðsevni skerd. Og hava tey, sum fáa lægstu fyritíðarpensjón tí heldur ikki stórvegis møguleikar at forvinna nakað umframt sjálva pensjónina.

Tí verður skotið upp, at lógin um almennar pensjónir verður broytt soleiðis, at bert tvey sløg av fyritíðarpensjónum kunnu veitast. Nevniliga hægsta og lægsta. Tað áliggur landsstýrismanninum at skjóta upp, hvussu stórar pensjónsupphæddirnar skulu vera eftir broytingina. Tó metir uppskotsstillarin, at lægsta fyritíðarpensjónin í krónum og oyrum í minsta lagi samsvarar við tað, vit í dag kalla miðal fyritíðarpensjón.

Tað áliggur eisini landsstýrismanninum at skjóta upp, um treytirnar fyri at fáa játtað fyritíðarpensjón skulu vera tær somu, hetta tá hugsað verður um skerdan arbeiðsførleika. Tó metir uppskotsstillarin, at tað hevði verið bæði skeivt og meiningsleyst, um landsstýrismaðurin fer at skjóta upp ta broyting, at lægsta avlamispensjón bara verður játtað, um umsøkjarin hevur mist minst 2/3 av arbeiðsførleikanum. Uppskotsstillarin heldur, at markið fyri lægstu fyritíðarpensjón framvegis skal vera 50%, meðan tað kanska er vert at umhugsa at lækka markið fyri hægstu fyritíðarpensjón niður í 2/3.

Kostnaðurin av teirri broyting, sum er beinleiðis skotin upp, fer at verða, at øll tey, sum í dag fáa lægstu fyritíðarpensjón, fara at fáa játtað tað, sum í dag samsvarar við miðal fyritíðarpensjón (í umroknaðum upphæddum). Umframt liggur ávísur kostnaður eisini í játtanum frameftir. Tað fer at kosta umleið 18 milliónir árliga at hækka verandi lægstu fyritíðarpensjónirnar upp á eitt støði, sum samsvarar við miðal fyritíðarpensjónir.

Fíggingin kann fáast til vega við at raðfesta inntøkur landskassans soleiðis, at tey lægstløntu eisini fáa part í hesum. Tí eiga allar útreiðslur sum standast av at seta hetta uppskot í verk, at fíggjast beinleiðis úr landskassanum.

1. viðgerð 26. oktober 2006. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 24. november 2006 legði fram soljóðandi
 

Álit

Tjóðveldisflokkurin hevur lagt málið fram tann 6. oktober 2006, og eftir 1. viðgerð tann 26. oktobert 2006 er tað beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 8. og 22. november 2006.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landslæknan, MBF, Føroya Arbeiðarafelag og landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum.

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Jørgen Niclasen, Andrias Petersen, Lisbeth L. Petersen og Johan Dahl) ásannar, at neyðugt er við munagóðum tiltøkum til tess at betra um umstøðurnar hjá fólki við skerdum arbeiðsførleika, tá tað snýr seg um arbeiðsmøguleikar og inntøkuviðurskifti. Serliga er hetta átrokandi fyri fyritíðarpensjónistar við lægstu pensjónsveiting.

Meirilutin tekur undir við, at landsstýrið miðvíst arbeiðir við eini ætlan, sum við proaktivum tiltøkum skal skapa betri arbeiðs- og inntøkumøguleikar fyri fólk við skerdum arbeiðsførleika.

Hetta kundi verið gjørt við at raðfesta, so at arbeiðsmarknaðardeildin á Almannastovuni verður styrkt við øktari arbeiðsorku.

Meirilutin heldur eisini, at landsstýrið átti at álagt almennum stovnum at verðið virknir á hesum øki við m.a. at ásett, at almennir stovnar yvir eina ávísa stødd áttu at sett í starv eitt ávíst tal av starvfólkum við skerdum arbeiðsførleika.

Samstundis heldur meirilutin, at landstýrið eigur at taka starvsfólk við skerdum arbeiðsførleika við í almenna setanar- og uppsagnarpolitikkin, soleiðis at serlig atlit verða tikin til hesi starvsfólk í almenna starvsfólkapolitikkinum.

Eisini kundu broytingar verðið gjørdar í almannapensjónslógini, so at fyritíðarpensjónistar við lægstu pensjónsveiting kunnu fáa meira burturúr lønandi vinnu, við at inntøkumarkið verður hækkað og mótrokningin í pensjónini av aðrari inntøku verður minkað úr 60 niður í 30%.

Landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at hann arbeiðir við einari ætlan at finna rúm fyri at hækka gjaldið til lægstu fyritíðapensjónistar yvir 2 ár, so tað kemur á sama støðið sum miðal avlamispensjónin.

Við hesum átøkum heldur meirilutin, at lægsta fyritíðarpensjónin hevði verið eitt gott ískoyti til fólk við skerdum arbeiðsførleika og tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Finnur Helmsdal, Annita á Fríðriksmørk og Bill Justinussen) mæla tinginum til at taka undir við uppskotinum og hava hesar viðmerkingar:

Minnilutin tekur fult undir við tí, sum meirilutin mælir til viðvíkjandi betran av arbeiðs- og inntøkumøguleikunum hjá fólki við skerdum arbeiðsførleika. Minnilutin er eisini samdur við meirilutanum, tá tað ræður um skerdan arbeiðsførleika í mun til almennan starvsfólkapolitikk, eins og minnilutin vil mæla landsstýrismanninum til sum skjótast at broyta lóggávuna soleiðis, at fyritíðarpensjónistar fáa meiri burturúr lønandi vinnu, hetta m.a. við at broyta mótrokningarprosentið úr 60 niður í 30.

Hinvegin dugir minnilutin ikki at skilja, at tey átøk, mælt verða til at seta í verk, kunnu nýtast sum umbering fyri at mæla tinginum til ikki at taka undir við málinum. Minnilutin sær als onga forðing fyri, at fólk við lægstu fyritíðarpensjón fáa hægri veiting, sjálvt um landsstýrismaðurin eisini fer at arbeiða við teimum átøkum, sum mælt verða til. Tað ber væl til at styrkja

Arbeiðsmarknaðardeildina á Almannastovuni, at áleggja almennum arbeiðsplássum at taka fleiri fólk við skerdum arbeiðsførleika í starv, at menna almenna starvsfólkapolitikkin soleiðis, at hesin í størri mun rúmar tørv og viðkomandi treytir hjá fólki við skerdum arbeiðsførleika.

Minnilutin sær tann meginvansan við ætlanunum hjá landsstýrinum í hesum máli, at tær fara ikki at bøta um og merkjast fyrr enn um nøkur ár. So leingi heldur minnilutin ikki, at tingfólk kunnu lata fólk við lægstu fyritíðarpensjón bíða. Minnilutin heldur, at tey longu hava bíðað nóg leingi.

Minnilutin minnir á, at vit hava umleið 530 fólk, sum fáa lægstu fyritíðarpensjón. Tey, sum eru ringast stødd av hesum 530 fólkunum, fara ikki at teljast millum tey lutvíst fáu, sum tað fer at eydnast at fáa út aftur á arbeiðsmarknaðin.

Undir viðgerðini av málinum varð mælt nevndini til ikki at fremja broytingar í avlamisstigunum, men heldur velja at hækka upphæddina, sum tey við lægstu fyritíðarpensjón fáa. Upplýst varð, at í Danmark varð henda upphæddi hækkað við 28.000 krónum árliga í 2005. Sjálvsagt verður upphæddin mótroknað, um onnur inntøka er. Tá endamálið við uppskotinum er at hækka upphæddina, sum fólk við lægstu fyritíðarpensjón fáa, kann minnilutin taka fult undir við nevnda tilmæli.

Minnilutin loyvir sær at minna á, at bæði landsstýrismaður og ting hava verið væl vitandi um henda trupulleika í longri tíð. Fyrst settu tjóðveldistingfólk landsstýrismanninum fyrispurning um skiftisupphæddina, sum hvarv, hóast hon var játtað sum endurgjald fyri tann órætt, sum fleiri við lægstu fyritíðarpensjón vóru fyri, tá pensjónslógin varð broytt ár 2000, men tað vildi landsstýrismaðurin einki gera við. Síðan legði sama tingfólk fyri tingið lógaruppskot, ið var meinlíkt tí, vit viðgera í dag. Tá feldi tingið uppskotið eftir tilmæli landsstýrismansins, og eisini hesuferð ger tingið landsstýrismanninum eftir vild.

Vit í minnilutanum vita, at so at siga alt tingið tekur undir við uppskotinum, men at tað verður felt, tí meginreglan um, at andstøðuuppskot mugu ikki vinna fram, má og skal fylgjast. Minnilutin harmast um, at tingið vil nýta eitt so viðbrekið mál til slíkt. Minnilutin loyvir sær at minna tingið á, at hetta málið snýr seg um teir føroyingar, sum eru allar lægst løntir.

2. viðgerð 1. desember 2006. Uppskot til samtyktar fall 9-0-16. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.
 

Deil hesa grein umvegis
468 ad