Lýsing

Uppskot til samtyktar um inntøkujavningarskipan millum kommunurnar í Føroyum

Ár 2007, 13. februar, løgdu tingmenninir Finnur Helmsdal, Annita á Fríðriksmørk, Heidi Petersen, Høgni Hoydal, Tórbjørn Jacobsen, Hergeir Nielsen og Meiken Krabenhøft vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi

Uppskot til samtyktar

Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið løgtingslógaruppskot um eina inntøkujavningarskipan millum kommunurnar í Føroyum.

Viðmerkingar

Seinastu nógvu árini hava kommunuviðurskifti eins og í grannalondum okkara verið ein týdningarmikið partur av politiska kjakinum manna millum, á tingi, í kommunum og fjølmiðlum.

Kjakið hevur í stóran mun snúð seg um kommunala bygnaðin og um, hvørjar uppgávur, sum í dag eru landsuppgávur, kunnu ella skulu gerast kommunalar. Kjakið hevur í minni mun snúð seg um tann inntøkuójavna, sum hevur tikið seg upp í verandi kommunalu- og landafrøðiligu skipan.

Renslið móti Havnini og miðstaðarøkinum er øgiligt, og byggiætlanirnar eru nú so stórar og fevnandi, at sjálvt býlingar sum miðalstórar bygdir í Føroyum skjóta seg upp eftir fáum árum. Móti styrkini hjá kapitalinum, miðsavnanini og ovurhonds stóru politisku styrkini hava ytru økini í landinum ikki orku til at stríðast móti yvirvaldinum.

Hóast alt talar fyri, at tað eru nógvir fyrimunir í at varðveita Føroyar so víðar sum gjørligt við lívi og virksemi á øllum verandi búplássum, so gerst henda uppgávan tyngri og tyngri. Miðstaðurin dregur, og nú eru sjálvt økir sum Norðurstreymoy hótt økir, tá um miðsavnanina ræður. Drátturin móti tilboðunum til børn og ung, handilsmøguleikum og týdningarmest av øllum tryggum og støðugum inntøkugevandi arbeiðsplássum er øgiligur.

Ein tann mest avgerandi fortreytin fyri staðbundnum trivnaði er fíggjarligi førleikin hjá kommununum til at skapa trivnaðarmøguleikar í bygdunum. Júst henda veruleika hava flestu grannalond okkara sæð og virkað fyri at broyta. Ikki minst tí at tey eisini hava sæð fylgjurnar av miðsavnanini, kanska serliga á sosiala økinum.

Í einari roynd at menna og varðveita samfelagið sum eitt livandi bygda- og býarsamfelag hevur landspolitiski myndugleikin í næstralondum okkara sett millumkommunalar inntøkujavningar- skipanir í verk.

Endamálið er fyrst og fremst at javna inntøkurnar hjá kommununum við teimum bestu fortreytunum, inntøkumøguleikunum, við inntøkurnar hjá teimum kommunum, sum hava verri fortreytir. Fortreytir kunnu í hesum føri vera:

demografiskur ójavni

alment tænastuútboð

koncentratión av almennum fiskiloyvum

fjarstøða til miðstaðin

gomul skuldarbyrða

landafrøðilig staðseting

vinnumøguleikar

Samvirkandi hava hesar ótamdu ella óskipaðu forteytir tær avleiðingar, at í Føroyum eru økir í dag, sum eru ógvuliga ymiskt fyri kommunubúskaparliga, hóast stutt er millum kommunumørkini. Tað er einki yvir at dylja, at ávísar kommunur kunnu bjóða sínum borgarum tænastur fyri tríggjar ferðir so nógvar kommunalar skattakrónur, sum aðrar kommunur, hóast væl lægri kommunalt skattatrýst.

Lat tað vera sagt beinanvegin, at inntøkujavning ikki letur seg gera uttan at taka ella flyta frá teimum kommunum, sum hava mest, til tær, sum hava minst. Vil ein ikki viðurkenna tann veruleikan, er ikki annað at gera enn at staðfesta, at innihaldið í verandi kommunubygnaði verður meira og meira avskeplað við sera ymiskum tænastustøði til borgarar í sama landi. Alt annað er uttanumtos.

At man samstundis varpar ljós á viðurskifti um, hvussu nógvar kommunurnar skulu vera í Føroyum, er natúrligt. Spurningurin um, hvussu samlaði kommunali búskapurin og búskaparpolitikkur landsins samvirka, er eisini týdningarmikil táttur í kjakinum.

Við vón um, at Løgtingið ikki letur standa til í hesum fyri føroyska samfelagið og fyri føroysku bygdirnar sera týdningarmikla máli.

1. viðgerð 23. februar 2007. Málið beint í rættarnevndina

Deil hesa grein umvegis
468 ad