Lýsing

ONGIN GRØN LEIÐ – Sitandi býráð fellir øll grøn uppskot

Undanfarna býrað fór undir at gera ein orkupolitikk og vit settu arbeiðsbólk at koma við tilmæli um, hvussu málið at skerja útlátið kundi røkkast. Vit samtyktu fyrsta orkupolitikkin i søgu kommunurnar, at skerja 50% av co 2 í 2025 i mun til útlátstølini i 2016.
Javnaðarflokkurin atkvøddi ímóti politikkinum. Ja, tað er rætt : Javnaðarflokkurin atkvøddi ímóti, at kommunan fekk ein orkupolitikk.
Vit fingu sett 5 mió kr til orkupoltikkin i 2019 og 4 mió i 2020. Hetta var ein byrjan, men langt frá nokk, men eisini hesum atkvøddi javnaðarflokkurin imóti. Nú standa 2 mió á figgjarætlanini fyri 2022, so tað er eyðsýnt at meirilutin ikki raðfestir grøna orkuskiftið.
Meirilutin hevur felt øll uppskot sum minnilutin – við Elsu Berg á odda – hevur lagt fram á grønu leiðini, m.a:
– At endurbøta vátlendi í kommununi og gera ætlan fyri at verja lívføðiligt margfeldi
– At gera ætlan fyri orkuskiftið hjá húsarhaldum í TK, herundir at banna at oljufýringar verða settar upp í nýggjum íbúðarøkjum
– At seta pengar av til at gera Havnina til góðan súkklubý (tvørturímóti verða pengar vit settu av brúktir til annað)
Hetta er støðan.

Gunvør Balle

Deil hesa grein umvegis
468 ad