Lýsing

Betri kor og løn til vælferðar starvsfólk

Tjóðveldi leggur í dag fram uppskot fyri Løgtingið, sum hevur til endamáls at betra korini hjá teimum, ið starvast í røktini og dagstovnaøkinum. 

Uppskotið kemur av einum størri arbeiði, sum hevur verið í gongd leingi. Vit hava fleiri ferð gjørt vart við støðuna í okkara grundleggjandi kjarnuvælferð og Búskaparráðið fann fram til, at vit fara at mangla heili 2000 vælferðarstarvsfólk komandi 10 árini – umframt tey, sum mangla í dag.

Uppskotið kemur inn á eina røð av viðurskiftum, sum fevna um alt vælferðarøkið; heilsuverk, almannaverk, eldraøkið, dagstovnaøkið. Uppskotið hevur til endamáls, at:

  • framtíðartryggja og menna føroysku vælferðina
  • útbúgva fleiri til heilsu-, umsorganar- barnamenningarøkini
  • tryggja góða normering
  • seta eina serliga pulju av til at lyfta lægstu lønirnar innan tað almenna
  • seta gongd á arbeiðið at stytta arbeiðsvikuna
  • tryggja yrkisføri og góða tænastu til fólk nú og komandi
  • at ein heildarætlan verður gjørd, sum lýsir, hvussu vit fremja hetta í verki

Í sambandi við hetta uppskotið, hava vit framleitt ein faldara, sum ítøkiliga greiðir frá avbjóðingunum og okkara boð upp á loysnir. Millum annað er ein longri greining av lønarlagnum hjá hesum starvsbólkunum og boð uppá, hvat eitt lønarlyft til lægstu lønirnar hevði kostað.

“Vit eru fullgreið um, at vit hava frælsar samráðingar á arbeiðsmarknaðinum og virða tað. Tó meta vit tað vera eina politiska ábyrgd at tryggja, at fólk ikki liva í fátækraváða. Frástøðan hjá hesum feløgum upp á miðallønina er somikið stór, at tað er so at siga ógjørligt at hetta er ógjørligt at røkka við vanligum samráðingum. Tjóðveldi skjýtur upp, at sett verður ein serlig pulja av til at lyfta lægstu lønirnar. Tað eigur at verða áhugamál hjá okkum øllum, at tey, ið taka sær av okkara sjúku, veiku, gomlu og okkara børnum fáa virðiliga løn og ikki noyðast at streingjast, tí tey ikki fáa endarnar at røkka sama.”

“Við hesum vilja vit í Tjóðveldi koma við okkara boði uppá, hvørji átøk vit meta vera alneyðug fyri at tryggja sjúkra, heilsu og eldrarøktina eins og tænastur á barnamenningar- og serstovnaøkinum. Fyri okkum snýr tað seg um at tryggja børn, gomul, sjúk, fólk við avbjóðingum o.o. bestu tænastu bæði nú og í komandi tíðum. Fortreytin fyri hesum eru starvsfólkini og treytirnar, hesi virka undir. Tí er ein íløga í starvsfólkini ein vinningur fyri okkum øll, men serliga hjá teimum, sum tørvar hjálp og tænastu,” sigur tingbólkur Tjóðveldis

Faldarin sæst her

Deil hesa grein umvegis
468 ad