Lýsing

ONGIN GRØN LEIÐ – og ongin heimafriður til kollfirðingar

Klagur og harmaljóð frá íbúgvum á Oyrareingjum og Kollafirði streyma inn til býráðspolitikarar dag og dagliga – aftur í morgun kom tpostur, at somu skip, sum klagað hevur verið um í meir enn tríggjar vikur, framvegis liggja og órógva á fjørðinum, hvørt sekund í samdøgninum.

Sum skilst á felagnum Heimafriður og Kollafjarðarnevndini hava tey á fundi við borgarstjóran, havnameistaran og formannin í vinnunevndini fingið at vita, at teir tríggir ikki mettu at nakar trupulleiki var við larmi. Teir høvdu verið á staðnum og staðfest at har var ongin larmur og teir vóru ikki órógvaðir.

Tað má sigast at vera stórur munur á hvussu borgarar í kommununi verða viðfarnir, tá tað snýr seg um larm. Hóast ongin formlig klaga var komin um ófrið frá lastbilum gjøgnum Havnina, setti borgarstjórin himmal og jørð í sving fyri, við lógligum sum ólógligum midlum, at steðga lastbilunum. Men kollfirðingar kunnu klaga í eina óendaligheit uttan at verða tiknir fyri fult.

Hóast kollfjarðarnevndin vísti á ljóðmátingar hjá Heimafriði og frá starvsfólki á Havnaskrivstovuni, sum vístu ov høgt virði, tvíheldur leiðslan á Vaginum um, at tað einki er uppá seg.

Ì fjør samtyktu vit, ið tá sótu í meiriluta, at avseta pengar til at keypa eitt landstreymsanlegg, sum skuldi royndarkoyrast í Kollafirði. Skelkaði vóru vit tá vit fyrr í ár frættu, at samtyktin aldrin var útint og anleggið ikki var bílagt. Nú er tað so bílagt, men enn ikki komið til landið – vónandi sleppur tað at standa sína roynd skjótt.

Tað var stórt spell at táverandi landsstýrismaðurin Helgi Abrahamsen ikki tordi at standa fast og seta kunngerðina um ljóðdálking í havnaøkjum í gildi. Ístaðin bundu kommunur seg til at máta óljóð, men tað er her ketan gleppur. Klagur koma inn, men so liggur ikki fyri hjá umsitingini at máta óljóðið og tað er ein stórur trupulleiki. Bindur man seg til at máta óljóð eiga starvsfólk sjálvsagt at verða sett til at standa fyri hesum arbeiði. Annaðhvørt egið starvsfólk ella man keypir hesa tænastu frá privatum veitara.

Tk eigur at heita á landsstýrið um at seta kunngerðina í gildi beinanvegin, tí hetta sum nú fer fram, er bara at forleingja pínuna hjá fólki. Eisini eigur kommunan at gera fleiri íløgur í verulig landstreymsanlegg og at taka støðu til at seta krøv til (møguliga banna) serliga ljóðdálkandi skip.

Gunvør Balle

Deil hesa grein umvegis
468 ad