Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógina)
§ 1
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti (ásetingarlógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 128 frá 28. desember 2006 verður gjørd henda broyting:
1) Í § 1, stk. 1, nr. 1 verður orðingin "til 31. desember 2007" strikað.
2) Í § 1, stk. 1, verður nr. 2 strikað.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, hon verður kunngjørd.
Almennar viðmerkingar
Ávaringarnar um sosialu, fíggjarligu og búskaparligu avleiðingarnar av skattalættanum hjá landsstýrinum hava ikki trotið.
Ikki bert andstøða og fakfeløg hava mótmælt, men bæði Búskaparráðið og aðrir búskaparfrøðingar hava víst á, at skattalættin hjá samgonguni hitar búskapin óneyðuga, og at sosiala byrðan í skatta- og avgjaldspolitikkinum verður løgd frá teimum sterkaru herðunum til tær veikaru – t.e. at progressiva skattaskipanin gerst meira proporsjonal.
Samgonguflokkarnir hava á Løgtingi samtykt skattalætta eisini fyri árið 2008, tá hetta Løgtingið leggur frá sær.
Hesin skattalættin fer at geva hægri inntøkunum áleið 10.000 kr. árliga í lætta, meðan ein verkamannainntøka fer at fáa áleið ein túsundkrónuseðil í lætta um árið sambært tølunum frá landsstýrismanninum.
Fyri 2008 verða inntøkurnar 72 mió. kr. minni og kommunurnar missa 13 mió. kr., sambært landsstýrisins útrokningum.
Tjóðveldisflokkurin heldur, at skattapolitikkurin hjá landsstýrinum rætt og slætt er ábyrgdarleysur:
– Hann er sosialt órættvísur og veksur um stættarmunin.
– Hann útholar samhaldsføstu hugsjónina um, at tann, ið hevur ráð, letur lutfalsiga meira til felagsskapin.
– Hann elvir til yvirhiting av búskapinum, hækkað kostnaðarstøði, inflasjón, versnandi handils- og gjaldsjavna og versnandi kappingarføri.
– Hann undirgrevur eina trygga og samhaldsfasta fígging av vælferðartænastum hjá landi og kommunum, tí landskassin dúvar í størri mun upp á mvg- og avgjaldsinntøkur av privatum forbrúki – og tá forbrúkið stendur í stað ella minkar, er eingin fígging til vælferðartænastur.
– Hann hevur elvt til, at vit ikki hava gjørt okkum leys av donsku heildarveitingini, ið nú hevði verið ein viðfáningur, um politikkur til frama fyri ein sjálvberandi búskap hevði verið førdur, heldur enn skattapolitisk eksperiment til frama fyri tey fáu.
Tí verður skotið upp at strika tann skattalættan, ið er samtyktur at koma í gildi 1. januar 2008.
Hetta kann bøta eitt sindur av skaðanum, ið longu er hendur – og hetta fer í minsta lagi:
– at spara landskassanum 72 mió. kr. og kommununum 13 mió. kr. árliga,
– at taka eitt sindur av ferðini av einum búskapi, ið er á veg móti heilt álvarsligum trupulleikum,
– at minka eitt sindur um sosialu gjónna,
– at bøta um grundarlagið fyri haldgóðum vælferðartænastum.
Mettar avleiðingar:
Fyri landið/lands-
myndugleikar Fyri
kommunalar
myndugleikar Fyri
pláss/øki í
landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir Fyri vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar Ja Ja Nei Ja Nei
Fyrisitingarligar
avleiðingar Nei Nei Nei Nei Nei
Umhvørvisligar
avleiðingar Nei Nei Nei Nei Nei
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur Nei Nei Nei Nei Nei
Sosialar
avleiðingar Ja
Viðmerkingar til einstøku greinarnar
Til § 1:
Skattalættin, ið skuldi koma í gildi í 2008, verður strikaður
Til § 2
Gildiskoman verður sett at verða beinanvegin.
Á Løgtingi, tann 2. mars 2007
Høgni Hoydal
Annita á Fríðriksmørk
Hergeir Nielsen
Páll á Reynatúgvu
Heidi Petersen
Finnur Helmsdal
Tórbjørn Jacobsen