Lýsing

Ágangurin á Bústaðir stendur við og versnar

Heldur enn, at arbeiða við stóru bústaðarneyðini so sær nú út til, at fólkaflokkurin, sambandsflokkurin og miðflokkurin eru við at forkoma almenna bústaðarfelagnum. 

Stjórin hevur so gott sum fingið talubann! Og nevndarformaðurin vil ikki úttala seg! So langt eru vit komin… Og ákærurnar hjá ávísum nevndarlimi, sum eisini vístu seg at vera púra ógrundaðar…

Eisini í hesum føri hevur landsstýrisfólki valt fólk uttan at grundgeva sakliga fyri hví. “Tað er tí, at eg bestemmi” tykist at vera eitt samfelt niðurlag. Onki innlit verður givið heldur. 

Tá ið tað bleiv samtykt, at Bústaðir skuldi virka á vinnuligum grundarlag, heldur enn at vera tað almenna bústaðaramboðið, sum skal tryggja fólki tak yvir høvdið, ja, tá vistu vit, at hetta aldrin fór at ganga.

Tá bleiv bústaðarpolitikkurin knappliga eitt amboð, hjá vinnuligum aktørum at forvinna pening. Tí atkvøddu vit í Tjóðveldi í móti, tí vit vildu ikki, at peningur skuldi forvinnast uppá neyðina hjá fólki. Vit ynskja, at Bústaðir skal hava so lága húsaleigu sum gjørligt so vanlig fólk hava ráð at búgva har. 

Nú tykist stovnurin í upploysn… Er tað veruliga so galið, at man bara letur standa til og letur hetta henda…

Tað fara vit í Tjóðveldi ongantíð at góðtaka. Gamli Húsalánsgrunnurin, nú Bústaðir er okkara hjartabarn, sum hevur havt heilt avgerandi leiklut at tryggja, at fólk hava fingið sett føtur undir egið borð. Og soleiðis skal eisini vera frameftir.

Sirið Stenberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad