Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (barnafrdráttur)
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
§ 1
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 128 frá 28. desember 2006,
verður í § 2, stk. 1 orðingin "5.500 kr. treytað" broytt til "5.500 kr., fyri einsamallar upphaldarar tó 11.000 kr., treytað"
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Viðmerkingar:
Hetta uppskot verður lagt fram í eini roynd at fáa ítøkiligan fíggjarligan bata hjá einsamøllum uppihaldarum í Føroyum beinanvegin.
Í desember 2005 legði Tjóðveldisflokkurin fram broytingaruppskot til fíggjarlógina, har skotið varð upp, at einsamallir uppihaldarar fáa dupultan barnafrádrátt í landsskattinum.
Uppskotið fall á tingi, men verður nú sett fram aftur sum sjálvstøðugt uppskot.
Tjóðveldisflokkurin heitir eisini á kommunurnar kring landið um at taka sama táttin upp og veita einsamøllum uppihaldarum dupultan barnafrádrátt.
Uppskotið um dupultan barnafrádrátt rakar eftir Tjóðveldisfloksins hugsan bæði sosialt rætt og kann gera veruligan fíggjarligan mun hjá einsamøllum uppihaldarum.
Er talan um einsamallan uppihaldara við lágari inntøku, verður krónuupphæddin í frádráttinum ein lutfalsliga stór broyting í tøku inntøkuni.
Sum dømi kann nevnast, at einsamallur uppihaldari við tveimum børnum undir 18 ár fer at hava
kr. 11.000 afturat, eftir at skattur er goldin. Um inntøkan er 180.000 kr. árliga, samsvarar hetta eini hækking í tøku inntøkuni á 8%.
Á Løgtingi, tann 28. februar 2006
Finnur Helmsdal
Annita á Fríðriksmørk
Høgni Hoydal
Páll á Reynatúgvu
Hergeir Nielsen
Tórbjørn Jacobsen
Heidi Petersen