So fer samgongan at taka undir við at yvirtaka landslæknan
Eftir útsøgnina hjá landsstýrismanninum í Heilsumálum í dag, átti at borið til hjá samgonguni at tikið undir við uppskotinum hjá Tjóðveldinum um at yvirtaka Landslæknaembætið.
Uppskotið var til fyrstu viðgerð í tinginum í farnu viku, og liggur nú í Uttanlandsnevndini. Allir flokkar vóru positivir um uppskotið.
Eftir útsagnirnar hjá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni, um at vit eiga at yvirtaka farsóttarlóggávuna, ber ikki annað til enn at samgongan tekur undir við uppskotinum hjá Tjóðveldinum.
Uppskotið samsvarar jú við tað, ið landsstýrismaðurin í Heilsumálum vil hava.
So góðu samgongufólk, berið skjótt at. Takið undir við uppskotinum um at yvirtaka Landslæknaembætið, so eru vit komin risafet rætta vegin.