uppskot til løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur
Ár 2006, 19. september, legði Høgni Hoydal, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur
§ 1
Í løgtingslóg nr. 44 frá 19. juni 1972 um val til allar føroyskar kommunur, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 11. oktober 2004, verður gjørd henda broyting:
1) Í § 1, stk. 2 verður "hinum norðanlondunum" broytt til "øðrum londum".
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Almennar viðmerkingar
Endamálið við hesi lóg er at javnseta allar útlendskar ríkisborgarar í Føroyum, tá ræður um at taka lut í kommunala fólkaræðinum.
Í mong ár hava norðurlendskir ríkisborgarar havt valrætt til kommunuval í Føroyum, tá teir hava havt fastan bústað í Føroyum seinastu trý árini undan valinum. Í 2004 samtykti Løgtingið uppskot frá landsstýrismanninum í innlendismálum um, at norðurlendskir ríkisborgarar eisini hava valbæri til kommunuval eftir somu reglum.
Men ríkisborgarar úr øðrum londum enn Norðurlondum hava hvørki rætt at velja ella at lata seg velja til kommunuval, hóast teir hava havt fastan bústað í Føroyum seinastu trý árini undan valinum – ja, teir kunnu hava havt fastan bústað í Føroyum í tíggjutals ár, men hava ongan møguleika at taka lut í kommunala fólkaræðinum.
Hesin mismunur hevur neyvan nakra sakliga grundgeving og er eftir hugsjón uppskotssetarans í andsøgn til grundleggjandi mannarættindi og mál floksins um javnvirðing av fólki uttan mun til uppruna, tjóðskap ella onnur eyðkenni.
At veita útlendskum ríkisborgarum somu treytir at taka lut í kommunala fólkaræðinum kann bert hava gagnliga ávirkan á samfelagið og eggja til trivnað, javna luttøku og rættindi hjá øllum samfelagsborgarum, ið hava valt at geva sítt íkast til føroyska samfelagið.
Viðmerkingar til einstøku lógargreinarnar
Til § 1
Her verður ásett, at valrættur og valbæri til kommunval í Føroyum ikki bert eru galdandi fyri ríkisborgarar úr Norðurlondum, men fyri allar útlendskar ríkisborgarar, ið hava havt fastan bústað í Føroyum seinastu trý árini undan valinum.
Til §2
Skotið verður upp, at lógin fær gildi beinanvegin, hon er lýst í Kunngerðablaðnum.
1. viðgerð 28. september 2006. Málið beint í rættarnevndina