Ferðafólk skulu rinda egna koronukanning
Hevur tú ráð at ferðast, hevur tú eisini ráð at rinda fyri egna koronukanning. Tí eiga øll ferðafólk, koppsett og ókoppsett, at verða kannaði við markið, og rinda fyri kanningina sjálvi.
Løgmaður sigur, at hann er samdur við mær, men at tað ber ikki til at krevja gjald, tí tað er farsóttarnevndin, ið krevur kanning við markið, og at málsøkið er danskt.
Sjálvandi ber tað til. Vit eiga at seta gomlu skipanina í verk, so øll ferðafólk verða kannaði og rinda sjálvi.
Tann skipanin spardi føroyska skattgjaldaranum einar 70 milliónir krónir. Tað kann ikki verða rætt, at føroyski skattgjaldarin nú skal rinda fyri ferðafólk.