Lýsing

Bjørt spyr um hvítting

Spurningar:  

  1. Veit landsstýrismaðurin, um fleiri dømi eru um, at útlendskar fyritøkur ella persónar hava hvítvaskað pening ígjøgnum fyritøkur, skrásettar í Føroyum, og ígjøgnum føroysku bankarnar? 
  2. Fáa føroyskir myndugleikar fráboðan frá donsku eftirlitsmyndugleikunum um tey mál, har talan er um svik ella hvítvasking av pengum, har Føroyar so ella so verða brúktar til endamálið? 
  3. Fáa føroyskir myndugleikar yvirlit yvir, hvørjar fyritøkur ella persónar, skrásett ella búgvandi í Føroyum, ið eru partar av hvítvasking av pengum ella øðrum fíggjarligum kriminaliteti? 
  4. Er ætlanin at kanna vavið á hvítvaski ella øðrum fíggjarligum kriminaliteti í Føroyum og gera nakað við trupulleikan? 

Viðmerkingar: 

KVF bar í gjár tíðindini um eitt mál, har ógvusligar mongdir av pengum eru hvítvaskaðar gjøgnum eitt føroyskt skrásett felag og gjøgnum føroyskan banka. Í hesum føri var talan um mál knýtt at sonevnda “ Kongoráninum”, har 100 milliónir krónur, stolnar frá fólkinum í Kongo, eru fluttar til Føroya. 

Áður hava vit frætt um fyritøkur, sum brúktu føroyskar skipanir til skattaundandrátt og svik. Í gjár boðaði Bank Nordik frá, at bankin í 2020 fráboðaði heili 176 mál til SØIK (Statsadvokaten for Særlig Økonomisk og International Kriminalitet), og at tað í danska peningastovnsgeiranum vórðu samanlagt meira enn 60.000 mál fráboðað. 

Føroysku bankarnir virka undir danskari lóggávu, og eftir somu krøvum og fráboðanarskyldum um hvítvask v.m., sum danskir bankar. Føroyskar fyritøkur eru fevndar av løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski og fígging av yvirgangi.

 

Spurningarnir verða settir fyri at fáa fram, í hvønn mun føroyskir myndugleikar hava innlit í og kunning um tey mál har fyritøkur, skrásettar í Føroyum, og føroyskir bankar eru partar av. Og í hvønn mun ætlanin er at gera nakað við trupulleikan. 

Á Løgtingi, 23. november 2021 

Bjørt Samuelsen

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad