25. november bar onki til til, nú ber alt til.
Fyri tveimum vikum síðani spurdi eg løgmann, um rættast ikki var at kannað øll ferðafólk við landamørkini aftur, men tá bar tað ikki til, sambært løgmanni.
Tá varð eisini sagt, at bara 6 prosent av teimum, sum komu um markið, blivu kannaði.
Hetta var 25 november, men nú, 9.desember ber tað væl til, og øll ferðafólk skulu kannast við landamørkini.
Sjálvandi skuldu øll kannast við landamørkini, men høvdu vit gjørt tað beinavegin, so høvdu størri sannlíkindini verið fyri, at vit høvdu havt betri tamarhald á smittuni, og at vit kanska høvdu fangað omikron fyri.
Beinta Løwe
Løgtingskvinna, Tjóðveldi