Verður arbeitt við at basa heimloysi?
Tá vit viðgjørdu løgmansrøðuna segði landsstýriskvinnan í almannamálum, at tey fóru undir at savna inn hagtøl yvir heimloysi í Føroyum. Tað er nakað, ið eg havi heitt á um at fáa gjørt, líka síðan eg varð vald. Arbeiðið skuldi vera liðug í ár, segði hon, men vit hava tíverri einki hoyrt síðan.
Tí havi eg sett henni fyrispurning um, hvussu tað gongur við arbeiðinum. Eg havi lagt uppskot fram fleiri ferð um at áseta, hvør myndugleiki hevur ábyrgd av heimleysum, men hesi vóru øll feld. So tað var ein lítil glotti at hoyra, at arbeitt varð við málinum um hagtølini.
Í Føroyum hava vit eingi tøl fyri, hvussu stór bústaðarneyðin er. Vit hava eingi tøl fyri, hvussu nógv eru heimleys. Tí er tað eisini torførari at tosa og kjakast um, hvussu vit best loysa bústaðarneyðina, og hvat skal til.
Vit vita, at fleiri hava ligið á sjúkrahúsinum eftir lidna viðgerð, tí sjúkrahúsini ongastaðni hava at útskriva tey til. Tað er óvirðiligt – serliga fyri eitt so ríkt samfelag, sum okkara. Eg vóni, at arbeiðið er komið væl í gongd, so vit veruliga kunnu hjálpa og eisini fáa eina mynd av, hvussu støðan er.
Hervør Pálsdóttir