Lýsing

Samferðslupakkin kloyvir tjóðina

Tey, sum hava glæsiligar undirsjóvartunlar skulu nú koyra ókeypis ella bíligari. Avgjaldsøðin er øgilig í samgonguni. Fyri at fíggja ókeypis koyringina skulu øll, sum hava bil gjalda meira, skattgjaldarin skal gjalda meira, og hvørt einasta húsarhald fær hægri el-prís. Tað slepst ikki undan!

Jú, vit taka fult undir við einum farmaskipi til Suðuroynna. Støðan er heilt ótolandi í løtuni. Tað kann eisini vera skilagott at gera ávísar pendlaraskipanir í Eysturoyartunlinum, tí prísurin er høgur sum er. Men tá ið tað er sagt, so kann tað als ikki góðtakast, at man ger skipanir, sum geva nøkrum fyrimun og seta nøkur eftir. At man soleiðis spjaðir tjóðina og skapar sundurlyndi; at man bara arbeiðir fyri nøkur og ikki øll; at man fremur politikk fyri tey fáu, tey sterku freistast man at siga, og letur restina vera við sviðið soð- næstan, tí tey skulu gjalda. Tá eru tey góð!

Ein samferðslupakki má til dømis eisini innihalda eina loysn fyri útoyggjarnar soleiðis, at gomlu ferjurnar verða endurnýggjaðar. Ein samferðslupakki má innihalda eina framtíðarloysn um suðuroyartunnilin, og ein samferðslupakki kann ikki lata nøkur hava høg gjøld fyri, at nøkur sleppa at koyra ókeypis. Ein samferðslupakki má eisini lækka prísin hjá okkum siglandi. Við Smyrli gjalda vit framvegis 225 kr. fyri bilin, og 80 kr. fyri vanligan ferðaseðil. Jú, har koma nakrir farmatúrar afturat og tað er sera gott, men sum skilst skal farmaprísurin eisini hækka. Ergo 4-5 gjøld fara at hækka fyri okkum, sum búgva her suðuri: bensin, diesel, veggjald, el-prísur og farmagjald.

Allir føroyingar koma sostatt at gjalda fyri, at nøkur koyra ókeypis og bíligari. Allir bileigarar koma at gjalda meira tá ið avgjald verður lagt omaná bensin, diesel og veggjald. Og hvørt einasta húsarhald, eins og vinnulívið, kemur at gjalda meira um avgjald verður lagt á tungolju. Sjálvsagt hækkar el-prísurin av hesum. Og sjálvsagt kemur tað so aftur at tarna orkuskiftinum. Og hækkandi farmagjøld fremja ikki vinnulív.

Man fær kensluna av, at allir føroyingar nú gjøgnum bakdyrnar skulu gjalda fyri vallyftini hjá fólkaflokkinum. Tað skal vera ókeypis at koyra einhvønn prís. Eitt er púra víst, tað kostar at útbyggja samfelagið. Tað skulu vit standa saman um, og tí skulu vit hava samhaldsføst samferðslugjøld, sum eisini leggja upp fyri, at vit framhaldandi útbyggja samferðslukervið. Tá ið man ger loysnir, sum bert sæta nøkrum fáum, og letur øll fíggja tað, ja, so hevur man valt nøkur frá. Vit mugu øll vera við at gjalda, og vit skulu øll hava ágóða av hesum. Suðuroyartunnilin hevur við hesum ongantíð verið longri burtur. Hvat við fólkunum á smáu oyggjunum? Skulu hesi als ikki takast við í eina samfeðsluloysn? Skulu tey hava gamlar dangur, meðan nøkur skulu koyra ókeypis?

Tað er ósømuligt!

Sirið Stenberg

Sirið Stenberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad